Lýsing

Saman um okkara felagskapir

Besti máti at verja okkara børn og ung er at hava tey upptikin av sunnum og góðum felagsskapi og boðskapi

Felags fyri øll menniskju er, at vit trívast best í felagsskapum við onnur. Felagsskapirnir eru ymiskir, ítróttur, ungmannafeløg, føroyskur dansur, kirkjur, samkomur og mangt annað.

Tíbetur eru felagskapirnir nógvir og ymiskir, har vit kunnu royna okkum fram og finna út av, hvar vit føla okkum best heima í einum ella fleiri teirra.

Hesir felagskapir eru í dag so umráðandi sum ongantíð áður, tí freistingarnar eru nógvar, tíverri eisini í teimum smáu samfeløgunum.

Í felag mugu vit savnast um og stuðla um hesar felagskapir, sum eru her í oynni og kring um landið annars, og vit mugu geva hesum felagsskapum bestu karmar at virka undir.

Besti máti at verja okkara børn og ung er at hava tey upptikin av sunnum og góðum felagsskapi og boðskapi. Hetta er kanska ikki alt svarið, men hetta er ein góð byrjan hjá okkara børnum og undómum.

Flestu felagsskapir hava eitt til felags, og hetta er tað sjálvbodna arbeiði, sum so mong gera kring um landið og sum er krumptappurin í arbeiðnum.

Í einari oyggj sum okkara eru mong partur av hesum arbeiði, og vit eru mong, sum brúka nógva tíð til venjing saman við børnum og ungum og sum ferðast av oynni til kappingar, bæði summar og vetur.

Vit hugsa neyvan so nógv um hetta í tí dagliga, tí hetta er bara ein partur av at liva og búleikast her, og hetta er ein partur av felagsskapinum.

Vit vita, at hetta er ein vinningur fyri okkara børn og ung. Tá børnini trívast, mennast og hava tað gott í felagsskapi við onnur, hava vit sum foreldur tað eisini gott.

Børnini eru okkara dýrgripar. Tey eru tað besta, vit eiga, og tey eru okkara framtíð. Lat okkum standa saman og vísa teimum álit og røttu leiðina.

Eins og ungdómurin gerst vaksin, sjálvbjargin og frælsur, er tað mín vón, at vit í Føroyum eisini fara at krevja, at allar avgerðir, sum viðvíkja Føroyum, verða tiknar á Føroya løgtingi.

Nú fólkatingsval er beint fyri stavn, og eg bjóði meg fram sum eitt av valevnunum hjá Tjóðveldi, er tað mín vón, at fólk her í Sandoynni og víða um landið vilja veita mær stuðul á valinum.

 

Kristian Oskar Henriksen, valevni hjá Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad