Lýsing

BØURIN

Samlaða víddin av føroyska lendinum er 1.400 km2. Av hesum er í dag einans 4% bøur.

Varð allur bøurin sligin, og nýttur sum fóðurgrundarlag til føroyska landbúnaðin, svarar tað til at virði á 126 milliónur krónur um árið við dagsins prísum.

Hetta virði hava bøndur og okkara forfedrar skapt, fyri at yvirliva.

Umskipaðu vit lendi, til nútíðaramboð, og gagnnýttu allar teir 5.600 hektararnar av bøi sum er í føroyum, við eini landbúnaðarskipan ið tryggjaði at landbúnaðurin fekk bø fyri bø, tá lendi fer undir bygging, betong og asfalt. Vóru vit sjálvbjargin við 13 milliónum fóðureindum árliga.

Fingu vit allan bøin til høldar, vóru vit longu nú sjálvbjargin við stráfóðri til mjólkneytini og seyðin í føroyum.

Økja vit landbúnaðarlendi við 100%, altso 8% av føroya landi, vildu vit verið sjálvbjargin við seyðakjøtið, neytakjøtið, mjólk og mjólkarúrdráttum, eplum, o.ø grønmetið og nakað av kornið við.

Lendið kann ikki miðsavnast, tí vil Tjóðveldi tryggja sømdir og kor um alt landið. Eisini til bóndan, sum skal føða tjóðina. Tí mat mugu vit hava tríggjar ferðir um dagin hvønn dag.

Vel eina rødd sum talar sakina hjá landbúnaðinum.

Set tín X við meg, á lista E, tann 8. desembur.

Jens Ivan í Gerðinum

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X