Lýsing

Annika Olsen

EG eiti Annika Olsen og eri 47 ára gomul og eri mamma at tveimum vaksum dreingjum, Markus
og Bjarna. Eg eri fødd og uppvaksin í Vági, har eg traðkaði mínar fyrstu barnaskógvar. Eg svam
nógv sum ung og var eisini á landsliðinum í nógv ár, og hevur hetta givið mær gott í beinið. I dag
eri eg sera virkin, renni, gangi túrar úti náttúruni og taki eisini onkran svimjitúr á sjónum. Hetta
er allarbesta sálarbótin.

Eg havi altíð havt áhugað fyri politikki, og í lestrartíðini í Danmark varð hesin neisti av álvara
kveiktur. At Føroyar skipa seg sum sjálvstøðug tjóð hevur frá fyrsta degi verið drívmegin fyri
mínum politikki, tað hevur verið mítt hugsjónarliga stavnhald, altíð at hava Føroyar fremst í
øllum. Fortreytin fyri hesum er, at vit vísa fíggjarligt skynsemi, og tí fyllir búskaparmál og
fíggjarmál nógv í mínum huga. Eg havi eitt hjartað við í øllum eg geri, og sum fyrrverandi
almannamálaráðharrin, so fyllir tað sosiala øki nógv hjá mær, at vit megna at taka okkum av
okkara borgarum, ið hava hjálp fyri neyðini og at vit raðfesta okkara eldru, sum hava bygt hetta
landið. At vit hava eitt sterkt og virkið og innovativt vinnulív liggur mær somuleiðis nær at
hjartað. Mentanin er sjálvur hjartaslátturin í samfelagnum og í fólki okkara, og tí eigur
mentanin í breiðastu merking at fáa nógv hægri raðfesting enn í dag.

Eitt sindur um meg:
Útbúgvingar
2006: Exam. Art. í føroyskum frá Fróðskaparsetur Føroya
2006: Námsfrøðilig útbúgving fyri lærarar á vinnu- og miðnámsútbúgvingum (pædagogikum – ástøði)
2001: Cand. Mag prógv við noðurlendskum máli og bókmentum sum høvuðsgrein og religión síðurgrein
1994: Studentsprógv frá Sct. Knuds Gymnasium í Odense
1991: Fólkaskúlaprógv frá Vágs skúla

Arbeiðsroyndir
2022-: lærari á Glasir (fast starv)
2020- býráðslimur í Tórshavnar kommunu
2019: varafólk á Føroya Løgtingi, limur í trivnaðarnevndini og uttanlandsnevndini
2017-2020: Borgarstjóri í Tórshavnar kommunu
2015-2017: løgtingslimur
2011-2015: landsstýriskvinna í almannamálum, norðurlendskum samstarvi og varaløgmaður
2008-2011: landsstýriskvinna í innlendismálum
2008: løgtingslimur: limur í trivnaðarnevndini og landsstýrismálanevndini
2004-2008: býráðslimur í Tórshavnar kommunu
2001-2007: lærari á miðnámsskúlanum á Kambsdali

2004-2007: Skiftandi skeið undirvíst á ávikavist Fróðskaparsetri Føroya og á studentaskúlanum í Hoydølum
1996-2001: Lívbjargari hjá Odense Badevæsen.

Ìtróttarroyndir
2021: Svomið um Nólsoyarfjørð
2014: Hálvan iron man í Århus
2013-2021: runnið 14 hálv marathon
1984-1993: kappsvimjari. Í árinum 1988-1995 var eg á føroyska svimjilandsliðnum, har eg luttók á mongum
altjóða kappingum m.a. í Danmark, Hetlandi, Luxembourg og Finnlandi. Somuleiðis luttók eg á
oyggjaleikunum í Føroyum 1989, í Àlandi 1991 og á Isle of Wight í 1993.