Lýsing

Benjamin nýggjur formaður í Norðurstreymoy

Norðurstreymoyar Tjóðveldisfelag hevur á aðalfundi tann 20. Apríl 2022 valt nýggja nevnd, og hevur nýggja nevndin skipað seg við Benjamin Thomassen úr Kollafirði sum formann.

Á aðalfundinum vórðu formansfrágreiðing og roknskapur góðkend, og kann felagið gleðast um ein sunnan rakstur og økt limatal í 2021. Lagt er upp til, at nýggja nevndin fer at skipa fyri fleiri tiltøkum og at skapa størri áhuga fyri tjóðveldispolitikki í 2022.

 

Nevndarval var somuleiðis á skránni. Nýggja nevndin sær soleiðis út:

Benjamin Thomassen, Kollafjørður, formaður

Petra E. Petersen, Kvívík, næstforkvinna og skrivari

Jenus í Trøðini, Signabøur, peningarøkil

Rógvi Nybo, Hósvík, nevndarlimur

 

Tiltakslimir eru:

Heini Holm, Kvívík

Jógvan í Dávastovu, Vestmanna

 

Nevndin

Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad