Lýsing

Høgni Hoydal

Vælkomin á mína heimasíðu

Eg búgvi í Hoyvík, saman við mínum lívskærleika Hildur og okkara deiligu børnum: Sjúrði, Brim og Helga. Vit liva eitt vanligt lív sum flestu familjur í Føroyum, har vit royna at fáa gerandisdagin at hanga saman. Og at trívast í arbeiðslívinum og saman við vinum, familju og fólki sum heild í frítíðini. Gerandisdagurin er mangan merktur av strongd – serliga tí eg havi verið so nógv burtur frá heiminum, síðani eg fór upp í politikk. Men hann er sjálvandi eisini merktur av ríkum løtum og gleðini við at búgva og virka í Føroyum saman við teimum, tú ert góður við.

Eg eri føddur í Danmark, har foreldrini hjá mær lósu. Men eri uppvaksin í Hoyvík, sum tá var ein lítil bygd uttan stórvegis samband við Havnina. Vit gingu eftir mjólk hjá Aksel og Karolinu Simonsen, sum høvdu kúgv í kjallaranum. Onnur fingu mjólk heima á Garði frá Poul Vang, bónda. Áðrenn Hoyvíkin fór at vaksa seinnu helvt av 70’árunum og nýggir skúli varð bygdur, gingu vit fleiri skúlaflokkar saman í Gamla Skúla í Hoyvík annaðhvørt ár. Og í gamla skúlanum á Hvítanesi annaðhvørt ár.

Uppvøksturin í Hoyvík, har vit eisini sluppu at taka lut í vanligum arbeiði við hoygging, seyði, neytum, at vera á floti og seta sildagørn, hevur havt stóran týdning fyri meg. Men í dag fáist eg tíverri alt ov lítið við tílíkt. Vinfólk og verfamilja fáa tíbetur onkuntíð drigið meg við til okkurt.

Eg búgvi sjálvsagt enn í Hoyvík, har vit enn hava eitt sterkt samanhald og kenna okkum sum hoyvíkingar. Ítróttarfelagið H 71 og hondbólturin hevur havt ein serstakan týdning fyri bygdina – og fyri meg. Havi leikt sjálvur, vant lið og sitið í nevndini í mong ár sum yngri. Og nú felagið er vaksið og mong dugnalig fólk skipa arbeiðið í felagnum, royni eg at fylgja væl við øllum og taka eina hond í við onkrum, tó at tað er alt ov sjáldan.

Eg eri tjóðveldismaður um ein háls. Og tað eri eg errin av. At kenna meg sum part av tí rørslu og tí flokki, sum hevur havt ein so týðandi leiklut í føroysku samfelagsmenningini. Haldi, at øll tey frambrot og virði, sum eru skapt í Føroyum og sum vit byggja okkara framtíð á, eru ald fram av stríðnum fyri fólkaræði, samhaldsfesti og javnrætti hjá okkum sum menniskju og sum tjóð í heiminum. Og tað er hetta sum hevur verið kjarnin í tjóðskaparrørsluni í Føroyum og skal verða tað frameftir.

Í øllum mínum politiska arbeiði, eru tað hesi hjartamálini, sum dríva verkið, og eru ýtini, sum eg stevni eftir:

1.      Sjálvsvirðing og samleiki í heiminum: Føroyingar skulu hava sama rætt til at virka í heiminum sum onnur fólk. Vit skulu samstarva við hvønn vit vilja, gera avtalur við hvønn vit vilja og taka somu ábyrgd í heiminum sum onnur. Okkara mál, mentan og samleiki skal virðast og mennast á jøvnum føti við onnur. Soleiðis fáa vit sjálvsvirðing, soleiðis virða vit onnur og soleiðis skapa vit eitt eitt nútímans og fjølbroytt samfelag, ið ikki goymir seg fyri umheiminum.

2.      Hvør einstakur hevur sama rætt til frælsi: Hvør einstakur skal hava sama rætt og frælsi til at velja, virka og virðast í Føroyum, um vit taka við somu skyldum og ikki gera okkum inn á frælsi hjá øðrum. Ongin samfelagsbólkur ella einstaklingur skal hava framíhjárættindi í samfelagnum. Uttan mun til um vit eru kvinnur ella menn. Ung ella eldri. Um vit eru fødd rík ella fátøk. Um vit bera brek ella sjúku. Um vit búgva ymsastaðni í landinum. Um vit hava ymsan húðarlit, trúgv, uppruna ella kærleikslív.

3.      Rættartrygd og avleiðingar: Rætturin hjá øllum til at velja, virka og virðast skal tryggjast í grundlóg og einum vælvirkandi fólkaræði og rættarsamfelag, har øll, ið taka avgerðir standa til svars, og har brot á lógir, reglur og rættindi fáa avleiðingar.

4.      Frælst vinnulív uttan serrættindi: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal grundast á eitt veruliga frælst vinnulív, óheft av politiskum serrættindum til útvaldar einstaklingar, bólkar og útvaldar vinnur. Har dugnaskapur, førleiki og virðing fyri avtalum, lógarkørmum, umhvørvi og trivnaði eru avgerandi fyri møguleikan at dríva vinnu innan fjølbroytt økir og kasta av sær til samfelagið.

5.      Óheftur búskapur: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal kjølfestast í ein sjálvberandi búskap, ið er óheftur av studningi uttaneftir, men bygdur á samhaldsfastar og rættvísar skatta- og avgjaldsskipanir, langtíðarjavnvág og ábyrgd fyri komandi ættarliðum.

6.      Sosialt rættvísi og vælferð: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal styrkjast í sosialt rættvísum vælferðar- og heilsuskipanum, ið øll fíggja í felag eftir evnum, men fáa gagn av eftir tørvi. Stórar broytingar og íløgur skulu gerast komandi árini á hesum øki til tess at broyta eina strivna og skrivstovuvaldamerkta sentralskipan til skapandi og fjøltáttað hjálpar- og trivnaðartilboð til borgaran.

7.      Fræls mentan, útbúgving og gransking: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal taðast og alast við stórum íløgum í mentanararbeiði og mentanartilboð í breiðastu merking: Nútímans og fjølbroyttir dagstovnar, skúlar, útbúgvingar, granskingarstovnar, frítíðartilboð, mentanarstovnar og skapandi list á altjóða støði.

8.      Frælsi hjá okkara eftirkomarum: Frælsi hjá øllum at velja, virka og virðast skal tryggjast við framsóknum umhvørvis-, orku og náttúrupolitikki bæði heima og í altjóða samstarvi, sum kann broyta sjálvsøknu ovurnýtsluni av jarðarinnar tilfeingi hjá okkara ættarliði og okkara heimsparti til ein møguleika hjá nýggju ættarliðunum at byrja á øðrum grundarlagi.

Høgni Hoydal

 

Um meg sjálvan

Føddur: 28. mars 1966.

Foreldur: Gunvør og Kjartan Hoydal.

Hjúnafelagi: Hildur Hermansen.

Børn: Sjúrður (f. 1988), Brim (f. 1990) og Helgi (f. 1996).

Útbúgving: Samskifti og søga.

Yrki: Dekkari hjá Vaktar- og Bjargingartænastuni. Læraravikarur í Eysturskúlanum í Tórshavn. Programmfólk í Sjónvarpi Føroya. Ymisk fyrifallandi arbeiði í lestrartíðini: M.a. á Bacalao í Tórshavn. Á kryvji- og roykivirkinum Samm-Fisk í Tórshavn. Vaskifólk í barnagarði í Tórshavn. Grótlaðari hjá Henningi Thomsen eldra.

Álitisstørv: Valdur á ting fyrstu ferð á valinum í 1998. Varaløgmaður og landsstýrismaður í sjálvstýrismálum, lógarmálum og norðurlandamálum 1998-2003. Landsstýrismaður í mentamálum styttri tíðarskeið í 2000 og aftur í 2003. Varaløgmaður og landsstýrismaður í uttanríkismálum og noðrulandamálum 2008. Valdur í fólkatingið 2001-2011, Avloystur av Tórbjørn Jacobsen í landsstýristíðini 2001-2003. Afturvaldur á ting á valinum 2002, 2004, 2008, 2011. Limur í Norðurlandaráðnum 2011-. Í formansskapinum fyri Norðurlandaráðið 2013-. Limur í stýrinum fyri Nordisk Kulturfond 2015-.

Heimstaður: Móritsarvegur 12, FO-188 Hoyvík.

Teldupostadressa: hognih@logting.fo

Telefon nr. +298 220 250