ABC ella føroyska stavraðið

30 November 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Einki riggar, alt gevur hall, fólk flyta av landinum, vit hava ikki ráð at viðgera krabbasjúklingar, vit hava ikki ráð at hava føroyskt í fjølmiðlunum, vit púrga pensi­onistarnar, vit reka uttan mál og mið.

Í hesum politiska veruleika hava politikarar sett tvey stórmál í brennidepilin:

1- teir fara - fyri ein og hvønn prís - at broyta føroyska stavraðið, hóast tað riggar

2- teir hava funnið orsøkina til, at føroyingar ikki koma heimaftur eftir lestur í Dan­mørk: tað er ov nógv seyðasparl í Føroyum. Og tí svínarínum fara teir at steðga

Er nakað at siga til, at frægastu heilar landsins rýma?

Men fyrst: hvat er galið við stavraðnum?

Føroyska stavraðið er ein fullfíggjað skipan, sum ger tað gjørligt at skriva alt á før­oyskum.

Tað í sjálvur sær ger, at eg haldi tað vera óðamannaverk at pilka við tað.

Amerikanar plaga at siga: If it works, don´t fix it. Haldi, vit áttu at hildið okkum til hesa almennu leiðreglu. Veit ikki, um nakar her á landi veruliga dugir at gjøgnumskoða avleiðingarnar av broyttum stavraði. Tær verða, ið hvussu er, ógvis­ligar.

Tað er ikki løtuverk at byggja rættskrivingarskipan upp. Har, ið vit hava rent okkum í trupulleikar, hava fólk seinastu 160 árini funnið loysnir. Skipanin er við tíðini vorðin alt meira fullfíggjað.

Stavsetingartrupulleikarnir, vit dragast við á skúlunum, stava ikki frá stavraðnum, men námsfrøðiligum arbeiðslagi. Lata tit upp fyri tveimum og trimum stavseting­aravbrigdum av sama orði, so skapa tit ein ógvisliga trupulleika, ið vit hegnisliga hava sloppið okkum uttanum við skipanini, vit nú hava.

At føroysku sjálvljóðini standa har, tey standa, er eisini sjálvsagt. Føroysk ljóðmenn­ing víkur í sjálvljóðunum fullkomiliga frá hinum norðurlendsku málunum. Longu sjálvljóðini, ið eru vorðin tvíljóð, geva meira enn onnur ljóð føroyskum sín samleika og standa júst har, tey eiga: ein stutt og ein long útgáva av sama upprunaljóði lið um lið. Tann skipanin varð gjørd í norrønari tíð, tí alt annað er óskilvíst í okkara máli. At skilja a og á, i og í og so úteftir sundur við teirri grundgeving, at abc, sum onnur brúka, skal verða brúkt her, er meira enn býttligt.

Vit hava øll fyri langari tíð síðan viðurkent, at aðrir stavir enn okkara eru til, og at summir teirra liva sítt fríska lív í okkara máli. Soleiðis hevur tað altíð verið.

Henda viðurkenning hevur gjørt, at vit, sum hava skrivað orðabøkur hava tikið fremmandu stavirnar við í orðabøkurnar.

Vit hava skipað leitorðaverkini sambært hesum veruleika og skrivað: a, á, b, c, d…..

Sum við øllum skipanum, sum roynt verður at fullfíggja, so er okkurt, ið víkur frá. Vit fáa t.d. bast ”c” í flestu førum við ”s”, tá ið c verður borið fram sum s, t.d.: se/si/sy og c verður stavað sum k, tá ið tað verður borið fram sum k, t.d.: ka/ko/ku og framman fyri hjáljóð ella ”k” . Men vit pilka ikki við c-vitaminir og c-mol. Alt hetta er so sjálvsagt.

Føroyskur hugsanarháttur er ógvuliga rúmur, tá ið um mál ræður. Vit skifta yvir í danskt og enskt og onnur mál lættliga, tá ið tað er rímiligt, ella tá ið eingin annar møguleiki er. Tað er ein partur av tí at vera føroyingur, at tú ert málsliga smidligur, og líkt er til, at vit hava ment evni, sum ger okkum málsliga kvom.

Og alla tíðina vita vit, at ”hetta er okkara” - ”hatta er fremmant”, og leypa lættliga um ta gjónna. Nú hava vit danskt, nú føroyskt, nú enskt, nú týskt. Ymsar skipanir, ymiska stavrøð og eingin trupulleiki. Tit mana við hesum málinum fram ein trupulleika, sum ikki er.

Fara tit at pilka við stavsetingina nú, so taka tit eina sikkring úr skipanini, sum eg kvíði fyri fer at hava við sær vanlukkuligar fylgjur.

Vit hava t.d. lítla orku til skúlabøkur og orðabøkur og mállærur og annað. Pilka tit við stavraðið, mugu allar orðabøkur, mállærur og læru­bøkur annars verða skrivaðar um. Broytingar í stavraðnum, sum krevja broytingar í rættskrivingarreglunum, fara at hava við sær, at øll slík verk, sum er skrivað higartil, ikki longur eru eftirfarandi.

Alt tað tilfar, vit hava skrivað seinnu árini, og sum løgtingið hevur játtað 7 milliónir + til árliga, verður skrottað sum ónýtiligt.

Løgtingið má seta nevnd oman á nevnd at útgreina, nær c og z kann verða sett inn fyri s, nær c eisini kann verða brúkt, har k stendur nú og annars so nógvar smálutir, at eingin kemur á mál við spurningunum (og harafturat verða tey helst mong, sum fara at sýta fyri at fylgja nýggju stavingrreglunum. Alt verður vavt upp í ein eljubita).

Er trupult at stava føroyskt nú, eftir broytingina verður trupulleikin hvaðna verri.

Trupulleikarnir, vit dragast við nú, stava ikki frá tí, at onkur skrivar Aksel við x, pitsa við z og tílíkt. Tað er ein fínur máti at skapa stuttlig stílaavbrigdi í tekst til dømis.

Men haðan og so at seta stavirnar í stavraðið er eitt lop, tit ikki mugu gera. Gera tit tað, skifta hesir frammandu stavir status. Hesir serligu stavirnir hava sín serliga status. Tað hava teir altíð havt – og hetta sundurbýtið riggar fínt. So leingi teir eru har, teir eru, kunnu vit spæla okkum við teir, og vit kunnu geva teimum heimarætt á greidliga allýstum økjum sum støddfrøði og evnafrøði.

Hvussu vit kunnu brúka teir har, vita vit. Vit vita tað m.a. frá øðrum málum, vit duga, og vit hava millum ár og dag skapt ein konsensus um alt hetta, sum so mangt annað. Vit hava stillisliga samtykt, at hesir serligu stavir fáa sína serligu støðu, sín serliga nýtslurætt, men at teir ikki sleppa inn í føroyska stavraðið. Málslig samtykki av slík­um slagi er tað, ið mál hvíla á.

Sleppa hesir serstavir inn í stavraðið, fáa teir sama status sum føroyskir stavir, og tað fær nevndu vanlukkuligu avleiðingar fyri rættskrivingina. Tit smildra føroyska rætt­skriving vit at broyta stavraðið, og upptakið verður eitt díki, ið eingin - hvørki leikur ella lærdur - fer at kunna fóta sær í.

Føroysk rættskriving er ógvuliga væl skipað

reglurnar eru ógvuliga greiðar og skilvísar

longu sjálvljóðini standa júst har, tey eiga

- latið vera við at pilka við hetta.

Eg stúri fyri avleiðingunum og vóni ikki, at tinglimir í óðum verkum fara at fremja hesar broytingar uttan at hava fingið eitt útgreinað nevndarálit frá serkønum málfrøðingum um avleiðingarnar.

Hetta er ein skipan, ið allur skúlin, alt útbúgvingarkervið, alt samskiftiskervið hvílir á. Tit kunnu ikki broyta slíka skipan, tí hon ikki hóvar nøkrum einstaklingum.


Jonhard Mikkelsen