Lýsing

Eirikur í Jákupsstovu

Vælkomin á heimasíðu mína 

Eg eiti Eirikur í Jákupsstovu, eri uppvaksin á Eiði og búgvi í Klaksvík.
Koma mín eitur Jenny, og vit eiga trý børn, sum eru 8, 5 og 2 ár.
Hetta eru nøkur av mínum hjartamálum:
Tjóðveldisflokkurin kring landið
  • Politikkurin hjá Tjóðveldi seinastu árini kundi sæst betri aftur kring landið. Hetta vil eg vera við til at broyta.
Blokk til tey í neyð
  • Um tað snúði seg um ríkidømi, so skuldu Føroyar rindað yvir 400 mió. kr. til Danmarkar, heldur enn at 642 mió. kr. koma úr Danmark til Føroyar. Ein máti er at senda ein part av blokkinum víðari til lond, sum eru verri fyri.
Føroyskan dómstól
  • Vit halda okkum vera før fyri at gera lógir og at umsita eftir teimum. Tað er lættari at lesa lógir enn at skriva tær, og tí eiga vit sjálvandi eisini at duga at hava ein føroyskan dómstól, heldur enn ein Føroya rætt, sum bara er ein danskur býarrættur, har nøkur tosa føroyskt.
Tilfeingisgjøld til kommunuskattalætta
  • Tað er ikki okey, at allir pengarnir, sum alivinnan og fiskivinnan rinda fyri sín rætt til at brúka tilfeingi, fer beint í landskassan. Kommunurnar og serliga kommunurnar, har virksemið hoyrir til, eiga at fáa ein part av hesum pengunum í einari avtalu um skattalætta til lægru inntøkurnar.
Vetrarferia
  • Tað er ongastaðni í heiminum so tiltrongt við nøkrum frídøgum í februar/mars sum í Føroyum. Tí eiga vit at hava vetrarferiu. Ein byrjan kundi verið at flutt eina viku frá alt ov langu summarferiuni hjá skúlabørnunum til vetrarferiu.