Lýsing

Nevndin í Suðuroyar Tjóðveldisfelag afturvald

Sunnudagin 16. august hevði Suðuroyar Tjóðveldisfelag aðalfund og 1. uppstillingarfund.

Nevndin varð afturvald og heldur óbroytt fram.

Bárður Gunnarstein Nielsen, formaður

Sirið Brattaberg Evaldsdóttir, næstforkvinna

Finnbjørn Hovsgarð, kassameistari

Anna Brattaberg, nevndarlimur

Dennis Holm, nevndarlimur

 

Bárður Gunnarstein Nielsen bleiv valdur í aðalstjórnina.

Kjakið á fundinum snúði seg mest um seinastu veljarakanningina og hvussu okur arbeiða víðari sum flokkur.

Tað var eitt greitt ynski á fundinum, at okur arbeiða víðari við niðurstøðunum, sum blivu gjørdar á arbeiðsdegnum, sum var í Marghøllini í Vági.
Eisini er tað alneyðugt, at flokstingið verður so skjótt sum almennu korona tilmælini loyva tí.

1. uppstillingarfundur
Uppstillingarfundur var eisini hildin sunnudagin og hava okur higartil fingið 7 fólk á listan til býráðsvalið í Vági.

Miðað verður eisini eftir at manna ein lista á Tvøroyri næstu dagarnar, og væntandi verður 1. uppstillingarfundur á Tvøroyri um mánaðarskifti.

Vegna nevndina

Bárður Gunnarstein Nielsen, form.

Suðuroyar Tjóðveldisfelag

Deil hesa grein umvegis
468 ad