Eg búgvi á Rógvugarði í Vestmanna, saman við konuni Barbaru og synum okkara Torsteini, Peturi og Arna. Vit hava eina fitta verdóttur ið eitur Monika, og fer hon at ríkað familju okkara seinni í heyst.
Vit eiga eina kettu, ein fress og tvær border collie tíkar, Molly og Peik. Nakað av seyði hava vit eisini, og plagi eg at hava veðrar inni í fjósinum um veturin.
Elsti sonurin er inniløgumaður sum eingin annar, og skaffar hann bæði grind, harur, fugl og fisk til húsarhaldi, umframt at hann rennur í hvørji skorð. Alt hetta ger hann eftir arbeiðstíð sum lærlingur á MEST í Havn. Hann er umframt hetta óførur rógvari og hondbóltsmálverji.
Yngru synir okkara eru ættleiddir úr Kina og Suður Korea, og er áhugin í eysturasiatisku mentanini stórur. Ættleiðingarnar hava verið ein sera stór gáva, og eisini ein stór avbjóðing. Eg havi stóra viðring fyri møguleikanum at ættleiða, tó eg vildi ynskt, at eingi foreldur í heiminum vórðu noydd at lata barn sítt frá sær orsaka av vesaladómi. Eg havi serligan áhuga fyri at viðurskifti hjá ættleiddim børnum og familjum teirra verða munandi bøtt.
Eg havi slitið mínar barna- og ungdómsskógvar í Vestmanna, bæði í fjørðu og haga, í ítróttarhøllini og í kappróðrarbáti.
Eg eri elstur í systkynaflokkinum og havi eg tríggjar yngri systrar, Anna Margretha, Tomma og Viviann. Pápi okkara er sjómaður og siglir sum stýrimaður við Fagraberg. Mamma mín arbeiðir í barnagarðinum Gjáarlon í Vestmanna.
Í fríðtíðini fáist eg við seyðahald, seyðahundavenjing, haruveiðu, eri við synunum til frítíðarítriv, og annars alt annað ein nútíðar pápi tekst við. At vera saman við familju- og verfamilju dámar mær sera væl. Eisini dámar mær væl enskan fótbólt og er Manchester United mítt lið. Hondbóltur er nakað ið fyllir nógv hjá øllum vestmenningum, og dámar mær væl at stuðla okkara blá-gula liðið. At hugna mær við vinum og reypa eitt sindur er ikki so galið.
Tann frælslynti politikkurin
Tað frælslynta menniskjasýnið byggir á, at hvørt einstakt menniskja hevur rætt til at taka ábyrgd fyri sær sjálvum.
Fólkið trívist best sum frælst, men undir ábyrgd. Frælsi merkir, at man frávelur tvang, samstundis sum tað eisini merkir at taka ábyrgd av sínum egna lívi og samábyrgd fyri øðrum og lagnu landsins.
Í hvørjum einstøkum menniskja liggur ein ábyrgdarkensla at taka ábyrd av sær sjálvum og sínum lívi. Hetta kann verða tikið frá einum og stendur man tá eftir við tí maktarloysi og ábyrgdarloysi.
Tað má liggja einum fólki á hjarta at taka ábyrgd. Fyritreytirnar fyri einum góðum landi er, at hvør einstakur tekur ábyrgd av, at taka aktivan lut í og virka fyri, at øll í samfelagnum kunnu liva virðiligt.
Samhaldsfesti millum føroyingar styrkist av at geva hvørjum einstøkum frælsi, at kunna stríðast fyri einum góðum
Um meg sjálvan
Flokkur: Tjóðveldi
Føddur: 04.02.1974
Foreldur: Torstein og Sigrið Petersen
Hjúnafelagi/sambúgvi: Barbara Brattaberg
Børn: Torstein, Petur og Arni P. Brattaberg
Útbúgving: Marknaðarøkonom og bankaútbúgving
Yrki: Borgarstjóri
Álitisstørv: Løgtingsmaður frá 1. september 2015. Borgarstjóri í Vestmanna kommunu.
Heimstaður: Rógvuvegur 1, FO-350 Vestmanna
Telefon: 424702
Fartelefon: 770107
Email: paulip@logting.fo