Lýsing

Mangt skal man hoyra !

Útmeldigarnar nú um dagarnar eru áhugaverdar.

Stakir uppihaldarar skulu nú á breddan, og skattalættið skal fremjast til lág- og miðallønt. Vit skulu taka ræðið á nýggjum málsøkjum og gerast meira sjálvbjargin.

Tað ber opinbart til at blása og hava mjøl í munninum !

Somu politikarar og flokkar, sum hava staðið fyri tí mest ósolidariska og sambandska politikkinum, vilja nú á samhaldsfasta frælsisleið. Somu fólk, sum seinastu árini hava havt buktina og báðar endarnar og allar møguleikar at skapa eitt rættvísari og frælsari samfelag, og sum tilvitað ikki hava   brúkt henda møguleika, ynskja nú broyting. Og alt gott um tað, tí broytingarnar eru neyðugar. Men hvat man vera orsøkin til hesa kúvending ? Kann tað vera tí, at fólk hava varnast, hvussu órættvíst og skeivt er stýrt ? Kann tað vera samvitskubit ella kanska ótti fyri vaktarskifti, nú veljarin sleppur til orðanna? Tað fáa vit at síggja. Men lítið álitsvekjandi er tað soleiðis at siga eitt og síðan gera nakað heilt annað. Tað minnir ikki sørt um fólkatingsvalstríðið, har fólk ætlaðu sær á fólkating at stríðast fyri frælsinum, samstundis sum tey í Føroyum hækkaðu blokkin. Slíkar mótstríðandi útsøgnir og gerðir fáa fólk at missa álit á politikkarum.

Tað er ein sannroynd, at partar av føroya fólki ikki fingu lut í flatskattalættanum. Tað er eisini ein sannroynd, at tað eru somu fólk, sum við sínum pensjónspengum, eru við til at fíggja lættan til tey hægstløntu. Henda gongd kann ikki halda áfram. Sjálvsagt skulu allir borgarar hava lut í tí ríkidømi og teimum ágóðum, sum eru. Alt annað er órættvíst. Løgtingið hevur skyldu at lóggeva fyr alt fólkið, skyldu at fordeila heldur enn at forfordeila. Málið má vera at tryggja øllum líkinda livikor.

Um tað er nakað mál, sum løgtingslimir áttu at brotið svøvn fyri, so skuldi málið verið, at gjørt alt fyri, at vit ikki høvdu fátækar barnafamiljur í landinum. Við søguliga góðum tíðum í einum annars ríkum samfelag átti tað als ikki at verið neyðugt við barnafátæktadømi. Tað snýr seg sanniliga eisini um politiksa raðfeting ella mangulin uppá sama. Vit hava gjøgnum longri tíð vita um trupulleikan. Bæði álit um fátæktamark, tøl frá Hagstovuni og frá hjálparfelagsskapum prógva hetta.

Vit hava góða vitan um álvarsomu avleiðingarnar fyri børn, sum vaksa upp í fátækt. Til dømis eru minni sannlíkindi fyri, at tey seinni í lívinum fáa eina útbúgving. Tey eru oftari sjúk enn onnur børn og hava nógvar trupulleikar at dragast við. Trupulleikar, sum røkka langt inn í teirra vaksna lív. Samanumtikið er grundarlagið lagt fyri verri lívsgóðsku og einum truplari lívi, um børn vaksa upp í fátækt. Men hóast hesa vitan er ikki nokk gjørt fyri hesi børn. Tað er ein sorgarleikur í sjálvum sær.

Áðrenn løgtingið fór í summarfrí, fall eitt uppskot frá andstøðuni um at hjálpa hesum familjum. Arbeiðsbólkur er settur at arbeiða við nýggjum uppskotið. Uppskotið er farið til hoyringar, men tað løgna er, at løgmaður, tá ið hann útskrivaði val, segði, at hann hevði avgjørt, at val skuldi útskrivast áleið 4 vikur, áðrenn hann fráboðaði avgerðina. Tað merkir, at hann var vitandi um, at uppskotið fór at detta burtur á ólavsøku. Tí er spurningurin, um tað nakrantíð var ætlanin at gera nakað fyri børnini í fátækt. Var álvarsemi aftanfyri ætlanina, hevði uppskotið verið framt fyri langari tíð síðan.

Tað er nú undarligt. Sjálvt aftaná man hevur verið hjá dønum eftir meira peningi og fingið nógvar og nýggjar inntøkur, ja so liva nøkur av okkara børnum í truplum korum. Hetta kann ikki halda áfram, men má loysast í stundini. Um nakað er eitt etiskt mál, so er tað hetta. Tí má eitt skifti fara fram í politikki. Politikarar við hjarta fyri øllum føroya fólki mugu koma framat heldur enn politikkarar, sum virka fyri tey útvaldu. Og so mugu vit kunna hava álit á, at politikarar gera tað, teir siga.

Sirið Stenberg Tjóðveldi

 

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X