Lýsing

Havnin sum universitetsbýur

 

Havnin skal verða ein veruligur universitetsbýur, ið skal vera við til at seta dám á eitt blómandi lestrar- og mentanarlív í býnum. Tórshavnar kommuna skal gera sítt til, at hetta gerst veruleiki sum skjótast.

Vanliga fatanin av einum universitetsbýi er ein staður, har ein floymur av ungdómi kemur til býin at fáa eina útbúgving. Samstundis er ein universitetsbýur ein staður, har mentanarlívið stórtrívist, júst vegna hesi orkuríku ungu, sum umframt at lesa eisini eru virknir luttakarar í øllum hugsandi tiltøkum.

Hóast bæði Fróðskaparsetrið og Glasir húsast í Havn, so sæst hetta ikki aftur í aldursbýtinum hjá íbúgvunum, tvørturímóti er aldursbólkurin 20-29 ár í Tórshavnar kommunu eitt vet lægri enn hinir aldursbólkarnir. Hetta merkir helst, at ungdómurin í Havn leitar sær út um landoddarnar at fáa sær útbúgving, samstundis sum fá flyta til Havnar í sambandi við útbúgving. Tey av bygd, sum koma til Havnar at útbúgva seg, velja heldur at vera búgvandi á bygd og ístaðin pendla ímillum.

 

Einki hendir

Mong spyrja, hví einki hendir við menningini av universitetskampus í Havn. Helst eru svarini mong, men neyvan er tað av korona. Tað hevur verið arbeitt, bæði væl og leingi við ætlan um universitetskampus, men enn er ikki verulig gongd komin á. Nú eru vit komin har til, at verulig gongd skal setast á hetta stóra arbeiði, og kommunan kann gerast ein týðandi viðspælari.

 

Aalborg og Keypmannahavn at samanbera við

Um vit samanbera við lutfallið í tveimum kendum universitetsbýum, nevniliga Aalborg og Keypmannahavn ,so sæst, at serliga aldursbólkurin 20-29 ár er nógv størri enn aðrir aldursbólkar í hesum báðum býum. Hetta er júst vegna floymin av ungdóm til hesar býir, eisini úr Føroyum.

Í Havn koma eisini ein rúgva av lesandi til Havnar. Men tey “pendla” – tey koyra og sigla til undirvísing, og so skjótt undirvísingin er av, fara tey heimaftur. Sostatt eru tey ikki partur av býarumhvørvinum í Havn. Tíðin tey brúka til ferðing fer burtur av tíðini, tey hava til onnur tiltøk.

 

Lestrarbústaðir, kampus og livandi mentanarlív

Í øðrum universitetsbýum verður lagdur stórur dentur á at skapa góðar umstøður fyri tey lesandi, m.a. við lestraríbúðum. Flestu føroyingar kenna Oyrasundskollegiið, har útvið 1000 íbúðir eru á einum til tað lítlum øki. Tað er eitt samfelag fyri seg, har nógv vinarbond eru knýtt, og nógv professionell samstørv seinni í lívinum eru grundað á.

Á Fróðskaparsetrinum eru umleið 1000 lesandi, sum koma úr øllum landinum. Bæði tey og Havnin høvdu fingið nógv meira burturúr teirra tíð á Setrinum, um tey fingu karmar at búleikast, á sama hátt sum í øðrum lestrarbýum.

Fróðskaparsetrið skal hava eitt kampus, og partur av tí eru lestraríbúðir. Lat okkum byrja at byggja hesar, ongantíð ov skjótt.

John Dalsgarð

valevni fyri Tjóðveldi

 

 

John Dalsgarð

Deil hesa grein umvegis
468 ad