Lýsing

Eg stili upp til løgtingsvalið!

Eg takki fyri áheitanina frá Norðstreymoyar tjóðveldisfelag um at stilla upp til løgtingsvalið 2022.

Eg kann ikki lova nakað, annað enn at eg vil gera mítt besta fyri landið og mítt økið um eg verið valdur.
Hetta eru nøkur av evnunum, sum eg haldi eru av týdningi til hetta valið.

Eitt samfelag yri øll!
Vit mugu skipa so fyri at øll hava somu møguleikar og somu rættindi í okkara samfelagið. Tað er
ikki í lagið at summir bólkar verða útihýstir. Nógv stríðast í gerandisdegnum og tí eiga vit at hjálpa
teimum sum eru harðast rakt av vaksandi matvøruprísunum. Hetta kann gerast við millum annnað
at avtaka MVG á ávísum vørum. Her hugsi eg serliga um heilsugóðar matvørur sosum frukt og
grønmetið.

Náttúruna fyrst!
Náttúran er grundarlagið og upprunin. Tí eiga vit av øllum alvið at verja og varðveita náttúruna í so
stóran mun, sum til ber. Vit eiga tí at fáa eina hóskandi umhvørvisverndarlóg sum tekur atlit til
náttúruna, sum skjótast. Fiskiskapur og aivinna eiga eisini at stremba fram ímóti at gerast so
lívfrøðiliga burðardygg, sum gjørligt. Hetta kann gerast við at skipa styrkja útbúgvingar
møguleikarnar innan hesar vinnur.

Bústaðarmøguleikar
Ung fólk eiga at fáa betur møguleikar at seta búgv úti um landið. Tað frættist at tað er trupult hjá
ungum at fáa lán til egnan búðstað uttanfyri høvuðsstaðin. Bústaðir eiga at gera tað smidligari at
seta búgv, møguliga við at gera íbúðir serliga ætlaðar eldri fóki úti um landið. Hetta fer at geva
yngri fólki betur møguleika at seta búgv.

Breiðar og varðandi semjur
Vit hava ov nógvan blokkpolitikk í Føroyum, har ið flokkar hava ringt við at samstarva tvørtur um
floksmark um stór mál. Nevnast kunnu samferðsluøkið, heilsuøkið, hvussu skipa vit ferðavinnu?,
fíggjarligt haldføri, útlendinga mál/politikk og annað mangt. Semjur eiga at gerast um hesi stórmál
tvørturum samgongu/andstøðu so at eitt betur langtíðar haldføri fæst í Føroyskan politikk.

Grundleggjandi rættindi tryggjast! 
Vit eiga øll at sleppa at ferðast frítt í okkara landið. Tað verða sett portur upp við serlig náttúru økið
í Føroyum. Eg skilji væl fólk í økjunum, sum vilja ansa eftir náttúruni tá ið tey uppliva at ferðafólka
bólkar, teimum óvitandi, brádliga standa í túninum. Tí eigur hetta økið at samskipast betur, so at
vanligi føroyingurin sleppur at síggja sítt land og fólk í økjunum fáa gagn av ferðavinnuni
samstundis.

Fróði B. Skúvadal
Valevnið fyri Tjóðveldi

468 ad