Fjøltáttað og nýskapandi vinnulív


Vinnupolitikkur  •  Matkovin í Norðuratlantshavi  •  Fiskivinnu-politikkur  •  Alivinna  •  Landbúnaður  •  Ferðavinna, matstovuvinna og aðrar tænastu­vinnur  •  Kreativar og “nýggjar” vinnur  •  Sjó-, frálanda- og oljuvinna  •  Greiðar linjur millum alment og privat  •  Frælsur og væl skipaður arbeiðs­marknaður


Vinnupolitikkur

Aðalmál í vinnupolitikki floksins er ein fræls, fjøl­táttað og nýskapandi vinna, sum kastar nógv av sær og skapar arbeiðspláss, burðardyggan vøkstur og vælferð. Allar vinnur skulu hava javnbjóðis kappingartreytir – bæði innanhýsis í Føroyum og mótvegis umheiminum.

Umráðandi er at taka burtur politiska stýring av vinnuni og einkarrættir, tvs. monopol og duo­pol, sum skeikla kappingina, forða fyri vøkstri og hækka kostn­að­ar­støðið hjá fólkinum í landinum. Dugnaskapur, førleikar, javnar kappingartreytir og virðing fyri lógarkørmum, umhvørvi og trivnaði skulu vera grundarlag undir vinnu í vøkstri.

Vitan og førleikar hjá fólkinum eru okkara fremsta tilfeingi. Fjølbroytt útbúgv­ing­artilboð, eftir­útbúgving og eitt framkomið lærdómssetur við breiðum útbúgv­ing­artilboðum og miðvísari gransking eru tí høvuðsmotorar hjá einari ný­menn­andi vinnu. Vitan um náttúrutilfeingi, íverk­setan og sjálvstøðugt vinnuvirksemi skulu vera partar av undirvísingini frá barnaskúla til hægri lærustovnar.

Tjóðveldi vil

  • Gera smidligar skipanir og ráðgeving, ið ger tað einfaldari at seta virkir á stovn og at reka vinnu. Styrkja skipanir við set- og íløgu­kapitali.
  • Stimbra íverksetaravitan í skúlunum og út­byggja íverksetaraleiðbeining kring landið.
  • Tryggja kappingarføran partafelagsskatt.
  • Styrkja útbúgving í náttúrutilfeingi, gransk­ing og førleikamenning atknýtt vinnuni.
  • Seta í verk skipaða útbúgving og eftir­út­búgv­ing fyri ófaklærd.
  • Fáa betri umhvørvis- og góðskueftirlit.
  • Hava fleiri altjóða sáttmálar og betri markn­að­ar­atgongd.
  • Útbjóðing av almennum arbeiðum á gjøgn­um­skygd­an hátt og við javnsettum kapping­ar­møgul­eikum.
  • Treytir skulu setast við almenn útboð, so virði­s­øking verður skapt í Føroyum, og føroyskir sáttmálar verða hildnir.
  • Styrkja kappingareftirlitið, sum tryggjar rætt­vísa kapping og vørur og tæn­astur fyri kapp­ing­ar­førar prísir.
  • KT-kervið hjá peningastovnum skal flytast aftur til Føroya sum týðandi partur av KT-infra­kerv­inum og grundarlag undir menn­ing av vinnuni.

Matkovin í Norðuratlantshavi

Føroyar eru ein matvøruframleiðandi tjóð. Í vinnu­politikkinum skal ein høvuðs­dent­ur tí leggjast á at góðska og fáa meira burtur úr okkara náttúrugivna tilfeingi. Rávøru- og matvøru­menn­ing skal uppraðfestast, so vaksast kann um útf­lutn­ingin av hádygdarvørum. Greiður politikkur fyri fiski- og alivinnuna umframt land­bún­aðin skal tryggja fremstu dygd til framleiðslu, mat­stovu­vinnu og útflutnings.

Í vinnu, sum skal kappast á altjóða stigi, er neyðugt við dyggum reglum, sum tryggja góðsku og taka umhvørvisatlit. Men lóggávan má og skal vera tillagað til føroysk viðurskifti og ikki seta órími­lig ella óneyðug krøv.

Fiskivinnupolitikkur

Fiskivinnupolitikkur floksins hevur sum høvuðs­mál, at ríkidømið í havinum verður umsitið burð­ar­dygt sum varandi grundarlag undir føroyska búskapinum og til frama fyri alla føroysku tjóðina. Alt tilfeingið er ómissandi ogn Føroya fólks, og tryggjast skulu javnbjóðis kappingarmøguleikar hjá fólki kring landið og størst møguligt og varandi avkast til vinnu, manningar og samfelagið alt.

Tjóðveldi vil

Ogn Føroya fólks

  • Ognarrætturin hjá Føroya fólki til livandi til­feingið í havinum verður tryggj­aður í grund­lóg og í allari lóggávu og umsiting um fiski­vinnuna.
  • Útlendskur ognarskapur eigur ongan rætt í før­oyska veiðiliðnum. Bert fyri­tøkur og ein­stak­ling­ar, ið hava heimsstað í Føroyum og eru fult skattskyldug í Føroyum, kunnu taka lut og bjóða seg fram at gaggnýta føroysk fiski­rætt­indi.

Lívfrøðilig burðardygd:

  • Lívfrøðiliga burðardygg stovnsrøkt verður tryggj­að við at fylgja vísindaligum tilmælum, ið skulu verða lagað til tær regu­lerings­skip­anir, sum eru í gildi, og sum skulu byggjast á fremstu vísindaligu royndir, gransking og neyva inn­savning av vitan og royndum hjá teimum, ið hava rikið og reka vinnu.
  • Føroyar skulu sum miðdepil í Norður­at­lants­havi vera fremstar at savna, gera royndir og skjal­prógva alla vitan um livandi tilfeingið í havinum, vistfrøðiligu skipanina og hav­um­hvørvið. Havstovan fær allar neyðugar umstøður til at røkja sítt arbeiði til fulnar, og nýtt hav­rann­sókn­ar­skip verður bygt bein­an­vegin.
  • Økisfriðingar, friðingar av leiðum í gýt­ing­ar­tíð­ini og friðingar av ungfiska­leið­um verða stað­festar í lóg.

Javnbjóðis møguleikar at bjóða seg fram at reka vinnu:

  • Farið verður frá politiskari útluting av fiski­rættindum, ið síðan verða keypt og seld á privata marknaðinum, til eina almenna markn­aðarskipan, har veiðirættindi, tvs. fiski­dagar og kvotur, verða alment boðin út sum brúksloyvi í ávísa tíð á einum gjøgn­umskygdum marknaði.
  • Tá ið tíðarskeiðið til brúksloyvið er av, fella rættindini aftur til landið, sum kann bjóða tey út aftur á almenna marknaðinum.
  • Brúksskylda er tengd at øllum veiði­rætt­ind­um. Ónýtt veiðirættindi fella aftur til landið, og ongin kann selja veiðirættindi sum pri­vata ogn.
  • Ein skiftisskipan eins og royndarskipanir verða gjørdar í samráði við vinnuna.
  • Ein marknaðarskipað fiskivinna skal tryggja javnar møguleikar at bjóða seg fram hjá teim­um, ið vilja reka vinnu her í landinum, at kapping verður um at fáa sum mest burt­ur úr hvørjum kilo, og at tilfeingisrentan ikki gerst spekula­sjóns­virði, men kemur øll­um samfelagnum til góðar.
  • Ein “antitrust”-lóggáva verður samtykt, so­leiðis at ongin einstaklingur, felag ella sam­tak kunnu hava brúksrætt til meira enn ávís­an part av fiski­vinnu­tilfeinginum í teimum ávísu veiðibólkunum.
  • Atgongdin til tilfeingið skal skipast innan karmar, sum tryggja, at grundarlag er fyri fjøl­broyttum veiðihættum og fyri at end­ur­nýggja og nútímansgera heimaflotan og fiskiflotan annars.

Virðisøking og marknaðarføring:

  • Knýtt at brúksrættinum eru krøv um, at alt fiskatilfeingið skal førast til lands og gagn­nýt­ast.
  • Allur fiskur, ið føroysk veiðirættindi fáa til høldar, skal bjóðast út og verða atkomiligur hjá føroyskum virkjum.
  • Størri virðisøking av fiskatilfeinginum skal fremjast, og stuðlast skal undir munandi meira gransking innan tilfeingisvinnurnar.
  • Ein alment góðkend vrakara­skip­an/góðsku­eftirlit verður skipað í samráð við vinn­una, sum váttar dygd og góðsku mótvegis markn­aðinum.
  • Fiskivinna á sjógvi og landi eiga saman við atknýttum vinnum at ganga sam­an í sam­starv í sjóvinnutyssi, har øll vinna og stovnar, sum hava við sjógvin at gera, samstarva um átøk at gera føroysku fiskivinnuna væl skipaða, at styrkja sølulið og markn­að­ar­før­ing og at tryggja váttanir fyri burðardygga veiði.

Sosial burðardygd:

  • Við lóg verður staðfest, at øll, ið reka vinnu við føroyskum fiskiloyvi og fiskirættindum, skulu fylgja sáttmálum hjá føroyskum manningarfeløgum.
  • Útróðrarvinnan skal hava serliga skipan og góðar umstøður at virka og mennast kring allar Føroyar. Serlig atlit verða tikin til út­róðr­arrvirksemi, har eigarar liva av útróðri burturav.

Altjóða samráðingar og avtalur:

  • Samráðingar um rættindi uttan fyri føroyska fiskimarkið og til ferðandi og felags fiska­stovn­ar verða skipaðar við sterkum sam­ráð­ing­artoymi og støðugum uttan­ríkis­pol­it­isk­um samstarvi við onnur lond og altjóða felags­skap­ir.
  • Føroyar taka sjálvstøðugan lut í øllum al­tjóða- og økisfelagsskapum, sum varða av um­siting og avtalum um fiskastovnar og fiskivinnu.
  • Føroyar ganga undan at samstarva um gransk­ing og skjalprógv fyri støðuna og gongdina hjá fiskastovnunum um okkara leiðir.

Alivinna

Alivinnan er ein høvuðsvinna og stendur fyri alsamt størri parti av okkara útflutn­ings­virði. Av­ger­andi er at tryggja vinnuna við fjølbroyttari framleiðslu og váða­spjaðing. Virðing fyri náttúru­givnum lívfrøðiligum mørkum er avgerandi, skal vinnan framhaldandi mennast og skapa virðir og arbeiðspláss.

Miðvíst skal arbeiðast fyri at víðka alimøgu­leik­ar­nar á sjógvi- og landi, so rúmd verð­ur fyri meira aling – eisini av øðrum fiska- og djórasløgum, tara v.m.. Gjaldast skal fyri framíhjárættin at nýta firð­ir­nar eftir tryggum og støðugum leisti, so vinnan trygt kann gera íløgur í framtíðina.

Tjóðveldi vil

  • Tryggar karmar um støðuga og fjølbroytta aliframleiðslu.
  • Gjøgnum krøv í aliloyvum og skattalóggávu tryggja, at størst møguligur partur av virð­is­øk­ing og avkasti verður verandi í Føroyum.
  • Nýggj aliøki verða boðin alment út.
  • Tryggja, at einki útlendskt felag ella ein­stak­ling­ar kunnu eiga meirilutan í nakrari ali­fyri­tøku – hvørki einsamallir ella í felag.
  • Styrkja granskingarstovnin Fiskaaling og fjøl­broytta gransking, sum vinnan er við til at fíggja.
  • Styrkja útbúgving og eftir­út­búgv­ing­ar­møgu­leikar innan aling við møguleika at taka BA í aling.
  • Hava greið krøv og raðfesting av sjúku­fyri­byrgjandi rakstri við fakliga sterkum sjúku- og umhvørviseftirliti.
  • At fleiri vitanarstørv verða skapt í vinnuni fyri at varðveita og bøta um kapp­ing­arførið.
  • At alivinnan umframt vanligan parta­felags­skatt rindar leigu-/tøkugjald til land og kommunur fyri brúksrætt til firðirnar.
  • Tryggja, at vinnan ikki savnast á ov fáum hond­um, so at fjølbroytt menning og váða­spjað­ing verður framd.

Landbúnaður

Í landbúnaðinum eru víðfevndir inntøku- og menn­ingarmøguleikar knýttir at fram­leiðslu, mjólk­arframleiðslu, mjólkarúrdrátti, rávørum til mat­stovuvinnu, ull og skinn til klædnavinnu, ferða­vinnuupplivingar og so framvegis. Hetta krevur, at vinnan fær eitt betri og tryggari grund­ar­lag at byggja framtíðina á.

Bráðneyðugt er við einum land­búnað­ar­poli­t­ikki, har greið mál verða sett fyri fram­tíðar land­búnaðin.

Tjóðveldi vil

  • Skapa eina nútímans jarðar- og land­búnað­ar­lóggávu við greiðum visjónum fyri land­bún­aðin.
  • Seta greið mál fyri, hvørjum landbún­að­ar­vørum Føroyar skulu vera sjálv­veit­andi við.
  • Styrkja útbúgvingarmøguleikar innan land­búnaðin.
  • Styrkja royndir við fjølbroyttari framleiðslu, fóðurroyndum, framleiðslutøkni v.m.
  • Granska og savna vitan um møguleikar fyri at framleiða plantur, grønmeti, ber o.a.
  • At gransking og útbúgving á Búnað­ar­stov­uni verður samskipað við Fróð­skap­arsetrið.
  • Sameina útbygging av ferðavinnu og land­búnaði.
  • Festibóndum verður tryggjaðir frælsir vinnu­møgu­leikar.
  • Framleiðsluskylda verður knýtt at festi­rætt­in­um, so jørðin og tilfeingið annars verða gagnnýtt.
  • Virknir bøndur fáa atgongd til festijørð, sum liggur órøkt ella ikki verður gagnnýtt.
  • Hava greiða lendisskrá, sum tryggjar, at besta landbúnaðarjørðin verður varð­veitt til landbúnað.
  • Bústaðarskylda fylgir brúksrætti til jørð og lunnindi.
  • Munandi átøk verða gjørd at bøta um riv, tvs. erosjón, í haganum.

Ferðavinna, matstovuvinna og aðrar tænastuvinnur

Føroyar hava sum ein náttúruperla í Atlantshavi bestu fyritreytir at lofta sínum parti av alheims vøkstrinum í ferðavinnu. Tí er ein framsøkin ferða­vinnupolitikkur av­ger­andi, og við røttu átøkunum kann hetta gerast ein onnur høvuðsvinna í Før­oyum, sum gevur øllum pørtum av landinum og útoyggjunum nýggjar møguleikar. Millum átøk­ini er ein væl útbygd tænastuvinna. Mat­stovu­vinn­an og “føroyski køkurin” við dygdarrávørum eru ein hjartasláttur í ferðavinnuni, sum hevur ríkar møguleikar og stóra menning við sær.

Tjóðveldi vil

  • Gjøgnum avgjaldspolitikk stimbra mat­stovu- og ferðavinnuna og nýtsluna av før­oysk­um rávørum.
  • Lækka mvg á matvørum og matstovu­virk­semi.
  • Loyva  matstovuvinnuni at innflyta vín og øl bein­leiðis fyri at víðka um útboðið og lækka prísin.
  • Skapa einfaldari matvørulóggávu, sum gev­ur tryggar matvørur og stimbrar føroyska køkin og ferðavinnuna kring landið.
  • Vaksa um útbúgvingarmøguleikar innan mat­gerð og matvøruframleiðslu og fyri tænarar, ferðaleiðarar, samskiparar v.m.
  • Útbyggja skipanir, har vinnan og Ferðaráðið í felag marknaðarføra Føroyar.
  • Kortleggja styrkir og avbjóðingar hjá ferða­vinnu í ymisku økjunum í Føroy­um.
  • Seta í verk stuðulsskipan at menna serstøk ferðavinnutilboð kring landið.
  • Geva mentan og list eins og fornlutum, forn­minnum og søguligum plássum sjón­ligari leiklut í ferðavinnuni.

Kreativar og “nýggjar” vinnur

Ídnaður og tænastuvinnur, bygdar á mentan, hand­­verk og siðbundnar vinnur, sum ígjøgnum ný­menning verða til nýggjar vinnugreinir, draga arbeiðsmegi til sín og skapa veruligan búskap­ar­vøkstur. Dømi um kreativar vinnur eru tónleikur, film­ur, list, sniðskapan, telduspøl og mangt annað.

Tjóðveldi vil

  • At felags átøk fyri kreativar vinnur verða sam­skipað í mentanar-, vinnu- og uttan­ríkis­politikki.
  • At ein tónleika-, films, lista- og snið­gev­ara­háskúli verður settur á stovn.
  • Samstarv og sameining ímillum kreativar, vinnuligar og handilsligar útbúgv­ing­ar.
  • Íløgu- og vinnuframaskipanir, sum stimbra kreativar vinnur.
  • Felags marknaðarføring av okkara ferða­vinnu og kreativum vinnum úti í heimi.
  • Útflutningsskipan og framsýningarpallar fyri kreativar føroyskar vinnur.
  • Ein klekingardepil fyri kreativar vinnur.

Sjó-, frálanda- og oljuvinna

Føroyar eiga at bjóða fram útbúgvingar, útgerð, tøkni, ráðgeving og fjølbroyttar tæn­astur til vaks­andi skipaferðsluna á okkara leiðum. Sjóvinnan skal tí styrkjast og miðvíst marknaðarførast, so meira virksemi og avkast kann fáast burtur úr Føroysku Altjóða Skipaskrásetingini, frálanda­vinn­uni og handilsflotanum.

Almennar inntøkur frá olju og oljuvirksemi í framtíðini skulu sum varandi inn­tøka umvegis Búskapargrunn Føroya. Byrgjast skal miðvíst upp fyri skeiklandi avleiðingum av einari komandi oljuvinnu, bæði búskaparliga, sosialt, mentan­ar­liga, umhvørvisliga og í mun til aðrar vinnur.

Fremstu umhvørviskrøv skulu setast sjó- og oljuvinnuni fyri at verja fiska­til­feingið, alivinnuna og havumhvørvið, sum eru okkara lívsgrundarlag.

Tjóðveldi vil

  • Staðfesta í grundlóg, at ríkidømið í undir­grund­ini er ogn Føroya fólks.
  • Seta fremstu krøv til umhvørvisvernd, arb­eiðs­umhvørvi og trygd.
  • Greiða arbeiðsmarknaðarlóggávu og sátt­málar fyri arbeiðsfólkið í olju- og frá­landa­vinnuni.
  • Seta tilfeingisrentu frá oljuvinnuni í bú­skap­ar­grunn at framtíðartryggja okkara búskap.
  • Støðugt eftirmeta oljuskattalóggávu eftir bestu fyridømum í grannalondum, soleiðis at rættur partur av tilfeingisrentuni kemur til høldar hjá tjóðini.
  • Tryggja, at inntøkurnar koma øllum pørtum av landinum og komandi ættar­lið­um til gagns.
  • Styrkja karmarnar og marknaðarføring av FAS og stimbra undir avleitt virk­semi.
  • Bjóða fram altjóða maritimar útbúgvingar.
  • Marknaðarføra Føroyar sum maritiman út­búgv­ingar- og tænastudepil.

Greiðar linjur millum alment og privat

Høvuðstáttur í vinnupolitikki Tjóðveldis er at hava greiðar linjur ímillum almennar og privatar upp­gávur og virksemi. Almennu trivnaðarskyldunum tørvar eitt dyn­am­iskt og sterkt vinnulív, sum kastar av sær til samfelagið. Vinnuni tørvar hin­vegin ein vælvirkandi almennan sektor, ið tryggjar grundarlagið fyri at reka nútímans vinnu.

Tað, sum hevur til endamáls at skapa pen­inga­ligt avkast í kapping, eigur at skipast privat og vinnu­liga, meðan tað, sum hevur til endamáls at skapa somu rætt­indi, trivnað, útbúgving, sam­ferðslu, tænastur og mentan fyri øll, eigur at skipast og fíggjast við almennari, samhaldsfastari fígging – t.e. skúlar, sjúkrahús, almanna­tæn­astur, mentanarvirksemi, samferðslukervi, upplýsing, rættartrygd, eftirlit o.a.

Frælsur og væl skipaður arbeiðsmarknaður

Ein aðaltreyt fyri vinnuligum frælsi og einum samhaldsføstum samfelag er, at vit hava ein sterk­an og væl skipaðan arbeiðsmarknað. Fræls fak­feløg og arbeiðs­gev­arafeløg, ið hava møgu­leik­ar at samráðast á javnbjóðis støði, eru grundsúlur undir væl skipaðari vinnu og rættindum hjá hvørj­um einstøkum.

Tjóðveldi vil

  • Tryggja frælsa samráðingarrættin og neyð­ugu amboðini hjá pørtunum og fe­løg­unum á arbeiðsmarknaðinum at gera semjur, loysa ósemjur og tryggja síni rætt­indi.
  • Tryggja í samstarvi við arbeiðs­marknað­ar­part­arnar, at grundleggjandi rættindi til arb­eiðsloysisstuðul, sjúkradagpening, bars­ils­skipan, vanlukku- og lívs­trygg­ing, eftirløn, arbeiðsumhvørvi og -trygd, vernd móti mis­muni o.a. eru ómissandi og galdandi fyri øll.
  • Lóggeva ímóti allari sosialari dumping og tryggja, at allir sáttmálar á føroyska arbeiðs­markn­aðinum verða hildnir á øllum fak­økj­um.
  • Tryggja, at útlendsk arbeiðsmegi hevur rætt­indi og arbeiðir eftir sáttmálum hjá feløg­un­um á føroyska arbeiðsmarknaðinum.
  • Tryggja, at øll á arbeiðsmarknaðinum skipa seg í felag, og at kollektivir sáttmálar eru galdandi á øllum økjum á arbeiðs­markn­að­inum.
  • Geva limum í fakfeløgum somu møguleikar at gjalda limagjald skattafrítt, sum limir í arb­eiðs­gevarafeløgum hava.
  • Stuðla samtøkum og samtakshugsan hjá fak­feløgum og vinnufeløgum – eisini í vinnu­ligum virksemi, handli, íbúðarbygging, fíggj­artænastum o.ø.
  • Eggja til, at fakfeløg og vinnufeløg taka virkn­an lut í øllum samfelags- og politiskum orðaskifti, upplýsingarátøkum, útbúgvingar­átøk­um o.ø.