Lýsing

At útbúgva høvdið uttan at útbúgva hjartað er als eingin útbúgving, røða hjá Gunvør Balle

Eyðun Johannessen 80 ár
Røða hildin í Reinsarínum 26. apríl 2018

– At útbúgva høvdið uttan at útbúgva hjartað er als eingin útbúgving.

Tá ið tú ert ungur, er tað lætt at mæla í klingur, leita eftir onkrum nýggjum, tó uttan veruliga at vita, hví tú fert ávísa leið. Ung vilja fram, tey hava ætlanir. Tey vilja verða væleydnað, vilja náa góðum úrslitum. Men er hetta nóg mikið? Er tráanin í sjálvum sær nóg mikið? At vita, hvat tú vilt, og at skilja hví tú gert tað, at halga hvønn einasta andadrátt til málið, at kenna inni í likaminum, at tú hevur nakað at geva øðrum, at tú hevur serlig evni, sum eru verd at menna og eru verd at fáa at vaksa, og at tú hjúklar um hesi serligu evni – tá kanst tú náa stórum málum. Tá hevur tú hjartað við.

At verða tann fyrsti at fara undir eitt hvørt, er ikki bara bara. Men nú tá ið vit í 2018 smíða okkum eydnuna blíða fríari enn kanska nakrantíð áður, har øll skulu verða okkurt serstakt, har øll vilja skilja seg burtur úr mongdini og vilja mynda sína egnu framtíð, ja, tá kámast henda myndin av teimum, sum ganga egnar leiðir. Tí nú ganga fólk eftir nógvum rásum, og tað gerst verri at reka fólk í somu rætt. Tey ungu vilja droyma og hyggja at egnum samleika, flyta hann eitt sindur henda veg og so eitt sindur handa veg.

Men hava vit hjartað við? Ella elta vit bara tað nýggja, tí tað er nýtt, óroynt og uppi í tíðini? Spyrja vit okkum sjálv: Hví? Geva vit okkum stundir at skilja, hví vit elta ein dreym?

— — —

Nú føðingardagsbarnið røkkur teimum 80 árunum, hugsi eg við mær sjálvari, at Eyðun hevur sanniliga havt hjartað við á leiðini. Frá tí degi áhugin fyri leiklistini varð kveiktur og upp gjøgnum øll áratíggjuni og til í dag. Her er ein brennandi hugur at bera søgurnar fram, at rúmka ræsurnar fyri forvitninum og við orðum og rørslum blása vindar út til áskoðararnar, vindar sum ikki bara eru farandi, men eru varandi í huganum hjá áskoðaranum.

Kenni meg sannførda um, at Eyðun tíðliga á lívsleiðini spurdi seg sjálvan – tilvitað ella ótilvitað – hví hann gjørdi, tað hann gjørdi. Tilvildin er altíð við okkum á lívsleiðini, men veitst tú, hvat tú vilt, hevur tú betri ræði á tær sjálvum. Og hesa tilvitanina merkir áskoðarin – hetta sjálvstamarhaldið og vitanina um, hví ein avgerð er tikin.

Í samtíðini er tað altíð verri at greiða, hvør veruliga slóðar fyri. Tað er lættari at kaga aftur um bak og har síggja, hvør steig fet, sum munaðu og blivu øðrum til íblástrar.

Hugsa um H.C.W. Tórgarð, sum nam sær útbúgving í byggilist. Sámal Joensen Mikines, sum vildi mála burturav. Og hugsa so um Eyðun Johannessen. Trý ymisk listafólk umboðandi tríggjar listagreinir. Umframt at vera sjónligir í samtíðini, eru teir eisini fyrstu føroyingar, sum numu sær útbúgving sum ávikavist arkitektur, listamálari og sjónleikari. Allir hava teir brotið upp úr nýggjum, og allir hava teir havt viljan í hjartanum, tí umstøðurnar at liva av listini hava verið trongar í samtíðini.

Tað lættasta er altíð at krøkja seg upp í verandi hugsanir og ímyndir um, hvat ber til. Tess størri eru brøgdini hjá teimum, sum bróta upp úr nýggjum. Og tað hevur Eyðun gjørt. Tú vildi fáast við sjónleik og valdi leiklistina sum yrki. Ein slóðari, sum stoypti grundina til tað, sum onnur síðani – saman við tær – hava bygt á. Síðani hevur tú leikstjórnað sum fáur annar.
— — —

Tú vart fyrstu ferð á palli 14 ára gamal, tá ið Havnar Sjónleikarfelag setti upp leik eftir Strindberg. Vaksin upp beint við Sjónleikarhúsið man hava kveikt eitt forvitni og latið dyrnar upp til eina framtíð við hugtakandi nógvum mentanarligum varðum á leiðini.

Tá ið tú bleivst liðugur á sjónleikaraskúlanum í 1960, vildi tú aftur til Føroya, men fyrst fórt tú til Týsklands. Tú hevur sagt, at tú bara seyg til tín mánaðirnar tú vart í Berlin. Síðani gekk leiðin heim at menna føroyska leiklist. Eingin politisk undirtøka var fyri hesi listagrein, tá ið tú komst aftur til Føroya. Eingir peningur var á fíggjarlógini fyrr enn í 1973, tá ið tú komst heimaftur til Føroya at verða sjónleikaráðgevi. Tilknýtið til Føroya hevur øll árini verið sterkt. Tú setti stútt og støðugt leikir upp hjá okkum, eisini tá ið tú leitaði út um Føroyar aftur í 1979.

— — —

Nógv er hent síðani fyrstu føroysku leikirnir „Veðurføst” eftir Sonnu Helenu Patursson og „Gunnar Havreki“ eftir Rasmus Effersøe vórðu spældir í tinghúsinum á føstulávint í 1889.

Og tað er einki at taka seg afturí, at sjónleikurin veruliga fór at blóma, tá ið tú eftir lokna útbúgving arbeiddi við og fyri sjónleiki. Nógv fólk, sum tá komu til, mynda framvegis bæði yrkis- og áhugaleikin í Havnini. Tú tókst týðandi stigið at seta á stovn fyrsta føroyska yrkisleikbólkin Grímu. Hugsanin var, at skuldi føroyskur sjónleikur mennast, var neyðugt, at leikarar vóru, sum brúktu sína tíð burturav til sjónleik. Bólkurin Gríma var heimleysur tey fyrstu árini. Í 1994 játtaði býráðið í ringastu krepputíð í landsins søgu bólkinum innivist í Margarinfabrikkini, og seinni varð við góðum stuðli frá kommununi mjólkarhøllin í gamla meiarínum bygd um og tikin í nýtslu til sjónleik.

Tórshavnar kommuna hevur í nógv ár latið regluligan rakstrarstuðul til virksemið í Sjónleikarhúsinum, og á Meiarínum hevur kommunan eisini stuðlað væl við bygningi og øðrum. Hetta er fíggjarligi parturin, sum Eyðun eisini hevur stríðst fyri umframt at leikstjórna og vera hugsjónarligur oddviti.

— — —

Har setur tú teg væl til rættis, og eina løtu seinni verða ljósini sløkt. So verður lagt til brots við sjónleiki á pallinum. Har ert tú saman við hinum áskoðarunum. Hvat fer at henda? Hetta er løtan, tá ið alt arbeiðið hjá sjónleikaranum verður borið fram í einari framførslu.

Sum barn í 70 árunum var eg so heppin at vaksa upp við nógvum av tí, Eyðun Johannessen hevur skapað og givið havnarborgarum og øllum føroyingum. Tínum útvarpsleikum, tínum upplestri og ikki minst tínum sjónleiki – her serliga Gríma.

Vit høvdu ikki sjónvarp, teldur og aðrar skýggjar – og tí var tað forkunnugt, spennandi og stórt, hvørja ferð Gríma bjóðaði í sjónleikarhúsið til nýggjan leik. Foreldrini tóku ofta okkum systkin við til sjónleik. Kenni meg hepna at vera vaksin upp soleiðis.

Minnini eru enn livandi. Serstaki spenningurin áðrenn leiðin gekk til leik, og tá ið tú komst inn og fann títt pláss í sjónleikarhúsinum – hvat fór at henda í kvøld? Hvønn heim fór man at verða førdur inn í?

Minnist sera væl brot úr nógvum leikum, og hvussu søgugongdin og boðskapirnir í leikunum fangaðu meg og fingu meg at hugsa um mannakor á ein hátt, eg ikki hevði hugsað fyrr. Eg hoyrdi leikararnar sig: “vit eiga ikki eitt oyra, vit lata ikki eitt oyra” – Diddan, beiggin, dukkan og blóman” – og minnist, at vit stríddu okkum á hávetri gjøgnum stórkava eftir Oyggjavegnum til Kvívíkar at síggja Bør Børson.

Sjónleikurin lat mítt hjartað og sinn upp fyri øllum tí gandakenda og hugtakandi, sum leiklistin kann rúma – og eg goymi minnini frá hesum deiligu løtum millum míni bestu minnir.

Tú skipaði fyri, at børn, sum gingu á venjingarskúla kundu velja leiklist sum lærugrein – hesin skúlin var altíð nýhugsandi, so her vóru vit eisini ofta til sjónleik hjá næmingum, ið sýndu fram – helst hevur tað verið undir tíni hepnu hond.

Og so var tað útvarpið! Tú bleivst heimskendur í Føroyum fá ár eftir, at Útvarp Føroya varð sett á stovn. Barnaútvarpið og framhaldssøgur var okkara størsta undirhald, og vit sótu sum á nálum framman fyri lurtinum, tá ið Eyðun við síni rúnabindandi rødd segði frá um Djórini í Valbakkaskóginum, sum tú so meistaraliga eisini hevur týtt. Og hvør minnist ikki Fólk og dólgar í Kardumummubýi? Avbera góða, livandi og litríka málið hjá tær fær tankarnar at leita nýggjar leiðir og víðkar hugan. Allar fláirnar í sjónleikinum hevur tú fingið fram á leikpall og borið okkum í Havnini og í Føroyum. Glataðu spælimenninir, Dreymar Jóansøkunátt og mong onnur verk.

Soleiðis eru orðini Sjónleikur og Eyðun Johannessen greipað saman. Sigur tú annað, sigur tú hitt.

Varandi eldhugurin fyri leiklistini gjørdi, at tú vart settur stjóri á Tjóðpalli Føroya, tá ið hann varð stovnaður í 2005 og lat upp. Tú hevur sagt, at politiski andin í Føroyum var broyttur, tá ið vit trinu inn í nýggju øldina. Um aldamótið flutti tú eisini heimaftur, og tað var kanska serliga tað, sum fekk teg at flyta til Føroya aftur – at nú skuldi hesin stovnurin til leiklistina verða settur á stovn.

Og nú røkist fyri, at Tjóðpallur verður bygdur í Føroyum – eitt landsins leikhús. Okkara lutur í Tórshavnar býráð skal ikki liggja eftir.

Hjartaliga til lukku við bókaútgávuni og vegna Tórshavnar býráð fari eg at takka tær fyri mongu verkini, mongu løturnar, sum tú hevur ríkað okkum við øll hesi mongu árini. Tú hevur havt hjartað við allan vegin.

Gunvør Balle
Forkvinna í mentanarnevnd Tórshavnar býráðs

Gunvør Balle

Deil hesa grein umvegis
468 ad