Lýsing

Grøn orka er besta loysnin

At stimbra grønar orkuloysnir og verja náttúruna ímóti dálking og ovurnýtslu er fyri Tjóðveldi ein fortreyt fyri øllum virksemi. Við Tjóðveldi verður grøna hugsjónin tikin við í Tórshavnar kommunu. Hetta merkir grøna orku í øllum nýbygningum, betri gagnnýtslu av fjarhitaskipanini, betri umstøður til el-bilar og at áir og vágir verða reinsað sambært almennu spillivatnsætlanini.

Tjóðveldi krevur, at allir nýbygningar og allar renoveringar av almennum bygningum í Tórshavnar kommunu byggja á grønu hugsjónina um varandi orkukeldur. Nýbygningar skulu vera orkusparandi og hitast við grønari orku. Allar renoveringar skulu í mest møguligan mun leggja um til grønari loysnir og minka um nýtsluna av orku til streym og hita.

Tórshavnar kommuna eigur Fjarhitafelagið saman við SEV. Einans 60 prosent av spillorkuni frá brennistøðini á Hjalla verða í løtuni gagnnýtt. Tjóðveldi vil økja gagnnýtsluna við at útbyggja fjarhitaskipanina, so enn fleiri húsarhald og stovnar fáa ágóðan. Fjarhitaskipanin eigur at knýtast uppí skipanirnar við varandi orkukeldum sum jarðhita og sjóvarhita.

Tórshavnar kommuna eigur at slóða fyri í umhvørvismálum og eggja til, at flest møgulig fólk seta bilin og heldur koyra í bussi, súkkla ella ganga til arbeiðis. Í okkara kommunu skal verða høgligt at nýta el-bilar. Settar verða upp fleiri løðistøðir og parkeringspláss verða gjørd burturav til el-bilar.

Tjóðveldi vil varðveita grønu økini og frílendini í kommununi. Tey skulu verða meira atkomulig við høgligum lendisgøtum, so at øll kunnu njóta føroysku náttúruna. Kommunan eigur eisini, eftir einari miðvísari býarætlan, at planta fleiri trø og lýsa skógfriðað øki.

Havið er okkara spískamar, og meira enn tey flestu liva vit av tí, ið kemur úr havinum. Tí eiga vit eisini at ganga á odda við at verja viðbrekna havumhvørvið og ansa eftir, hvat latið verður út í havið. Spillivatnsætlanin fyri Tórshavnar Kommunu, hvørs endamál er at veita burtur kloakkir og reinsa áir og vágir, skal nú fremjast til fulnar. Fólkavøkstur og framburður gera, at ætlanin er vorðin enn meira átrokandi.