Lýsing

VIÐ TÆR Á ODDA!

Vit ungu eru tað næsta ættarliðið, sum skal byggja hetta landið. Hví ikki byrja nú? Hví ikki velja eina kós? Hví
ikki gera vart við tína meining? Hví ikki hava ávirkan á okkara framtíð?

Hesir vóru spurningarnir, sum fóru at mala í mær, tá ið valið bleiv skrivað út, og teir hava nú skumpað meg
út í hettar valstríðið. Hví ikki byrja nú? Vit skulu vónandi verða her í nógv ár afturat, vit skulu mennast og
búleikast her í okkara fantastiska landi, her fara okkara børn at vaksa upp, so hví ikki byrja at gera Føroyar
betri nú? Vit ungu hugsa nógv um framtíðina, veðurlagsbroytingar, útbúgvingar, dreymar, ferðir, gleði og
familju. Alt hettar ávirkar okkum, so hví skulu vit ikki betra um hetta beinan vegin? Vit ungu hava eina
meining um, hvussu hetta skal loysast.

Eg valdi eina kós, hvussu við tær? Vilt tú saman við mær stríðast fyri, at vit ungu verða hoyrd? At allir
føroyingar vera loftaðir, um teir ikki sjálvir megna gerandisdagin? Vilt tú berjast fyri, at í Føroyum skulu allir
føroyingar kunna liva frælst í einum frælsum landi? Vilt tú sleppa til orðanna og hart og týðiliga siga tína
hugsan? Eg tók eina avgerð. Eg svaraði JA! Vit ungu eru framtíðin! Saman skulu vit gera hetta landið betri!
Latið okkum taka ein avgerð. Hvussu skulu Føroyar skipast?

E vil, at allir føroyingar skulu liva frælst! E vil, at Føroyar skulu vera eitt land fyri ØLL! E vil, at í Føroyum
verður lurtað eftir okkum ungu! Tað er hóast alt okkara framtíð, ið ávirkast av avgerðunum hjá teimum
gomlu í løgtinginum. So FAR Á VAL!

X VIÐ JÓGVAN JÓN
X VIÐ E

- onnur innlegg

468 ad