Lýsing

Framtíðartryggjað umhvørvi, sum setur borgaran og vinnuna fremst

Hetta, at vit hava eitt vakurt umhvørvi, og at tað er reint og snotuligt; ja – tað er ikki ein sjálvfylgja. Tað er tí, tað javnan verður ruddað, og her liggja nógv ársverk aftanfyri hesa tænastu, ið kommunan veitir borgarunum.

Tá ið tað byrjar at sansa at, leggja vit øll skjótt til merkis, at umhvørvið er dálkað. Vit hava verið vitni til at síggja olju á sjóvnum, at tað flóta fløsksur og plastikk á vágni, ella at tóm patrónhylki rekast í haganum. Og ja, hvør minnist ikki tá verkfall er; tá gøturnar eru undir í óruddi og illa luktandi ruskíløt bjóða óynsktum likkum og rottum vælkomnum?

Men tað eru eisini dálkingar, ið vit ikki síggja. So sum Co2 útlátið frá bilum ella skipum, ella útlát av teimum evni, sum renna úr reinsiverkunum í firðirnar. Sum partur av einum umhvørvi, sum vit kunnu lata til okkara næsta ættarlið, fylgja nakrar skyldur. Ikki bara føgur orð 4. hvørt ár, men verðulig orð sum halda. Hugburðsbroyting skal til, tí við áhaldandi líkasælu verður ikki lívið hjá vinnuni lagað. Vinnan, sum er grundarlagið fyri okkara vælferð.

Um eingi ítøkilig tøk verða tikin, har umhvørvið og vinnan ganga hond í hond, verður eingin framburður í okkara kommunu; ja, kring alt landið. Skulu vit náa málinum at betra um okkara umhvørvi, kundu vit byrja við at tryggja at okkara firðir gerast enn reinari – t.d. við at seta neyðugu játtan av til at betra um kloakkirar. Tað kundi verið einar 10 mió. árliga næstu 10 árini.

Vit kundu fingið størri nyttu burtur úr avlopshitanum frá brennistøðini, við eitt nú at knýta alt Gundadalsøkið í skipanina hjá Fjarhitafelagnum.

Eg vil virka fyri einum reinari umhvørvi.

Boði Haraldson, valevni fyri Tjóðveldi
Býarverkfrøðingur seinastu 16 árini, og nú leiðari fyri infrakervið á Landsverki.

Boði Haraldson

Deil hesa grein umvegis
468 ad