Lýsing

MÁLIÐ ER EIN HALDFØRUR SJÁLVBERANDI BÚSKAPUR

Fremsta orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin er til, er málið um at gera Føroyar til eitt land, har alt valdið í landinum kemur frá fólkinum í landinum.

Hetta er enn ikki støðan, men í fíggjarlógaruppskotinum hesa ferð kann eg millum annað fegnast um, at málsøkið sjóuppmáting og vitaverk verða yvirtikin. Og eg kann í enn størri mun fegnast um, at blokkurin minkar við 25 milliónum krónum afturat, og at minkingin higartil í valskeiðnum kemur upp á 50 milliónir krónur, ella helvtina av teimum 100 milliónunum, sum samgongan hevur avtalað fyri valskeiðið.
Og eg má viðganga, at eg fegnist enn meira um, at allir flokkar í vár tóku undir við teimum fyrstu 25 milliónunum í lækking av blokkinum, og eg vóni, at hetta er nakað, sum vit eisini framhaldandi kunnu standa saman um í løgtinginum, so vit vónandi fyrr heldur enn seinni koma hartil, at stýringin av støðuni hjá Føroyum í heiminum er úr Føroyum – og ikki úr einum øðrum landi.

Góð stýring av einum landi er eisini at gera neyðug átøk, soleiðis at fólkið í Føroyum kann trívast. Millum stóru átøkini á fíggjarlógini hesaferð, sum eg havi hug at taka fram, eru til dømis tunlarnir Norður um Fjall, har ætlanin er at framskunda pening til hetta fíggjarárið, so vit næsta ár hava eina farleið Norð um Fjall, sum livir upp til dagsins veruleika.

Sum land eiga vit eisini at dømast eftir, hvussu tey ringast staddu hava tað. Og vit mugu bara staðfesta, at hóast vit ongantíð hava verið ríkari, so er tað framvegis eitt alt ov høgt tal av fólki, sum vit ikki megna at lofta sum samfelag, og sum tí eru endað við einari tilveru uttan tak yvir høvdið. Eg havi verið imponeraður av, hvussu skjótt landsstýrið saman við øðrum hava megnað at gera nakrar akuttar batar.

Trupulleikin er tó verri enn so loystur, og tí er tað sera gott at vita, at tað verður arbeitt við at loysa hesa stóru avbjóðing.
Sum land eiga vit eisini at gera okkara íkast úti í heimi, og tí er tað gott, at ætlanin er at veita 26,5 milliónir krónur í neyð- og menningarhjálp í 2024.

Sum land eiga vit eisini at miða ímóti, at øll tey, sum vilja luttaka í fíggingini av okkara vælferðarsamfelag, hava møguleika til tað.
Tí er tað gott, at pensjónistar fara at kunna tjena eitt sindur meira, áðrenn mótroknað verður í pensjónini hjá teimum.
Men eg fegnist minst líka nógv um, at tað longu í dag er soleiðis, at meira enn helvtin av øllum pensjónistum til og við 69 ár arbeiða, og at nógv tann størsti parturin av teimum arbeiðir so mikið nógv, at tey neyvan munnu hugsa um mótrokningina í pensjónini, áðrenn tey fara til arbeiðis.

Bæði áðrenn og eftir hækkingina av markinum áðrenn mótrokning, loysir tað seg fíggjarliga hjá einum pensjónisti at arbeiða, og so er tað eisini gott fyri okkara land, nú vit hava negativt arbeiðsloysi.
Eg fari at koma til tey turru tølini í hesari fíggjarlógini, har vit tosa um rakstrarvøkstur í prosentum, for nógvar íløgur í for góðum tíðum og so framvegis, men áðrenn tað vil eg fegin líka staðfesta eitt.

Vit fara aldrin at kunna spara okkum til ein haldføran sjálvberandi búskap. Vit fara aldrin at kunna skatta okkum til ein haldføran sjálvberandi búskap, og megna vit at fáa hendur á onkrum ríkidømi, so er tað bara við at lofta støðuni ordiligt, at vit áhaldandi kunnu hava ein haldføran sjálvberandi búskap.

Tí hevur tað ekstremt stóran týdning, at vit í lóggávu og politikki alla tíðina eggja til og royna at tryggja, at vit hava eina kappingarføra vinnu, sum bæði megnar at bera seg sjálva og at gera sítt íkast til okkara búskap. Og onkuntíð eiga vit eisini gera átøk, sum kunnu vera við til at skumpa undir, at vinnan fær betri møguleika at forvinna pengar.
Tí er tað gott, at Fiskimálaráðið hevur eitt sera sterkt fokus á virðisøking í fiskivinnuni, og at ætlanin er at brúka pengar til hetta arbeiðið komandi ár og komandi árini.

Tí er tað eisini týdningarmikið, at Føroyar hava sendistovur í heiminum, sum kunnu vera við til at økja um handilsmøguleikarnar.
Og tí er tað eisini týdningarmikið, at Føroyar í alsamnt størri mun verða sæddar sum eitt land í uttanríkispolitiskum høpi.
Eg eri ivaleysur um, at tann lættasta leiðin til hetta er at gerast eitt sjálvsstøðugt land, men eg viðurkenni eisini, at hesin mátin við áhaldandi at flyta okkum til at síggja út sum eitt sjálvsstøðugt land eisini hevur eitt virði.
Hendan støðan, at vit í størri mun eru farin at síggja okkum sjálvi sum eitt land, sum skal klára seg sjálvt, hevur ført við sær, at tað tíbetur er komið eitt fokus á haldføri í búskapinum.

Eg eri samdur við teimum, sum siga, at tær heilt munagóðu loysnirnar á haldførisavbjóðingini í Føroyum ikki síggjast í hesari fíggjarlógini.
Eitt dømi um munagóðar batar fyri haldføri er spurningurin um pensjónsaldurin hjá yngra fólkinum í Føroyum. Sum tit vita, so hevur pensjónsaldur onki við verandi pensjónistar og eldri fólk at gera, tí ert tú í dag 61 ár ella eldri, so er longu lagt fast, nær tú verður pensjónistur, um alt gongur væl.

Onkursvegna sigur tað seg sjálvt, at vit yngru eiga at hava ein hægri pensjónsaldur enn 67.
Ikki minst, tá vit hava í huga, hvussu nógv livialdurin hjá okkum øllum – og serliga okkum monnum – er vaksin seinastu árini. Ikki tí, vit hava enn ikki fingið kvinnurnar aftur við teirra 20 árum í miðal eftir at hava rokkið 67 ára aldur, men vit eru hagfrøðisliga komnir upp á 17,5 ár eftir 67.

Hinvegin sigur tað seg eisini onkursvegna sjálvt, at langtíðarhaldføri ikki kann síggjast í einari fíggjarlóg. Tað stríðir ímóti natúruni um, at ein fíggjarlóg sum útgangsstøði nettup er fyri eitt ár og tí ikki er nakað langtíðar.

Men vit kunnu gera nøkur átøk í einari fíggjarlóg, sum vísa, at vit fegin vilja gera nakrar langtíðarbetringar. Ein máti er at gera rationaliseringar – og har eri eg ótrúliga spentur uppá endaliga úrslitið av teimum átøkum, sum eru ætlað innan Strandfaraskip Landsins.
Eg eri ivaleysur um, at tað væl ber til at gera átøk við flutninginum av fólki og vørum millum oyggjar í Føroyum, sum bæði geva betri meining fyri brúkararnar og geva minni útreiðslur fyri landið. Men tá mann ger eina rationalisering, sum spara pengar, so má mann eisini ansa eftir, at vit ikki enda í einari støðu, sum vit ikki kunnu standa modell til sum land.
Og nú komi eg til tølini. Eg brúki við vilja bara tøl frá Fíggjarmálaráðnum, hóast eg við roknimaskinuni sikkurt kann koma fram til okkurt annað, tá tað kemur til ávísar inntøkur.

Men lat okkum kortini byrja við tingfólkinum Helga Abrahamsen, sum ein dagin kom við einari áminning til okkum øll um, at tað ikki er so smart at taka æruna fyri betringar í landskassaúrslitum, tá tær bert koma av øktum inntøkum og øktum inntøkumetingum.
Dømið tingmaðurin tók fram var ein mynd, har ein samgonguflokkur – vit í Tjóðveldi gjørdu nakað, sum líktist øgiliga nógv, so tí føldi eg meg serliga raktan – í samband við samtyktu fíggjarlógina fyri 2023 staðfesti, at munurin millum fyrrverandi samgonguna og okkum var nógvar milliónir eyka í yvirskoti. Úrslitið komst av betraðum inntøkumetingum, og nú í heyst eru metingarnar nakrar aðrar.
Vit enda allarhelst við einum halli á fleiri 10 tals milliónir fyri árið 2023. So jú, sambandstingmaðurin kom við einari góðari áminning, sum vit øll áttu á tikið til okkum.

Og nú skal eg ikki tosa so nógv um farnar tíðir, ikki minst tí eg vil royna at fyrihalda meg til tíðina á tingi, sum eg sjálvur havi verið partur av. Men um dagarnar kom flokkurin hjá Helga Abrahamsen við einari talvu, sum líktist øgiliga nógv hinari, sum sami Helgi Abrahamsen minti okkum á.

Talvan hjá Sambandsflokkinum vísir, at undanfarna samgonga tvey tey seinnu árini hevði eitt avlop á fíggjarlógini, meðan hendan samgongan sær út til at hava hall bæði fyri inniverandi fíggjarár og komandi fíggjarár.
Men hvaðani komu avlopini hjá undanfarnu samgongu?
Eg havi kannað tað eitt sindur, og nærum hvør einasta króna í avlopi kom frá betraðum inntøkum. Tí sama, sum teirra egni tingmaður minnir okkum øll á ikki at taka heiðurin av.

Um vit fara eitt sindur nærri inn í tað, so vísti samtykta fíggjarlógin 2021 eitt stórt hall, meðan samtykta fíggjarlógin fyri 2022 vísti eitt lítið yvirskot, sum var bjargað frá einum munandi undirskotið, orsakað av einari ætlan um at selja nøkur partabrøv.
Seinni vísti tað seg, at inntøkurnar blivu betri enn væntað, og tí megnaði undanfarna samgonga av óvart at fáa tvey yvirskot. Tvey yvirskot, sum Sambandsflokkurin nú ger nógv burturúr at taka heiðurin fyri.

Einasta árið tey veruliga ætlaðu sær yvirskot var í 2020, tá korona kom inn yvir okkum, og tað sjálvandi var ógjørligt at fáa yvirskot við teimum átøkum, ið vóru neyðug at fremja.

Og nú nevndi eg tað. Korona. Tí tá hetta uppskotið til fíggjarlóg verður kritiserað, so er tað millum annað fyri, at rakstrarvøksturin er ov stórur. Svarið er, at rakstrarvøksturin er 4,5 prosent, sum í søguligum perspektivi er nógv.
Men samanbera vit við árini 2020, 2021 og 2022 hjá undanfarnu samgongu, so eru tey 4,5 prosentini á borðinum í dag ikki nógv. Í 2020, 2021 og 2022 var rakstrarvøksturin nevniliga í miðal 6,7 prosent um árið.

Korona hevur sjálvandi part av skuldini í hesum rakstrarvøkstri, men tað ber til at reinsa rakstrarvøksturin fyri korona og annað, og tá er miðalrakstrarvøksturin hesi árini 2020, 2021 og 2022 framvegis 5,9 prosent.
Tingfólkið Erhard Joensen segði í miðlunum um dagarnar, at ”musikkurin er sløknaður” og at ”øll hava dansað til musikkin” hesi seinastu árini.

Eg haldi tað var ein góð útsøgn, og tí haldi eg tað vera gott, at vit sum land gera átøk, soleiðis at vit ikki longur skulu hava ein rakstrarvøkstur á 5,9 prosent, men minka hann niður á umleið 4,5 prosent, tá hendan fíggjarlógin er samtykt. Og tað er eisini tann vøksturin, sum vit samtyktu í játtanarkørmunum í vár.

Tað er tó ikki bara í mun til raksturin, at dúgliga hevur verið dansað. Tað hevur eisini verið dansað í mun til íløgurnar. Eg eri púra sannførdur um, at tað í heilt stóran mun eru góðar íløgur, sum eru settar á skrá av undanfarnu samgongu, samtyktar av samdum løgtingi, og sum vit nú fáa gleðina av at fremja. Tí tað eru sjáldan íløgurnar sum drepa teg, tað er altíð raksturin, tá tað kemur til stykkis.
Men tað er kortini greitt, at vit sum land eru farin at gera munandi størri íløgur enn áður hevur verið galdandi. Við at hyggja leysliga at tølunum, so hevur tað verið ímillum 300 og 600 milliónir krónur til íløgur seinastu nógvu árini.

Og tað er altso broytt, nú hetta uppskotið sigur 732 milliónir krónur, meðan metingin fyri árið í ár er, at mann brúkar 879 milliónir krónur.
Tað eru sum sagt sjáldan íløgurnar, sum drepa teg, men tá mann í ár brúkar 879 milliónir krónur sambært meting hjá fíggjarmálaráðnum, og mann sambært fíggjarlógaruppskotinum brúkar 732 milliónir krónur næsta ár, so er tað ikki so undarligt, at fíggjarlógir geva hall, nú inntøkurnar svíkja eitt lítið sindur.

Eg ivist tó í, um vit kunnu siga, at inntøkurnar svíkja. Tær eru eftir teimum væntanum, sum nú eru, bara ikki líka ógvusliga stórar, sum tær hava verið væntaðar at vera. Og tað er upp á ein máta eisini heilt í lagi, at vit fáa eina áminning um, at tá vit gera skipanir fyri, hvussu gjaldast skal fyri atgongd til firðir og fiskirættindi, sum eisini taka nøkurlunda hædd fyri, hvussu tað gongur í tilfeingisvinnunum, so ber tað altso ikki til at dúva uppá hesar inntøkur sum tað, sum alla tíðina skal tryggja, at tað eru pengar til útreiðslur á fíggjarlógini. Hesi orðini eru onki nýtt, men nú vit merkja tað er tíðin kanska endiliga komin til, at vit taka tað í álvara.

Og so havi eg eina eitt sindur ringa samvitsku, sum eg havi havt ígjøgnum árið, tá tað kemur til inntøkur hjá landinum. Tað snýr seg um avgjaldsfrítøkurnar, sum eru galdandi fyri orkuvinarligar bilar. Tað var tað síðsta málið, sum varð viðgjørt í tinginum, áðrenn valið varð útskrivað, og tað var millum tey fyrstu, sum vit høvdu á skrá. Eg royni at ugga meg við, at vit betraðu um skipanina í vár, tí vit reelt bara longdu eina skipan, sum ætlanin alla tíðina var at leingja, samstundis sum vit tóku diesel- og bensinbilarnar við battaríium úr skipanini.

Men líka sum Cato áhaldandi tosaði um, at Karthago skuldi leggjast í oyði, so vísti tingfólkið Steffan Klein Poulsen áhaldandi á – eisini í málum, sum onki hava við el-bilar at gera – at tað eigur at vera eitt loft á, hvussu nógva frítøku ein orkuvinarligur bilur skal fáa. At tað ikki kann vera meiningin, at summir luksus el-bilar skulu hava líka stóra avgjaldsfrítøku, sum ein vanligur bilur kostar at keypa.
Vit, sum blivu meirilutin í fíggjarnevndini og í tinginum, komu í vár til, at fíggjarmálaráðið átti at koma við einum uppskoti um eitt loft á frítøkurnar, tí mista inntøkan av hesum er so stór, at landsstýriskvinnan í umhvørvismálum nærmast kundi loyst øll hini umhvørvismálini, sum samgongan hevur sett sær fyri, við tí upphæddini.

Tað verður so vónandi rættað nú, men vit skuldu havt gjørt tað fyrr. Ikki minst tá vit eisini hugsa um, hvussu nógv fólk í Føroyum ikki hava møguleika til at fáa eina heimaløðistøð.

Samanumtikið: Strukturellar broytingar í einum samfelag verða grundleggjandi ikki gjørdar í einari fíggjarlóg. Eg haldi tað vera keðiligt, at úrslitið ikki er eitt pluss, men eg haldi uppskotið leggur upp til átøk, sum betra um støðuna, og vit mugu eisini vera til reiðar til at broyta eitt lítið sindur, um viðgerðin í fíggjarnevndini vísir, at okkurt eigur at verða loyst eitt sindur øðrvísi.

Men frá Tjóðveldisflokkinum skal ongin ivi vera um, at málið er ein haldførur sjálvberandi búskapur í einum frælsum landi, har fólkið trívist.

All reactions:
19Tú, Annika Olsen, Bjørt Samuelsen og 16 onnur

Deil hesa grein umvegis
468 ad