142 millióni játtaðar til íløgur - men ikki brúktar

8 October 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Munnligur fyrispurningur til Jørgen Niclasen um

142 mió. kr., ið eru játtaðar til íløgur, men ikki brúktar

1. Hví ger landsstýrið ikki meira fyri at fáa brúkt tann pening, ið Løgtingið hevur sett av íløgur ?

2. Hvussu nógv fleiri størv verður mett kundu verið skapt, um óbrúktu íløguupphæddirnar vórðu nýttar ?

3. Íløgupeningur er eitt nú støðlaður til Havrannsóknarskip og Tjóðleikhús, hóast núverandi samgonga ikki ætlar at gera hesar íløgur, hvør er ætlanin við støðlaðu upphæddunum ?

4. Hvørjar ætlanir eru at endurskoða hesa skipanina við støðling og óbrúktum íløgujáttanum ?


Viðmerkingar
Tá árið 2012 er av, fara heilar 142 mió. kr. sum Løgtingið hevur sett av til íløgur, ikki at verða brúktar. Hesar fara at vera støðlaðar, og kunnu nýtast seinni. Tó er ógreitt hvussu nógv av hesum fer at vera brúkt og hvussu nógv ikki fer at vera brúkt. T.d. eru 19,5 mió. kr. støðlaðar til Havrannsóknarskip og 4,8 mió. kr. til Tjóðleikhús. Hetta eru dømi um tvær ætlanir, ið samgongan hevur boðað frá, at tey ikki fara at fremja í hesum valskeiðnum.

Tað sær út til, at síðan skipanin við støðling varð sett í verk, gerast upphæddirnar, ið verða støðlaðar størri og størri. Hesar upphæddir gera tað hartil trupult at samanbera úrslit landsins tvørturum ár, tí vanliga RLÚ úrslitið, lýsir ikki longur veruliga virksemið í árinum. Tí er nú eisini neyðugt at nýta sokallaða RLÚ2 úrslitið.

Støðling kann vera heppin til tær heilt stóru verkætlanirnar sum ganga yvir fleiri ár, men so sum nýtslan er vorðin seinastu árini, riggar hetta ikki nóg væl.

Um verandi gongd heldur áfram er skjótt, at vit fara at hava ovurstórar upphæddir standandi á konto – í “grunnum” – og sum kanska fara at verða nýttar ella ikki. Hetta er ikki við til at skapa gjøgnumskygni og vil gera tað trupult at nýta íløguvirksemið á fíggjarlógunum til at stýra virkseminum í landinum. Minnir í ávísan mun um grunnarnar í 1980’unum.

Mælt verður tí til, at vit sum skjótast fáa endurskoðað hesa skipanina við støðlingini, soleiðis at støðling av íløgujáttanum tvørturum fíggjarár bert kann nýtast fyri stórar verkætlanir av ávísum slagi.

Fyri at fáa lýst málið, verða hesir spurningar settir landsstýrismanninum í fíggjarmálum.

Á Løgtingi, 8. oktober 2012

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna fyri Tjóðveldi