Lýsing

Sterkari lokalt fólkaræði fer at savna tjóðina aftur

“Eg vil arbeiða fyri: Sterkari lokalum fólkaræði kring landið”, stendur á mínum postkorti, ið eg býti út til fólk. Men hvat merkir hetta?

Jú, samstundis sum nógvar smærri kommunur hava lagt saman í størri eindir, oftani saman við einari, ið longu var sera stór; so hava vit samstundis eisini flutt mestsum alla okkara ávirkan, langt burtur frá smáu økjunum.

Tí eru í dag nógv av hesum smáplássum, og í summum førum størri plássum, umsitin av fremmandum fólkavaldum, ið hvørki kenna, ella leggja stórvegis í, hvat hesi smáplássini meina. Fjarstøðan er ov long, og bindivevnaðurin millum smápláss og umsitingarorganið er ov veikt ella ikki eksisterandi.

Eitt dømi: Í Kollafirði búgva umleið 1000 fólk. Kollafjørður hoyrir til Tórshavnar kommunu og býráðið heldur til í havn. Ein staðbundin nevnd verður vald fyri Kollafjørð, men hendan nevndin hevur ongan útinnandi myndugleika. Hetta kommunu valskeiðið eiga kollfirðingar ein býráðslim. Men tað er eingin sjálvfylgja at hesin kemur inn, tí nógv fólk velja tvørturum floksmørk, fyri at fáa hendan eina býráðslimin inn.
Um hesin ikki var, so var alt Kollafjørð stýrt av fremmandum fólki, við fremmandari mentan, langt burtur úr økinum. Og her er talan um 1000 fólk, ið møguliga einki kommunalt fólkaræði høvdu havt.

Hvussu er so hjá teimum smærri bygdunum? Jú, tær hava ongan kjans. Og skilið og ónøgdin er eisini hareftir.

Mítt uppskot er tí:

–            Allar bygdir í størri kommunueindum skulu hava eina staðbundna fólkavalda nevnd, ið verður vald, tá ið kommunuval er.

–            Øll mál, ið umfata økir ið nevndin er vald fyri, skal leggjast fram fyri nevndina til hoyringar.

–            Staðbundnu nevndirnar skulu hava til uppgávu, at kunna fólkið í bygdunum um tað, ið fyriferst í umtalaða økinum.

–            Nevndirnar skulu hava eitt ávíst lógarfest útinnandi vald; ella kundi man sloppið undan hesi lóg, um býráðini vístu virðing fyri smáplássunum. Men hetta síðsta er lítið sannlíkt.

–            Hendan nevndin skal hava kunnleika um, hvat kærumøguleikar eru, og hvussu man nýtir teir.

Fólkaræði í øllum bygdum má styrkjast, um vit skulu megna at savnað allar útjaðarar og miðstaðir aftur, sum í dag eru í tvíningum. Og her eiga landspolittikarir eisini sín stóra leiklut at vísa samfelagssinni, eisini á teimum smáu plássunum, har ið langt er ímillum stemmurnar.

Ein savnað tjóð kemur altíð longur fram áleið enn ein, ið er spjadd.

Eg ynski eitt føroyskt fullveldi, við einum savnaðum fólki.

 

Jenus í Trøðini, valevni fyri Tjóðveldi.

 

Jenus í Trøðini

Deil hesa grein umvegis
468 ad