Lýsing

Føroyar skulu gera sínar uttanríkis- og verjuavtalur

Svar til Annu Falkenberg, fólkatingslim:
– Føroyar gera sínar uttanríkis- og verjuavtalur við røttu borðini og røttu fólkunum.

Í lesarabrævi i dag leggur fólkatingskvinnan hjá Sambandsflokkinum eftir Høgna Hoydal fyri ikki at verja áhugamál føroyinga og ikki at vilja sita við samráðingarborðið um verjupolitikkin á Christiansborg. Skilji væl, at sambandskvinnan vil hava, at Føroyar framhaldandi skulu vera partur av einari slíkari eindarhugsan um ríkisfelagsskapin, tað er eksistensurin hjá Sambandsflokkinum og virðing fyri tí. Men veruleikin er broyttur, eisini tann danski, tí í verjusemjuni, sum bleiv undirritað i summar, verður staðfest, at tað, sum hevur við Føroyar at gera, skal fara ígjøgnum Føroya landsstýri og okkara uttanríkisráðharra, sum er Høgni Hoydal.

Fyri fyrstu ferð er tað fest í skjal, at tad eru trý lond, Føroyar, Grønland og Danmark, sum eru partur av hesi semju, og ikki ríkisfelagsskapurin, og fyri fyrstu ferð hava danir góðtikið heitið uttanríkisráðharri í Føroyum. Fyri onkran kann hetta ljóða líkatil, men fyri okkum, sum hava verið leingi i politikki, og eisini sitið við mong samráðingarborð, var hetta eitt bragd, tí hetta hevur als ikki ein sjálvfylgja fyri danir. Nú eru tað danir sum skulu venda sær til Føroya landsstýri við viðurskiftum, sum hava við verjuna av okkum at gera, og ikki vit, sum skulu sita sum ein annar biddari við hattinum i hondini á Christiansborg.

Innihaldið i fólkatingsarbeiðnum gerst minni og minni. Tað hevur tíverri við verandi fólkatingsumboðum havt við sær, at tey í heilum spæla uttanríkisráðharrar. Í skrivinum hjá øðrum teirra í miðlunum verður nevnt, at fólkatingaumboðini hava gjørt eitt upprit við einum ynskilista til hvat Føroyar skulu hava av útgerð. Ja, tit hoyrdu rætt. Militera útgerð, dronur, militerskip, kavbátar vm. Er tað tað vit vilja i Føroyum ? Neyvan.

Okkara uttanríkispolitikkur verður formaður av okkara løgtingi og landsstýri, fólkaræðisligu amboðini umboðandi Føroya fólk. Og tað eru okkara landsstýrisfólk, sum hava mandat til at samráðast um hesi so álvarsomu og eymu viðurskifti. Tað hevur sera stóran týdning at eisini fólkatingsumboðini virða tær mannagongdir, sum eru avtalaðar á landsstýrisstigi. Skeiklan og partapolitiskar snaringar mugu ikki koma fyri, tá talan er um okkara trygd.

Nei lat uttanríkis- og verjupolitikkin vera har hann hoyrir heima , i Tinganesi og i uttanlandsnevnd Føroya løgtings.

 

Deil hesa grein umvegis
468 ad