Aðalstjórnarfundur

15 May 2010
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Umframt at viðgera virksemi í komandi tíðum vóru fleiri týðandi mál á skránni.


Høvuðsvinna okkara, ið er á einum avgerandi vegamóti, fekk drúgvastu umtalu. Flokkurin hevur lagt uppskot um nýskipan av fiskivinnuni fyri tingið, men lítið hoyrist frá hesum úr nevndunum, sum súlta hetta málið eins og so nógvur onnur stórmál. Fiskivinnan stendur á einum vegamóti, har krøv, tilfeingi og burðardygd fáa avgerandi týdning fyri, hvussu vit framyvir skipa okkara høvuðsvinnu og hvussu vit harvið fáa skilagóðan landsbúskap. Men tingið ikki so frætt sum hirðir at taka uppskotið upp til veruliga viðgerð.


Og hvørki orð ella eið frættist úr fjølmiðlunum um hetta mál, ið als ikki gáa um tann ruðuleika, ið valdar. Um hetta kemst av hjálparloysi ella ikki, er ilt at siga. Men nakað fjórða statsvald er als ikki talan um!


Avgjørt varð at fara kring landið í næstum við kunning um nýskipanaruppskot Tjóðveldis um burðardygga fiskivinnu. Byrjað verður í Norðoyggjum og síðan verður farið til Suðuroyar. Skipað verður fyri kjakfundum, har høvi verður hjá øllum at siga sína hugsan og fáa sett sín dám á uppskotið.


Aðalstjórnin staðfesti týdningin av at koma kring landið og avgjørdi at leggja ein regluligan fund úti í hvørjum av teimum gomlu valdømunum hetta komandi árið.

Óluva Klettskarð. aðalstjórnarforkvinna