Áheitan á løgmann um at kalla Løgtingið saman at viðgera Skálafjarðatunnilin

20 June 2013
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Sum skilst ætlar landsstýrismaðurin í samferðslumálum um fáar dagar at undirskriva avtalu við útlendskt privat felag um gerð av undirsjóvartunlinum, og verður avtalan møguliga galdandi í upp til 50 ár.

Fyri fólkavalda parlamentið, føroysku vinnuna og Føroya fólk, er hetta stórmál. Talan er um milliarda íløgu - størstu íløgu í føroyska infrakervið nakrantíð. Kortini hevur núsitandi Løgting ongantíð fingið høvi at viðgera málið. Eingi politiskur fylgibólkur hevur verið, og ei heldur í samgonguni, er nakar kunnaður um málið. Eingin kennir tí avleiðingarnar av avtaluni, landsstýrismaðurin ætlar at undirskriva.

Vit krevja, at fólkavalda Løgtingið verður kunnað og fær eina gjølla frágreiðing um málið, so avgerð landsstýrismansinskunnu takast á gjøgnumskygdum og opnum grundarlagi.

Á Løgtingið 21. juni 2013

Høgni Hoydal, Tjóðveldi

Poul Michelsen, Framsókn

Aksel V. Johannesen, Javnaðarflokkurin