Lýsing

Føroyar er ikki ein býur, men eitt oyggjasamfelag!

Tað tykist ikki, sum øll hava skilt hetta, og tað er undarligt, tí vit hava ongantíð verið nakað annað. Men tíðir broytast, og so hvørt sum samferðslukervið verður betri og betri útbygt, upplivið eg, at samhugin við okkum oyggjabúgvum er alsamt  minkandi.

Og vit eru ein minkandi bólkur. Uml 15 % av fólkinum eru ikki íbundin fasta sambandið, men eru tengd at sjóvegis farleiðunum. Og um stutta tíð verða vit enn færri. Hetta bæði tí, at tað verður koyrandi til Sandoynna í næstum og tí, at fólkatalið í stóran mun er minkandi í útjaðarinum.

Og alt gott um samferðsluútbyggingar, tí tær eru neyðugar. Alneyðugar. Tíbetur hevur tað eisini í stóran mun  eydnast at finna semjur um tær. Semjurnar eru gjørdar tí vit øll viðurkenna tydningin av  lívsneyðugu samferðsluni, og tí vit hava havt álit á, at einferð verður eisini okkara túrur at fáa lut í somu møguleikum, sum hjá øllum øðrum. Tað er hetta álitið, sum nú er skalað.

Tá ið tað ber til at skerja túrar hjá Smyrli samstundis sum tað verður rópt hart um ókeypis koyring,  og samstundis sum man byggir út aðrastaðni so verði eg stúrin. Ikki bara stúrin um dagin í dag, men eisini um framtíðina. Hvussu fara vit t.d nakrantíð at fáa meirluta fyri einum nýggjum Smyrli um nøkur ár, tá ið vit ikki fáa so mikið sum ein túr nú, men missa túrar í søguliga góðum tíðum ? Tí havi eg meldað meg uppí tunnilskórið ! Fyri fáum árum síðan helt eg tað verða óneyðugt, helt tað vera nokk um Smyril bara sigldi nóg ofta. Men ein staðfesting av veruleikanum hevur broytt hesa hugsan. Fáa vit ikki fast samband, so verður tungt at rógva móti streyminum. Og sjálvsagt, inntil tá má Smyril sigla oftari.

Tað átti ikki at verið neyðugt at argumentera fyri hví samferðslan er so lívsneyðug. Øll vita vit, at skulu okkara vinnurekandi hava bara nøkulunda somu treytir at kappast á jøvnum føti við onnur, so má og skal samferðslan vera støðug, trygg og ikki ov kostnaðarmikil. Tað sama ger seg galdandi fyri okkum onnur. Flytføri er avgerandi í altjóða samfelagnum.

Hyggja vit eftir hvussu íløgurnar hava verið raðfestar seinastu árini, so mugu vit ásanna, at suðuroyggin hevur verið fyri stórum vanbýti.Tað sama við øðrum smáplássum. Tað kunnu øll ásanna bara við at hyggja rundanum seg.

Hví er t.d ongin króna játtað til Hvalbiartunnilin og til eftirskúla í suðuroynni o.s.fr Og hví er játtanin á Suðuroyar Sjúkrahúsið so mikið lág, at ein niðurlaging av tænastum longu er byrjað ? Og hví er ongin vilji at seta gongd á vega og tunnilsarbeiði til onnur smápláss í landinum. Og soleiðis kundi eg hildið áfrám. Skal alt bara vera grundað á kost-nyttu kanningar soleiðis, at man bara skal gera íløgur har tað fíggjarliga loysir seg ? Soleiðis kann man als gera í einum oyggjasamfelag.

Tíbetur eru vit nógv, sum elska at búgva kring oyggjarnar, og tíbetur eru kommunur og vinnulív sum gera sítt til, at tað er liviligt. Tað er landsins partur, ið manglar.

Um man framhaldandi úthungrar útjaðaran er ikki óhugsandi, at fólkatalið minkar enn meira. Sorgarleikurin er, at fyri nógv ber ikki til at selja húsini og fáa tað fyri tey, sum tað kostar at seta búgv í miðstaðarøkinum. Loysnin kann tá vera, at fólk flyta av landinum. Tað sama ger seg galdandi fyri ungdómin, sum ikki fær møguleika at pendla, og heldur ikki fær atgongd til bíligar lestraríbúðir. Hesi kunnu eisini stinga í sekkin. Tá er øll framtíðin í vanda.

Og eru Føroyar Føroyar uttan en livandi virknan útjaðara ?

Tí er í evstu løtu at fáa skift landsins leiðslu út við eina leiðslu, sum vil tryggja øllum javnbjóðis møguleikar at liva og virka kring alt landið. Eina leiðslu, sum vil bøta um samlaða samferðslukervið og, sum eisini tekur aðrar og stórar avbjóðingar í útjaðarinum í størsta álvara. Og sum hevur virðing fyri, at virðini í landinum eisini vera skapt, og eru, kring landið. Og síðst, men ikki minst, sum veit, at vit eru eitt oyggjasamfelag.

Sirið Stenberg Tjóðveldi

 

 

 

 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad