Lýsing

Sirið spyr um busssamband til Vestmanna

Munnligur fyrispurningur til landsstýrismannin í fíggjarmálum Jørgen Niclasen um busssamband til Vestmanna.

1 Er ætlanin er bøta um busssambandi til og frá Miðnámsskúlanum í Vestmanna ?

1 Um ja, nær kann tað so væntast at vera

Viðmerkingar

Tað er at fegnast um, at busssamband millum Vágar og Glasir er bøtt soleiðis, at tað passar við skúlatíðina. Skulu fólk brúka bussarnar so mugu ferðaætlanirnar, so væl sum tilber, verða tillagaðar til tørvin hjá fólki. 

Tað hevur verið alment frammi, at tað eisini er tørvur á betri busssambandi til Miðnám í Vestmanna. Rektarin á skúlanum hevur víst á, at bussambandi er so mikið vánaligt, at ung fólk velja skúlan frá. 

Stjórin á SSL hevur víst á, at ein ætlan fyri bussleið til Vestmanna er fyrireika og klár at seta í verk, men at tað neyvan verður fyrr enn komandi ár vegna væntandi fígging nú.  

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad