Lýsing

Feia fyri egnum dyr, Bjørn Kalsø !

Tað er nú ótrúliga næsadjarvt av Bjørn Kalsø at vera á hvørjum miðli við læsarabrævi um, at aðrir flokkar vilja beina fyri smærru sjúkrahúsunum.  Hetta kann ikki vera annað enn ein roynd at pussa egna gloriu.

Eg kenni onki til nakrar ætlanir um at beina fyri nøkrum sjúkrahúsið, og hevði  heldur ikki tikið undir við tí.

Lat meg taka Suðuroyar Sjúkrahús, so er hetta grundarlagið undir sjálvari búsetingini í oynni. Sjúkrahúsið røkir ta lívsneyðugu uppgávuna, tað er at vera trygd og tilbúgving hjá okkum øllum, sum búgva har, umframt vanligt sjúkrahúsvirksemi.  Nattúrliga fjarstøðan ger,  at vit eru tveir tímar frá meginlandinum. Veður og vindi eru vit ikki harrar yvir, og at liggja tímar frá einum sjúkrahús i, við ongarti tilbúgving,  kann eg ikki ímynda mær at nakar í Føroyum tekur undir við. So hevði snøgt sagt ongin búð har. Hevði nakar ímyndað sær at búð í Føroyum við ongum sjúkrahúsið, nei neyvan. Hví skal hetta vera øðrvísi fyri partar av landinum, sum hava líka stóra fjarstøðu til meginlandið, sum Føroyar hava til útheimin.

Tað hevði klætt Bjørn Kalsø betur at tikið í egnan barm, og harvið tikið medábyrgd av støðuni í heilsuverkinum. Hóast alt er hann partur av eini samgongu, sum ikki hevur framskrivað fyri prís og lønarvøkstur í heilsuverkinum. Hetta merkja vit nú. Seinastu árini eru 25-30 ársverk spard burtur. Samstundis er eftirspurningurin eftir heilsutænastum vaksandi. Fólk renna skjótari og eru strongd. Longu við ársbyrjan í ár visti løgtingið at játtanin ikki fór at røkka, men gjørdi onki við tað. Hví ?

Neyvan finst nøkur einføld loysn á trupulleikunum í heilsuverkinum. Trupulleikarnar tykjast fløktir og samansettir. Tað er grundað á hetta, at vit í Tjóðveldi hava lagt fram uppskot um at fáa eina heildarmenniningarætlan fyri alt heilsuverkið, sum leggur upp fyri neyðugari fígging, og at skorið má vera ígjøgnum fyri  hvørjar tænastur skulu vera á hvørjum sjúkrahúsi. Hetta fyri at gagnnýta okkara heilsuverk til fulnar. Ongastaðni stendur nakað um at niðurleggja nakað sjúkrahús. So hvar Bjørn Kalsø hevur tað frá lysti meg at vita. Hetta er ein roynd at flyta fokus frá veruligu trupulleikunum í heilsuverkinum, við at skapa ótta og leggja ein ósakligan vinkul fyri kjakið. Gamaní eru deildar meiningar í øllum flokkum, um hvussu leiðslubygnaðurin skal vera í heilsuverkinum, tað er okni nýtt. Men harvið ikki sagt at nakar arbeiðir við at niðurleggja nakað sjúkrahús.

Má líka minna Bjørn Kalsø á at sjálvur løgmaður hevur verið úti við boðskapinum um, at vit skulu hava eina leiðslu. Somuleiðis hevur einasti valdi býráðspolitikkarin í sambandinum skrivað síðu upp og niður um, at vit skulu hava eitt sjúkrahús. Og soleiðis eru tað javnan røddir frammi í tingmanningini hjá Bjørn Kalsø, og hesum taki eg als ikki undir við.

Kanska átti Bjørn Kalsø heldur at alliera seg við okkum fáu, sum enn ynskja at varðveita sjúkrahúsini. Vit síggja ikki út til at vaksa í tali, heldur tvørturímóti. Men framum alt átti Bjørn Kalsø at komi við sannindum og sakligum íkasti til kjakið um hvussu vit framtíðartryggja okkara heilsuverk. Tað skylda við sjúklingunum, starvsfólkum og okkum øllum.

Sirið Stenberg Tjóðveldi

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad