Lýsing

Tey, sum hava minst, skulu onki fáa! 

At taka frá teimum, sum hava minst er samgonguni so líkt. Fyrsta uppskot, eg nakrantíð viðgjørdi á tingið, var frá Anniku Olsen um ikki at javna almannaveitingarnar. Hetta hendi samstundis sum tey gjøgnum flatskattin tryggjaðu hægstu inntøkunum ein skattalætta uppá túsundavís av krónum um mánaðin. Nú sita somu fólk aftur við valdið, og søgan endurtekur seg. Heldur ikki nú skulu almannaveitingarnar hækka. Tey sum hava minst skulu onki fáa! 

Meðan samgongan arbeiðir við hond og fót fyri, at ríkidømi hjá okkum øllum bert kemur nøkrum fáum til góðar, og kýtir seg at bróta niður samhaldaføstu skipanirnar, sum vit øll eiga, ja so fingu tey menniskju í okkara samfelag, sum treingja mest fíggjarliga, nú boð frá landsstýrinum; “Tit fáa onki!” Ella rættari, jú tit fáa rokningina. 

Hetta má vera eitt av stóru lyftisbrotinum hjá Fólkaflokkinum. Pensjónistar skuldu jú fáa 2000 kr. meira um mánaðin. At hinir samgonguflokkaranar ganga við til hesa dáragerð er áhugavert. Man freistast til at siga “vís mær hvat tú gert, so eg síggi hvør tú ert” 

Í seinastu samgongu tryggjaðu vit, at pensjónistar fingu meira at liva av, at fyritíðarpensjónin hækkaði, at familjuískoyti bleiv sett í verk, at lestrarstuðulin hækkaði, at korini hjá støkum batnaði, at skattalætti bleiv latin til lág- og miðallønt og ymiskt annað, sum skuldi bøta um livikorini hjá teimum, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Og har er enn nógv eftir at gera, tí sosiali ójavnin er enn ov høgur. Prísir á vanligum gerandisvørum og býlisútreiðslur eru støðugt hækkandi, og tað merkist best hjá teimum, sum hava minst. 

Tað er ótrúligt at koma sær at biða løgtingið samtykkja, at ongar veitingar skulu hækkað. Tað er, at biða løgtingið samtykkja at gera korini hjá teimum fólkum, sum hava minst uppaftur verri. Tað kann man ikki gera. Politikkur snýr seg eisini um anstendigheit! 

At kassin er tómur, tað er so nakað heilt annað. Men tað eru ikki fólkapensjónistar, fyritíðarpensjónistar og fólk, sum fáa veitingar, sum hava tømt hann. Tað hevur sitandi landsstýrið ábyrgdina av. Tey komu til fullar kassar. Og tey kláraðu at tøma teir bæði skjótt og brátt- eisini uttan korona. Og tá ið kassin er tómur, so fer man við rokningini til tey, sum hava minst við. Tá skulu teirra herðar bera tey ríkastu. 

Hesum politikki taka vit í Tjóðveldi frástøðu frá og fara at gera okkara til, at hetta verður broytt. 

Sirið Stenberg, Tjóðveldi

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad
X