1. mai café í Runavík

1 May 2012
Skrivað hevur
Floksskrivsstovan

Café´in er almenn, og harvið eru øll hjartaliga vælkomin at luttaka. Byrjað verður stundisliga kl. 20:00.

Ymiskt verður á skránni til gamans og álvara.

Skaldið, Jóanes Nielsen, fer á sín eyðkenda hátt at hugleiða um hendan sermerkta dagin og Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldisins, fer at røða um politisku støðuna í landinum við støði í altjóða arbeiðaradegnum.

Gjáarmaðurin Jónsvein Olsen, sum gjørdist landskendur í duettini saman við Birgiri Nónsgjógv, sála, fer at syngja og spæla nakrar sangir, og onkur yrkingin fer helst at vera lisin upp, - umframt at felagssangur verður á skránni.

Orðið verður eisini frítt á café´ini, líkamikið hvønn vegin politisku ørvarnir annars renna.

Møtið fjølment !


Eysturoyar Tjóðveldisfelag