Lýsing

Málstríðið er ikki av

Føroya løgting hevði í dag ein søguligan møguleika at samtykkja, at føroyskt mál skal vera høvuðsmál í rættinum. Møguleika at skriva søgu. Men uppskotið vann ikki frama !

 

Málið í rættinum eigur at vera føroyskt burturav. Sjálvsagt. Tað eigur ikki at vera eitt ynski hjá einum politiskum flokki, men eitt krav frá øllum í løgtinginum. Eitt samfelt krav frá fólkinum øllum.

 

Tað liggur eitt drúgt stríð aftanfyri, at vit í dag hava eitt føroyskt mál. Tað er ikki runnið upp úr turrum, men er ein beinleiðis sigur, sum tjóðskaparrørslan hevur vunnið okkum.

 

Aftaná tiltikna jólafundin í 1888 settu tjóðskaparfólk sær fyri at arbeiða við at gera føroyska orðabók og at virka fyri at fáa føroyskt inn í skúlan bæði sum lærugrein og sum skúlamál. Eisini at fáa føroyskt sum kirkjumál og at seta á stovn føroyskan háskúla.

Í 1938 bleiv kravið um, at danskt skuldi vera skúlamál avtikið, og føroyskt bleiv skúlamál. Árið eftir, í 1939, fingu vit føroyskt kirkjumál. Nú 80 ár seinni fellur løgtingið, at føroyskt skal vera høvuðsmál í rættinum.

Vert er at leggja til merkis, at bæði skúlaverkið og fólkakirkjan eru yvirtikin langt aftan á hetta; so grundgevingin, um danskt skal vera mál í rættinum, tí málsøkið ikki er á føroyskum hondum, heldur ikki.

 

Tað er púra sjálvsagt, at vit skulu hava føroyskt rættarmál. Fólk, sum skulu fyri rættarskipanina, eru í eini sera veikari støðu. Kanska veikastu støðu nakrantíð. At skula tosa eitt annað mál í slíkari støðu kann gera støðuna enn verri. Og hvussu íðin eru fólk eftir at biðja um tulk, at biðja um tænastu, frá einum, sum skal døma tey?

 

Tað er ein púra natúrligur rættur hjá føroyingum at tosa føroyskt í Føroyum, og at vit hava føroyskt sum rættarmál. Tað hevur eisini týdning sum ein liður í at taka stigini til at fáa eina føroyska rættarskipan. Og tað er fult í trá við, at vit nú eru í gongd við at uppbyggja útbúgving í løgfrøði á Setrinum.

 

Tá ið eg fari í kirkju í Vági, gangi eg framvið standmyndini av Jákupi Dahl, faðirinum á føroyska kirkjumálinum. Tann týdning hann hevur havt í øllum sínum virki kann ikki metast nóg høgt. Vit hava ofta tosað um hetta, at tað í standmyndini sæst týðuliga, at vindurin blæsur í prestakjólan, og at hetta sigur nakað um, at tey, sum stríðast fyri at vinna okkum rættindi, ofta eru í mótvindi. Men bara til rættindini eru vunnin. Tá er tey sjálvsøgd fyri øllum.

 

Málið er hjartaslátturin í samfelagnum og stórur partur av okkara samleika. Vit fara ikki at gevast so, men fara framhaldandi at stríðast fyri at vinna okkum full rættindi í øllum lutum.

 

Sirið Stenberg

Tjóðveldi

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad