Størri og samanbundnar Føroyar


Økismenning  •  Lands- og økisætlan  •  Samferðsla og samskifti  • Útoyggjar og smábygdir


Samfelagsliga menningin í Føroyum er kjølfest í spjaddari búseting og livandi lokal­samfeløgum kring landið alt, har virðini, vitanin og royndirnar hjá forfedrunum eru borin víðari til næstu ættar­liðini.

Trivnaður og mentanarlív í oyggjum og bygd­um eru karmurin um at menna eitt fjølbroytt vinnu­lív, har lokalir myndugleikar, feløg, skúlar og vinna hava møgu­leika at samstarva og leggja felags ætlanir.

Økismenning

Tjóðveldi leggur dent á økismenning. Bygdir og kommunur eiga at samstarva í økjum, so alt land­ið kann mennast í rímiligari javnvág – vinnu­liga, mentanarliga og sosialt.

Tjóðveldi vil

  • Tað almenna skal tryggja øllum borgarum sama tænastustig í t.d. tele­sam­skifti, sam­ferðslu og heilsu-, almanna- og skúla­mál­um.
  • Vinnumøguleikarnir í landinum at gagnnýta felags tilfeingi skulu tryggjast.
  • Ferðavinnumøguleikarnir kring landið alt verða samskipaðir.
  • Kommunurnar samstarva um at átaka sær størri uppgávur.
  • Ein økismenningargrunnur verður settur á stovn til tess at átaka sær part av fíggingini av vinnuætlanum í økjunum.
  • Miðnámsskúlar, hægri útbúgving og gransk­ing verða løgd í deplar kring landið.
  • Mentanarstovnar kring landið verða stuðl­aðir.

Lands- og økisætlan

Gerast skal ein lands- og økisætlan, ið ásetir, hvar í landinum ávíst virksemi eigur at leggjast – eitt nú í sambandi við oljuvinnu, orkuverk, burturkast, land­bún­að­ar­royndir o.s.fr.

Kommununum skal áleggjast at hava dag­førd­ar byggi- og býarskipanarætlanir, ið seta karmar um menningina á plássinum, t.d. vinnuøki, sethúsa- og íbúðarøki, frítíðarøki, landbúnaðarøki, traðarøki o.a.

Eitt fullfíggjað samferðslu- og samskiftisnet

Landið skal tryggja, at allir føroyingar hava full­fíggj­aðar og nútímans samferðslu- og samskiftis­møguleikar.

Tjóðveldi vil

  • Landið verður bundið saman í eina nútímans samferðslu- og samskiftiseind eftir eini rað­fest­ari langtíðarætlan, sum er í samsvari við fíggjar- og bú­skaparorku landsins
  • Telesamskiftisnetið skal støðugt útbyggjast, so alt landið kann gagnnýta kunn­ingartøkni og nýggjar samskiftismøguleikar.

Útoyggjar og smábygdir

Útoyggjar og smábygdir hava verið fyri stórari frá­flyting í sambandi við broytta sam­felagsmynstrið, arbeiðsmøguleikarnar, útbúgvingar­møgu­leik­arn­ar og sam­ferðslu- og tænastukrøvini í nú­tíð­ar­sam­fe­lagnum. Men Føroyar hava ikki ráð at missa nakran blettin í landinum ella at lata ta ríku ment­an, søgu, vitan og tann siða­arv og tað tilfeingið fara, sum útoyggjarnar og smábygdirnar skapa. Tær hava verið grundarlag undir, at tjóðin hevur ment seg í øldir, og eru eisini grundarlagið undir tí nútíðarsamfelag, vit øll byggja á í dag.

Útoyggjar og smábygdir eru dýrgripir fyri okk­um øll – eitt nú fyri søgu, mentanararv, handverk, land­búnað, matmentan, ferðavinnu, náttúru­um­siting, trivnað og mentanararbeiði sum heild.

Hóast búsetingarmynstrið og fólkatalið ikki aftur verða sum í bónda- og fiski­vinnu­sam­fe­lagn­um, er umráðandi, at fólk býr, virkar og trívist á útoyggj og á smá­bygd­um alt árið. Fólkið á útoyggj og í smábygdum eigur sjálvsagt at verða javn­settur partur av samfelagnum, og tær serligu av­bjóðingar og teir ríku møgu­leikar, sum eisini lata seg upp fyri útoyggjar og smábygdir, skulu við­gerast sum eitt tjóðar­mál.

Tjóðveldi vil

  • Tilmælini í Útoyggjaálitinum frá 2001 verða tikin til nýggja viðgerð og ein raðfest ætlan samtykt fyri at fremja átøk.
  • Samferðsluviðurskiftini til útoyggj og smá­bygdir verða bøtt beinanvegin.
  • Ferðavinnumøguleikar verða miðvíst bøttir og samskipaðar.
  • Náttúruvernd verður styrkt – serliga í sam­bandi við ferðavinnu – og úrvald pláss eiga at koma á altjóða listar yvir mentanar- og náttúruperlur, ið skulu varðveitast.
  • Landbúnaðarjørðin verður neyvt skrásett, og atkomiligt skal vera hjá fólk­in­um á staðnum at gagnnýta jørðina og lunnindini.
  • Góðkend framleiðsluhús til tilfeingi á oyggj­um og í bygdum verða stuðlað.
  • Handverk og útbúgving innan bátasmíð, jarn­smíð o.a. kunnu skipast og stuðlast.
  • Møguleikar til seturskúla, háskúlavirksemi, skeiðsvirksemi og annað serstakt undir­vís­ing­arvirksemi alt árið eiga at skipast – og eitt nú eiga øll skúlabørn í Føroyum at hava verið á setursskúla á útoyggj og í smá­bygd­um.
  • Hølir til mentanarvirksemi, søvn og undir­vís­ing verða stuðlað.
  • Til smábygdir, sum hava tørv á smærri tunlum, keypir landið ein borivogn og hevur eitt borilið, sum við fastari játtan støðugt kann arbeiða við at bora hesar tunlar: Til Dals, Fámjins, Gjáar og Tjørnuvíkar.