Lýsing

Samgongan feldi okkara uppskot um at útbúgva fleiri røktarstarvsfólk

Hóast ovurstóra tørvin á at útbúgva fleir røktarstarvsfólk, so slapp uppskotið tíverri ikki ígjøgnum samgongunálareygað. Og tað er veruliga at undrast á. 

Røktarstarvsfólkini hava júst staðið í fremstu røð og tikið stór tøk í samband við koronusmittuna. Og herðaklappini hava ikki trotið. 

Tó kunnu vit gleðast um, at viðgerðin av hesum uppskoti elvdi til gott og gevandi alment kjak um stóra tørvin á røktarstarvsfólkum. Eisini hevur nevndarviðgerðin greitt víst á, at tað er stórur tørvur á at fáa útbúgvið fleiri røktarstarvstarvsfólk.  Bæði í sjúkrahúsverkinum og í kommununalu eldra- og heilsutænastunum. 

Í seinastu samgongu løgdu vit stóran dent á at fáa útvegað nóg mikið av serlæknum og kommunulæknum. Hetta hevur tíbetur í stóran mun eydnast. Tíðin er nú komin til at gera ætlan fyri, hvussu vit tryggja okkum, at vit eru før fyri at møta framtíðar avbjóðingum á røktarøkinum. 

Góða gongdin í samfelagnum, har vit gerast alsamt fleiri, samstundis sum miðalaldurin hækkar, og nýggj viðgerðartilboð leggjast til, er eitt stórt tilfeingi, sum eisini setir krøv til okkara framtíðar sjúkrahúsverk og til kommunalu eldraøkini. Krøv, sum vit eru før fyri at møta útbúgvingarliga, tí vit hava útbúgvingarstovnarnar í Føroyum. 

Aktuella støðan við koronasmittuni hevur eisini greitt víst, hvussu týdningarmikið tað er við væl skikkaðum starvsfólkum, og hvussu trupult tað í ávísum støðum er at hava nokk av fólki. Upplýsingar frá avvarðandi fakfeløgum vísa, at tørvur longu nú er á starvsfólkum. Tað er heldur ikki óhugsandi, at koronastøðan kann føra til, at fleiri fara at velja at útbúgva seg, nú ungdómsarbeiðsloysi kann vaksa. 

Heilsuhjálparafelag Føroya kann vísa á eitt lutfalsliga høgt tal av ófaklærdum starvsfólkum í eldrarøktini. Tað hevur verið nógv frammi alment, at tað serliga í feriutíð er ómetaliga trupult at hava nóg mikið av starvsfólkum at røkja neyðugu uppgávurnar. 

Eisini í sjúkrahúsverkinum merkjast trupulleikar við manglandi sjúkrarøktarfrøðingum, sum m.a. ger tað trupult at hava allar sengur tøkar í feriutíð. Tað er eisini trupult í fleiri førum at fáa nóg mikið av heilsurøktarum til at røkja størvini úti í kommununum. 

Viðgerðin av málinum hevur víst, at trupulleikin við at útvega nokk av starvsfólkum eisini er knýttur at truplum arbeiðsumstøðum, lutfalsliga lágari løn, trupulleikum við at fáa fulltíðarstørv, skeivum arbeiðstíðum og øðrum, sum upplivist sum tvørrandi virðing fyri starvsøkinum. Eisini hesi viðurskifti krevja batar og politiskt uppmerksemi.  

Góðskan í teimum røktartilboðum vit veita, er í stóran mun treytað av, hvussu væl starvsfólkini eru fakliga skikkað. Tað er mangar ferðir staðfest, at hægri fakligu førleikarnir hjá starvsfólkunum eru, størri eru sanníkindini fyri yvirlivilsi, og færri komplikatiónir eru hjá sjúklingunum. Tí eiga vit altíð at stíla eftir hægstu fakligu góðsku til okkara borgarar. 

Landið eigur tí at taka øll neyðug stig til at tryggja, at vit hava nokk av væl skikkaðum starvsfólkum at taka sær av teimum uppgávum, sum vit sum samfelag tørva. 

Tí er tað óskiljandi, at samgongan ikki tók undir við uppskotinum. 

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad