Lýsing

Sirið spyr um trygd og tilbúgving í tunlum

Á tingfundinum í morgin, skal Jørgen Niclasen, landsstýrismann í fíggjarmálum, svara Sirið Stenberg uppá fyrispurning viðvíkjandi trygd og tilbúgving í tunlum

1. Kann landsstýrismaðurin greiða frá, um trygdin er nøktandi í øllum landsins tunlum?

2. Eru góðkendar tilbúgvingarætlanir og neyðug útgerð knýttar til allar tunlar?

3. Hvussu ber til at bøta um trygdina í gomlu tunlunum?

Viðmerkingar

Spurningurin um trygd og tilbúgving er javnan frammi í mun til landsins tunlar.

Tunlarnar eru sera ymiskir í góðsku og í aldri. Meðan nakrir tunlar hava ljós, telefonsamband og trygdarútgerð, eru aðrir myrkir og uttan telefonsamband og harafturat smalir og einsporaðir. So støðan er ymisk. Tó má tað altíð vera so, at trygdin er í hásæti uttan mun til, um tunnilin er nýggjur ella gamal.

Javnan eru røddir frammi, sum gera vart við trygdina í tunlunum. Ivamál verða sett við trygdina og um tilbúgvingin er nøktandi, serliga í gomlu tunlunum. Tí hesir spurningar til landsstýrismannin í fíggjarmálum, sum umsitur málsøkið.

Á Løgtingi, 9. desember 2014
Sirið Stenberg

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad