Løgmaður hevur svarað fyrispurningi frá Høgna Hoydal um, at landsstýrið hevur sett løgliga eftirkanning av lógaruppskotum úr gildi og brýtur tíðarfreistirnar í tingskipanini fyri at leggja mál fram.
Í svarinum váttar løgmaður, at:
- síðani september 2008, tá sitandi landsstýri tók við, eru 72 løgtingsmál løgd fyri tingið, sum ikki eru løgliga eftirkannað (og tá eru tey, sum júst nú eru løgd niðan ikki tald við.)
- rundskrivið hjá landsstýrinum, sum krevur løgliga eftirkanning, er tó ikki sett úr gildi, men løgmaður heldur ikki at tað heviur týdning, at landsstýrið brýtur egnar reglur.
- síðani september 2008, tá sitandi landsstýri tók við, eru 43 mál løgd á ting, har freistirnar í tingskipanini ikki eru hildnar. Harav vórðu 24 mál løgd fram í 2009 meira enn 1½ mánaða eftir seinastu framløgufreist í tingskipanini. Tað merkir, at hesi mál vórðu skrumblað gjøgnum tingið eftir fáum døgum, har ongin vanlig viðgerð kann fara fram.
Sostatt kunnu vit staðfesta, at tær reglur og lógir, sum skulu tryggja, at øll mál eru gjørd eftir løgligum forskrivtum og at tey fáa eina gjølliga fólkaræðisliga viðgerð á tingi, eru settar til viks undir sitandi samgongu.
Hetta er eitt sera álvarsligt mál.
Eftirkanning og tíðarfreistir eru kravd til tess at øll mál fáa nevndarviðgerð og tríggjar viðgerðir á tingi, so høvi er hjá tingfólki, almenningi, áhugabólkum og serfrøðingum at gera sínar viðmerkingar og vísa á avleiðingar og neyðugar broytingar.
Onki av hesum er gjørligt, tá teir myndugleikar, sum eru valdir at útinna og halda lógir og reglur, ganga fremstir at seta tær til viks.

