Lýsing

Sirið spyr um koronukanningar av fólki, sum koma sjóvegis til Føroya

Munnligur fyrispurningur
til
løgmann, Bárð á Steig Nielsen
viðvíkjandi koronukanningum av fólki, sum koma sjóvegis til Føroya

  1. Hvør er orsøkin til at fólk, sum koma sjóvegis til Føroya, ikki eru fevnd av kravdu koronukanningunum, sum eru á flogvøllinum og við Norrønu ?
  2. Er ætlanin, at kanningarstrategiin eisini skal umfata skipaferðsluna so øll, sum koma til landið, líka mikið hvussu tey koma hendan vegin, verða koronukannað ?

Viðmerkingar:

Í løtuni verða øll, sum koma til Føroya umvegis flogvøllin og við Smyril Line koronukannað. Hetta fyri at byrgja fyri, at smitta kemur inn til landið. Samstundis vita vit at fólk, sum koma við fiskiskipum, ikki hava latið seg kannað. Og spurningurin er hvørt fólk, sum koma við stuttleikabátum ella líkandi, verða kannað.

Tað tykist undarligt, at so stór orka verður løgd í at kanna fyri koronu á flogvøllinum og við Norrønu, um somu krøv ikki eru galdandi fiskiskip, stuttleikabátar v.m. Vit hava verið vitni til, at útlends fiskiskip hava havt smittu umborð. Tí er eisini neyðugt at fáa upplýst, um ætlanin er at seta hesum skipum somu krøv, sum verða sett fólki á flogvøllinum og við Norrønu.

Á Løgtingi, 2. september 2020

Sirið Stenberg

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad