Lýsing

Kvinnukor og pensjónir

Stríðið fyri størri kvinnurættindum er ikki av. Langt frá. Hóast sigrar eru náddir gjøgnum hart arbeiði, so er framhaldandi nógv at arbeiða fyri.

Tað er kent, at umleið helmingurin av kvinnunum, sum eru á arbeiðsmarknaðinum, arbeiða niðursetta tíð. Fyri tey, sum ynskja hetta, er tað fínt, men stórur partur av kvinnunum, sum arbeiða niðursetta tíð, ynskja fulltíðarstørv.

Almennu tølini um fátækravága vísa eisini heilt klárt, at tað eru kvinnurnar, sum eru harðast raktar. Um tað eru tær støku kvinnurnar, kvinnur á arbeiðsmarknaðinum ella fólkapensjónistar, so eru kvinnurnar við skerdan lut.

Tíverri er ikki nógv, sum talar fyri, at hetta broytist nógv komandi árini. Men eitt, sum kann bøta um korini, er at gera eitt miðvíst arbeiði fyri at fáa fleiri fulltíðarstørv. Tað má vera soleiðis, at man kann liva og forsyrgja sær og sínum av eini vanligari inntøku.

Nøkur av siðbundnu láglønarstørvunum eru eisini í stóran mun “kvinnustørv”. Tí má hesin hugburður ella siðvenja eisini broytast, soleiðis at størri javnstøða fæst í útbúgvingarmøguleikum og í starvssetanum sum heild.

Kvinnurnar verða harðast raktar

Við nýggju eftirlønarlógini er stættarmunur lóggivin heilt inn í ellisár. Nú er tað soleiðis, at øll skulu spara upp til egna eftirløn. Eftirlønin verður sostatt roknað í mun til, hvussu nógv fólk hava forvunnið, meðan tey vóru á arbeiðsmarknaðinum. Forvinnur tú lítið, meðan tú arbeiðir, so fært tú minni í pensjón. Ella hevur tú onga A-inntøku at vísa á, so er ongin eftirlønaruppsparing. Hetta kemur í stóran mun at raka kvinnur. Verður onki gjørt við hetta, so fáa vit eitt boom av fátækum kvinnum komandi nógvu árini. Tí ongin veit, hvat hendir við fólkapensjónini, sum vit kenna í dag.

Pensjónin og ellisárini í vága

Somuleiðis eru nógv fólk hildin uttanfyri eftirlønaruppsparingina. Áleið 20% spara ikki upp til eftirløn. Hvat skulu hesi liva av í ellisárum ? Og hvørji eru so hesi, sum ikki spara upp? Jú t.d ávís tímalønt, fólk í avloysarastørvum, hjálparfólk á dagstóvnum fyrsta starvsárið, øll sum fáa veitingar frá tí almenna sum til dømis fyritíðarpensjón o.s.fr. Tragedian er, at vart tú so óheppin at vera við skerdan lut, meðan tú vart í vinnuførum aldri ella leyst tilknýttur arbeiðsmarknaðinum, so eigur tú onga eftirlønaruppsparing. Aftur her er yvirvág av kvinnum.

Eisini fyri fólk í størvum, sum ikki høvdu eftirlønaruppsparingar frammanundan, at eftirlønarlógin bleiv sett í verk, er vandi á ferð. Tey gjalda í dag 2 % av lønini til eftirløn. Um 13 ár gjalda tey 15 %. Hvat skulu tey liva av, tá ið so stórur partur av lønini skal til eftirløn ? Aftur her verða ávísir bólkar við sviðusoð og koma fyri hvørt ár at hava minni at liva av.

Frammanundan hava nøkur fakfeløg víst á, at forskattingin av pensjónum kemur at kosta løntakarum umleið 1000 kr um mánaðin frá nú og restina av lívinum, um onki verður gjørt.

Pensjónspolitikkurin avgerandi fyri framtíðar korini hjá láglønarbólkunum

So arbeiðsmarknaður og pensjónsviðurskifti hava stóra ávirkan á livikor/kvinnukor og eru eitt av amboðunum til at minka um stættarmunin. Tí verður framtíðar pensjónaarbeiði avgerandi fyri korini.

Sirið Stenberg Tjóðveldi

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad