4 fyrispurningar um ungdómsarbeiðsloysið

1 December 2009
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Ein nýggj EU rapport vísir, at ungdómsarbeiðsloysið í Europu er søguliga høgt. Størsta vælferðarpanelið í Danmark við heili 800 limum er samt um, at ungdómsarbeiðsloysið er størsta avbjóðingin hjá kommununum í Danmark komandi árini. Eisini í Føroyum er ungsdómsarbeiðsloysið fleirfaldað seinasta árið.

Vit vita, at arbeiðssamleikin hevur stóran týdning og at sosialu førleikarnir mennast nógv, tá fólk eru á arbeiðsmarknaðinum. Tískil er serliga umráðandi, at tey ungu fáa røttu hjálpina at koma út á arbeiðsmarknaðin.

Tískil er áhugavert at hoyra, hvørji boð og ætlanir landsstyrisfólkini hava til tess at beina fyri ungdómsarbeiðsloysinum.

1. Fyrispurningur til Helenu Dam á Neystabø viðvíkjandi basan av ungdómsarbeiðsloysinum


• Hvussu nógvir lærlingar eru í almenna sektorinum?


• Er hetta talið hóskandi?


• Átti tað almenna at gingi á odda til tess at hava fólk í læru, nú ungdómsarbeiðsloysið er vaksið so nógv?


• Er ætlaninin at útbúgva enn fleiri innan umsorganarsektorin?


• Er ætlanin at gera serlig átøk til tess at fáa fleiri menn at søkja útbúgving innan umsorgannarøkið?

Spyrjarin kundi hugsað sær at vita, hvussu lærlingabýtið er millum almennar og privatar arbeiðsgvarar. Fleirfaldaða ungdómsarbeiðsloysið í Føroyum krevur, at vit avgjørt seta átøk í verk til tess at venda gongdini.

80 % av teimum sum eru arbeiðsleys hava onga útbúgving – tískil er alneyðugt at eggja teim ungu til útbúgving, og spyrjarin kundi hugsað sær at vita um huburðurin hjá samgonguni er, um tað almenna átti at gingi á odda.

Vit hoyra, at tørvur fer at verða á 100 – tals starvsfólkum innan Nærverkið komandi árini. Tí er umráðandi at útbúgva fleiri innan umsorganarøkið. Ikki minst menn, sum tykjast at velja umsorganarøkið frá. Eisini kundi verið áhugavert at frætt, um ætlanin er at gera serlig átøk til tess at eggja ungum monnum til at útbúgva seg innan umsorganarøkið.

2. Fyrispurningur til Rósu Samuelsen viðvíkjandi ungdómsarbeiðsloysinum

Eru skeiðtilboð til ung arbeiðsleys, sum ikki lúka treytinar fyri at fáa útgjald úr ALS? Her verður til dømis hugsað um hjálp til at skriva umsóknir CV, at fara til starvssamrøður.

Hvat verður sum er gjørt, til tess at hjálpa hesum ungu út á arbeiðsmarknaðin?

Tekur nakar sær burturav av at hjálpa ungum út á arbeisðmarknaðin?

Hvussu nógv mál hava teir málsviðgerðar sum fáast við at hjálpa teim ungu út á arbeiðsmarknaðin?

Øll kunnu vit fegnast um ALS í dag. Góð skeiðtilboð og eitt hækka útgjald. Men mong ung arbeiðsleys eru, sum ikki lúka treytirnar fyri útgjaldi úr ALS. Ungdómsarbeiðsloysið er fleirfaldað seinasta árið. Umráðandi er, at rætta hjálpin eisini verður veitt øllum ungum – millum annað hjálp frá starvsfólkum, sum hava servitan og rímiliga málsnøgd til tess at hava tætt samband við tey ungu, sum skulu út á arbeiðsmarknaðin.


3 Kundi tað verið eitt hugskot at gjørt ymsar verkætlanir til tess at ung arbeiðsleys, fáa fótin fyri seg á arbeiðsmarknaðinum?

Kundi ein verkætlan verið, at ung arbeiðsleys hjálpa til í familjum sum nýliga hava fingið tví – ella tríburar?

Kundi ein verkætlan verið, at ung fólk hjálptu til á dagstovnum?

Kundi ein verkætlan verið at hjálpt til á bústovnum og sambýlum?


Aðrastaðni eru góðar royndir, tá arbeiðsleys hava roynt seg innan hesi økið. Ofta eru normeringarnar vánaligar og ein hjálpandi hond er kærkomin. Hetta kann eisini vera ein gongd leið hjá ungum menniskjum at finna út av, hvør útbúgvingarleiðin møguliga kundi verið. Bæði arbeiðssamleikin og sosialu førleikarnir mennast í hvørjum, tá fólk fáa arbeiðsroyndir og harnæst er lættari at fáa fótin inn á arbeiðsmarknaðin, tá ein longu er á arbeiðsmarknaðinum, enn tá ein stendur uttanfyri.


Eisini vita vit, at tørvur fer at verða á nógv fleiri starvsfólkum á umsorganarøkinum framyvir, hetta kundi verið ein háttur at lati fólk fingið møguleikan at roynt seg.

4.Fyrispurningur til Jóhan Dahl, vinnumálaráðharra

Hevur vinnumálaráðharrin nakrar ítøkiligar ætlanir um at skapa ein meiri virknan arbeiðsmarknaðarpolitikk til tess at basa ungdómsarbeiðsloysinum?