Forsídubreddi

Vit byggja land


Tjóðarbygging  •  Frá- og tilflyting  •  Útlendingapolitikkur  •  Javnstøðu­politikkur  •  Javnstøða og rættindi hjá minnilutum  •  Fjølmiðlapolitikkur  •  Ungdómspolitikkur


Í stevnu floksins verður sagt í síðsta broti: “Tað verður at fara undir dyggiligt endurreisingarstarv og uppbyggingarstarv á øllum økjum sam­felags­ins, so at fólkið alt, sum her veksur upp, fær líkindi at liva við sømd í føðilandi sínum.” Og hetta er áhaldandi málið í tjóðveldispolitikki.

Tjóðarbygging

Politikkur floksins hevur sum mál at verja sam­leika, mál og mentan, ið ættarlið hava bygt upp, meðan vit samstundis virka fyri menning og int­egra­sjón tjóðini til gagns.

Søga okkara er týðandi táttur av samleika fólksins. Tí er umráðandi at tryggja dygdargóða undirvísing um stríðið fyri egnum máli og rætt­indum sum tjóð og eisini týdningin av at taka ábyrgd fyri egnum viðurskiftum og altjóða ábyrgd í einum sínámillum treytaðum heimi.

Okkara politikkur er tí at tryggja fólkaræðinum bestu treytir og øllum borgarum javnsett rættindi og lívstreytir.

Tjóðveldi vil

  • Bøta um livikorini og møguleikarnar hja fólki at velja Føroyar at virka, skapa og liva í.
  • Skapa tað rúmliga samfelagið.
  • Tryggja pressufrælsi, talufrælsi og ands­frælsi.
  • Verja og styrkja mál, mentan og søgu í skúla og samfelagnum annars.
  • Verja og tryggja minnilutum rættindi.
  • Tryggja teim ungu eina rødd og stimbra ung­dómin at fáa áhuga fyri og vera virkin í politikki og samfelagskjaki.
  • Tryggja fólkaræði, og at fólkið sjálvt hevur størst møguliga ávirkan á gerandisdagin, egið lív og lívshátt.

Frá- og tilflyting

At seta ferð á fólkavøksturin er eitt aðalmál floks­ins. Flokkurin vil í øllum virki miða ímóti at skapa tað rúmsátta samfelagið, har fjølbroytni og ymis­leiki eru ein styrki, har skapanarevni hava frítt rása­rúm. Tað dregur fólk at landinum.

Fyri at menna vælferðarsamfelagið er neyðugt av heilum huga at taka á seg avbjóðingina at rætta skeiklaðu fólkasamansetingina. Yngri og lærd fólk og serstakliga kvinnur skulu í nógv meira enn nú eggjast til at koma heimaftur.

Virkast skal eisini fyri, at tilknýtið til føroyska samfelagið verður ver­andi sterkt hjá føroyingum, sum lesa og virka uttanlands.

Hetta krevur, at okkara tilfeingi verður umsitið rætt og burðardygt, so tað kastar meira av sær til samfelagið. Harumframt er eitt høvuðsmál at skapa eitt væl útbygt útbúgvingarkervi og lestrar­um­hvørvi, sum saman við gransking og ný­menn­ing eru grundarlag undir einari meira fjøltáttaðari vinnu, ið kann skapa munandi fleiri arbeiðspláss.

Tjóðveldi vil

  • Áseta mál fyri fólkavøkstri og leggja ítøkiliga strategi til at røkka málinum. Hetta fevnir um ein miðvísan vinnupolitikk við atliti at vitanar­vinn­um og vitanartungum arbeiðs­pláss­um í okkara høvuðsvinnum.
  • Gera munandi íløgur í fjølbroyttari og betri útbúgvingartilboð umframt lestrarumhvørvi og lestraríbúðir, so fleiri føroyingar útbúgva seg partvíst ella heilt í Føroyum.
  • Stimbra íverksetan kring landið, eisini við serligum atliti at íverksetan fyri kvinnur.
  • Fleiri bond ígjøgnum útbúgving og vinnulív verða knýtt ímillum føroyingar uttanlands og heimlandið.
  • Barsilsskipanin verður betri, liðiligari og kapp­ingarfør við grannalondini.
  • Vinnu-, skatta- og avgjaldspolitikkur verða nýtt sum amboð at fáa prísstøðið í sam­fe­lagn­um niður.
  • Miðvís átøk verða sett í verk at gera tað bílig­ari at ferðast.
  • Útbúgvin skulu hava møguleika at koma upp í ALS eftir loknan lestur, meðan tey leita sær arbeiði í Føroyum.
  • Arbeiðið hjá Javnstøðunevndini skal styrkj­ast, so hon miðvíst fær greinað orsøkirnar og avleiðingarnar av kvinnutrotinum í Føroyum og mælt til ítøkiligar loysnir.

Útlendingapolitikkur

Vit vilja seta í verk ein integrasjónspolitikk, ið tryggjar, at allir herbúgvandi út­lend­ingar fáa møgu­leika at falla til og nýta sínar førleikar. Int­egr­asjón av útlendingum í føroyska samfelagnum setir okkum krøv, men mennir okkum eisini sum samfelag. Føroyska málið er lykilin til fulla luttøku í samfelagnum, tí hevur tað alstóran týdning at læra málið.
Føroyar skulu taka sín lut í altjóða ábyrgdini fyri teimum, sum tørva friðskjól og vernd í øðrum landi.

Tjóðveldi vil

  • Taka útlendingamál á føroyskar hendur og seta í verk miðvísan integra­sjóns­politikk.
  • Skipað verður fyri móttøkutænastu, sum skal kunna og vegleiða um rættindir og skyldur.
  • Tilflytarar skulu fáa veruliga frálæru í máli, mentan og samfelags­viður­skift­um.
  • Tilflytarar fáa tilboð um tillaging av út­búgv­ing og dagføring av fakligum før­leikum.
  • Børn hjá tilflytarum fáa tilboð um barna­ans­ing.
  • Tryggjað javnsett arbeiðs- og lønarviðurskifti og rættartrygd fyri allar borg­ar­ar.
  • Vit í Føroyum taka okkara kvotu av flóttaf­ólki.

Javnstøðupolitikkur

Hóast batar er stríðið fyri javnstøðu millum kvinn­ur og menn minni enn so av. Í 2014 eru 20 ár síðan javnstøðulógin kom, men enn verður hon ikki fylgd til fulnar, og samfelagsligir ójavnar millum kynini eru eyðsýndir.

Kvinnur eru ikki eins væl umboðaðar í politisku og vinnuligu leiðslu landsins. Staðfest er, at umleið 2,9% av muninum, ið er á lønini hjá kvinn­um og monnum fyri sama arbeiði, bara er grund­aður á kynsmun. Kvinnur hava yvirhøvur lægri størv, lægri útbúgving og minni arbeiðstíð enn menn. Stórur partur av kvinnum hoyra til lágløn­arbólkin. Tað almenna er størsti arbeiðsgevari hjá kvinnum, har stórur meiri­luti av kvinnum er í starvi innan heilsu, røkt, skúla, dagstovnar og sernámsøkið.

Hóast talið á kvinnum á arbeiðs­markn­aðinum er methøgt í Føroyum, arbeiða 60% av øllum kvinnum niðursetta tíð. Talan kann vera um tilvitað val, men umleið 20% av kvinn­unum halda, at tær fáa ov fáar arbeiðstímar.

Prógvað er ferð eftir ferð, at stakir uppihaldarar eru tann bólkur, ið hevur tor­førast við at liva eitt sømiligt lív í Føroyum, og teir eru í stórum fátækraváða. Stórur meiriluti av støku uppi­hald­arunum er kvinnur, og hesar eru í vanda fyri at flyta av landinum ella ikki at flyta heim eftir loknan lestur ella arbeiði uttanlands.

Samstundis eru aðrar avbjóðingar í javnstøðu­mál­um. Hagtøl í Føroyum og londunum kring okkum vísa, at færri menn taka hægri útbúgvingar og útbúgvingar sum lærarar, námsfrøðingar og innan røktar- og trivnaðarøkið. Og rætturin hjá børnum til bæði foreldur verður ikki munagott tryggjaður í familjurættarmálum.

Tjóðveldi vil

  • Javnstøðulógin skal haldast fult út.
  • Javnstøðulógin skal víðkast til eisini at um­fata almenn partafeløg.
  • Politiskir flokkar eiga at hava greiðan javn­støðu­politikk og eggjast til áset­ingar um javnstøðu í uppstilling í bygda- og løgtings­val­um umframt javna umboðan í lands­stýr­inum.
  • Tað almenna skal taka ábyrgd á seg sum størsti arbeiðsgevari hjá kvinnum og tryggja somu løn sum menn fyri sama arbeiði.
  • Tað almenna skal tryggja rættin at arbeiða fulla tíð, og at størv verða lýst sum fulltíðar­størv, meðan undantakið er niðursett tíð.
  • Hægri barnastuðul skal veitast til stakar uppihaldarar.
  • Møguleikar skulu útvegast fyri bíligum bú­stað­um til stakar uppihaldarar og fólk við lágari inntøku
  • Tænasturnar til foreldur at børnum við breki ella serligum tørvi skulu munandi betrast og samskipast.
  • Átøk skulu gerast til tess at fáa menn at velja hægri útbúgving og útbúgvingar innan fak­øki, har trot er á monnum.
  • Bæði foreldur skulu eiga rætt og møguleika til barnsburðarfarloyvi.
  • Tryggja børnum rætt til bæði foreldur og javnseta rættin hjá pápum og mammum til børn síni.

Javnstøða og rættindi hjá minnilutum

Javnrættur er javnvirði. Hóast einki menniskja er eins, eiga øll somu rættindi og ábyrgd í sam­fe­lag­n­um. Hetta uttan mun til kyn, húðarlit, átrúnað, uppruna, kær­leikslív ella lívsval. Javnrættur og javnstøða tryggja samfelagnum tað sosiala og mentunarliga fjølbroytnið, ið krevst fyri alsamt at mennast. Sosialt frælsi og frælsi hjá tí einstaka skulu tí vera ein óvikandi partur av grundar­lagn­um undir einum sjálvstøðugum Føroyum. Minni­lutabólkar eru ein sjálvsagdur partur av javn­støðu­politikki floksins.

Tjóðveldi vil, at í Føroyum verða allir minni­luta­bólkar og grundleggjandi manna­rættindi vard. Tí má verulig orka leggjast í at skipa við­ur­skift­ini soleiðis, at tey, sum hava serligar avbjóð­ingar, fáa eins góðar møguleikar at luttaka í fólka­ræðinum og samfelagnum annars.

Tjóðveldi vil

  • Lóggáva skal hvørki beinleiðis ella óbein­leið­is gera mismun ella kynsmun.
  • Trúarfrælsi, andsfrælsi, persónligt frælsi, talu­frælsi og frælsi at skipa seg í felag eru ómissandi rættindi.
  • Fólk og samfelagsbólkar skulu vera vard móti ágangi, happing og hóttanum.
  • Rætturin hjá samkyndum at verða borgarliga gift verður staðfestur.
  • Tryggja rættin hjá kirkjuni og samkomum til sjálv at taka støðu.
  • Tryggja tinglimum og umboðum floksins rættin at taka støðu og atkvøða eftir síni egnu sannføring í etiskum málum.
  • Børn í barnagarði og skúla skulu læra at skilja javnvirði og frælsisrættindi.

Fjølmiðlapolitikkur

Ein sjálvstøðug og óheft pressa er ein av súlunum undir einum virknum fólkaræði. Miðlanir hava ovurhonds stóra ávirkan á samfelagið – medvit, samleika, mentan og fólkaræði okkara. Somuleiðis hava miðlarnir týðandi leiklut at varðveita og menna føroyska málið.

Ein fjølbroytt, saklig og kritisk pressa skal tryggja, at lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið veruliga tæna fólkinum. Tí kann fjøl­miðla­virksemi ikki burturav latast upp í hendurnar á marknaðarkreftunum.

Kringvarpið eigur at verða styrkt, so tað til fuln­ar kann røkja sínar public-service uppgávur, sum eiga at fevna um allar samfelagsbólkar. Umstøðurnar hjá privatum miðlum at virka mugu betrast. Karmarnir kring miðlarnar og fakliga støðið mugu styrkjast, og journalistútbúgving skal setast á stovn.

Opinleiki og innlit í umsiting og fyrisiting­ar­ligar avgerðir skulu vera sjálv­sagdur rættur hjá pressuni og borgarunum.

Tjóðveldi vil

  • Føroyska samfelagið skal byggja á opinleika og rættartrygd.
  • Lógin um alment innlit verður víðkað heldur enn skerd.
  • Journalistútbúgving verður stovnsett, sum tekur støði í føroyska samfelagnum, viður­skiftum og móðurmálinum.
  • Kringvarpið verður ment og víðari útbygt sum óheftur meginstovnur í mál- og ment­an­arpolitikki og sum óheftur tíðindastovnur.
  • Kringvarpsgjaldið verður tikið inn umvegis skattin.
  • Miðlagrunnur verður settur á stovn, har allir miðlar kunnu søkja um pening til orðaðar miðlauppgávur og –framleiðslur.
  • Umstøðurnar hjá privatum miðlum sum týðandi partur í fólkaræðinum verða styrktir.

Ungdómspolitikkur

Komandi ættarlið eru grundarlag undir tjóðini komandi, og ungdómur okkara skal hava ávirkan, ábyrgd og javnbjóðis møguleikar í samfelagnum.

Tjóðveldi hevur sum ungdómspolitiskan mál­setning: Øllum ungum skal tryggjast møguleikin fyri innihaldsríkum ungdómi, ið ger tey før fyri at liva eina sjálvstøðuga og innihaldsríka tilveru við virknari luttøku í samfelagslívinum.
Hesin málsetningur skal m.a. røkkast við hes­-um amboðum og átøkum:

Ávirkan og ábyrgd

Einans við at kunna taka ábyrgd og gera sær praktiskar royndir í veruliga lívinum læra tey ungu at samráðast og taka avgerðir í einum samfelag, har ið rúm skal vera fyri ymiskum hugsjónum og meiningum. Skulu tey ungu virðismeta fólka­ræðis­ligu virðini, mugu tey eisini hava veruliga ávirkan á teirra umhvørvi. Tey skulu hava ávirkan á skúlagongd, arbeiðstreytir, frítíð og fram­tíðar­møguleikar sínar.

Tjóðveldi vil

  • Valaldurin verður lækkaður niður í 16 ár.
  • Ung fáa størri ávirkan á útbúgv­ing­ar­stovn­ar­nar.
  • Ungdómsting verður sett á stovn, har pol­it­isku ungmannafeløgini stilla upp og viðgera samfelagsmál eins og í Løgting­in­um.
  • Kommunal ungdómsráð verða sett á stovn í kommunum kring landið.
  • Kunngerð ella løgtingslóg verður smíðað, ið ásetir kravda ungdómsumboðan í almenn­um ráðum og nevndum, ið viðgera mál, ið viðkoma ungum, og mannagongdir fyri vali av ungu umboðunum.
  • Kravd undirvísing verður í fólkaræði/sam­felagsfrøði í fólkaskúlanum.

Útbúgving og lestrarumhvørvi

Føroyar skulu áhaldandi verða kappingarførar í dyst­inum við grannalond okkara um ungu høvd­ini.

Tjóðveldi vil

  • Skapa fjølbroyttar og breiðar útbúgving­ar­møguleikar til tey ungu í landinum.
  • Leggja til rættis góðar lestrarkarmar, ið skapa trivnað millum tey ungu.
  • Byggja lestraríbúðir við tilknýti til útbúgv­ingarstovnar.
  • Skapa fjølbroytt lestrarumhvørvi við ment­an­ar-, lista- og frítíðartilboðum.

Vinna og arbeiðsmøguleikar

Týdningarmikið er, at tey ungu hava møguleikar at gera sær arbeiðsroyndir. Fleiri megna ikki at finna fótafesti í útbúgvingarskipanini, men læru- og praktikkpláss tróta

Tjóðveldi vil

  • Stuðulsskipan til nýútbúgvin, ið leita eftir arbeiði.
  • Styrka samskiftið millum skúlar og vinnu­lívið.
  • Nullhugsjón viðvíkjandi ungdóms­arbeiðs­loysi.
  • Skapa góðar karmar fyri íverksetan millum ung.
  • Tað almenna og tað privata binda seg til at taka fleiri lærlingar og seta praktikantar.
  • Styrka og økja útbúgvingarútboðið í vinnu­rættaðum útbúgvingum.

Mentan og trivnaður

Øll ung eiga at koma nøkulunda snikkaleyst gjøgn­um ungdómsárini. Summi hava tørv á eini útrættari hond fyri at finna fótafesti í tilveruni. Tjóðveldi arbeiðir fyri trivnaði millum ung og ynskir at skapa optimalar karmar fyri eina sunna og fjøl­broytta ungdómstilveru.

Tjóðveldi vil

  • Fjølbroytt mentanartilboð
  • Rúsdrekkafrí tilboð til ung, ið ikki sleppa inn á barrir og dansistøð.
  • Áhaldandi styrkja SSP-samstarvið, tvs. sam­starvið millum skúla, sosial­mynd­ug­leikar og løgreglu.
  • Styrka ungdómsráðgevingina.