Lýsing

Svar uppá fyrispurning um urologi

Sirið Stenberg og Kristin Michelsen hava í dag fingið svar uppá fyrispurning um urologi

Spyrjari: Sirið Stenberg og Kristin Michelsen
Svarari: Karsten Hansen

Spurningur:
Á tingfundi 18. februar 2015 boðaði formaðurin frá omanfyrinevnda fyrispurningi, sum er soljóðandi:

1. Hvørjar grundgevingar eru fyri at seta konsulent, sum starvast uttanlands, sum ábyrgdarhavara av urologi í Føroyum, samstundis sum serlækni í urologi frammanundan longu er settur í føroyska heilsuverkinum?

2. Hvussu nógvar vikur kann væntast, at serlæknin, sum arbeiðir sum konsulentur, verður árliga í Føroyum?

3. Hvussu metir landsstýrismaðurin, at vit kunnu liva upp til tilmælini um tíðarásetingar fyri diagnostisering og viðgerðarætlan í krabbameinsætlanini, tá ið serlæknatænastan í urologi ikki stendur borgarum í boði stóran part av árinum?

4. Hvørja ávirkan kann tað hava á sjúklingatrygdina, tá ið urologi í Føroyum skal skipast við konsulenti sum ábyrgdarhavara?

5. Kann væntast, at fleiri sjúklingar fara at verða sendir av landinum til urologiska viðgerð?

6. Hvørji atlit verða tikin, tá ið heilsuverkið skal velja viðgerðarstað uttanlands til okkara sjúklingar. Eru tað atlit til bíðitíð, góð úrslit/hagtøl fyri heilsubót ella onnur atlit?

7. Hvør fakkunnleiki hevur verið við í arbeiðinum og verið hoyrdur í sambandi við nýggju royndarskipanina av urologi, og hevur semja verið um nýggju royndarskipanina?

8. Hvussu nógv er nýggja royndarskipanin mett at kosta, og hvussu nógv verður goldið í konsulenttænastu í dag innan urologiska økið?

9. Verður tað eingin annar enn ábyrgdarhavandi serlækni av royndarverkætlanini, sum kann ávísa sjúklingar til viðgerð uttanlands?

Viðmerkingar
Fyri stuttum kunngjørdi landsstýrismaðurin í heilsumálum eina nýggja tvørgangandi 2-ára royndarskipan fyri urologi í Føroyum. Í stuttum skal tað, sambært kunningarskrivi frá landsstýris­manninum í heilsumálum, komandi tvey árini gerast ein tvørgangandi skipan millum sjúkrahúsini um urologi. Ábyrgdarhavandi fyri hesa skipan er konsulentur, sum skal vera í landinum nakrar vikur árliga. Konsulenturin er kendur í heilsuverkinum, tá ið hesin sami hevur verið konsulentur í Føroyum í nógv ár.

Sambært kunningini frá landsstýrismanninum í heilsumálum skal ein partur av skurðviðgerðunum nú fara fram á Suðuroyar Sjúkrahúsið, undankanningar og ávísar viðgerðir skulu fremjast á Klaksvíkar Sjúkrahúsi,, og Landssjúkrahúsið skal taka sær av visitatión og størru skurðvið­gerðunum.

Føroyska heilsuverkið hevur útbúnan serlækna í urologi í føstum starvi. Hesin starvast á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Tí undrar tað spyrjararnar, at man leitar sær uttanlands eftir serfrøði at vera ábyrgdar­havandi av nýggju royndarskipanini, tá ið vit hava sakkunnleikan frammanundan. Tískil sóknast undirritaðu eftir, hvørjar grundgevingar liggja til grund fyri hesum.

Tað tykist sum orðaskiftið, sum hevur verið seinastu tíðina um nýggju royndarskipanina á urologiska økinum, viðger urologi og krabbamein sum eitt. Partur av urologisku sjúklingunum hava krabbamein, men okkum kunnugt, so hevur størsti parturin ikki krabbamein, men aðrar urologiskar sjúkur. Spyrjararnir kenna tørv á at vísa á hesa samanblanding, tí tað kann gera, at orðaskiftið og viðgerðin av hesum álvarsøki annars byggir á skeivar fortreytir.

Tá ið tað kemur til krabbamein, so hava vit eitt dygdararbeiði liggjandi at taka støði í í Krabba­meins­ætlanini frá 2009. Millum annað stendur í Krabbameinsætlanini soleiðis:

“Krabbameinsskurðviðgerðir eiga bara at verða gjørdar í Føroyum, um tær fylgja góðkendum vegleiðingum og prinsippum hjá Heilsustýrinum og/ella altjóða tilmælum. Ber ikki til at lúka hesar treytir, eiga krabbameinsskurðviðgerðir ikki at verða gjørdar í Føroyum.

Fyri tey einstøku krabbameinssløgini eiga at verða gjørdar niðurskrivaðar heildartilgongdir, sum líkjast donsku sonevndu ”pakkaforløbunum”, men sum tó taka hædd fyri serligum føroyskum viðurskiftum. Heildartilgongdirnar skulu neyvt lýsa tey ymisku stigini í útgreinan/viðgerð og skulu áseta mest loyvdu bíðitíðir fyri einstøku stigini. Allir lutir í sjúklingagongdini skulu vera grundaðir á viðurkendar fakligar standardir og vegleiðingar. Arbeiðið eigur at fara í gongd fyrst í komandi ári og byrja við vanligastu krabbameinssløgunum. Allar viðkomandi sergreinir og sjúkrahúsleiðsla eiga at luttaka í arbeiðinum”

Grundað á tilmæltu tíðarásetingar í pakkaforløbum ørkymlar tað spyrjararnar, tá ið ætlaða royndar­ætlanin á urologiska økinum inniber, at vit einans hava ábyrgdarhavandi serlækna tøkan fáar vikur av árinum. Upplýst varð í tinginum, seinast munnligir spurningar vóru, at ábyrgdarhavandi urologur var í Føroyum 20 vikur árliga. Hetta ger spyrjararnar stúrnar um, hvønn týdning hetta kann fáa fyri sjúklingin, og um útlitini fyri sjúklingatrygdini kunnu versna, tá ið vit væntandi kunnu fáa uml. 8 mánaðir/32 vikur við ongum visiterandi og ábyrgdarhavandi yvirlækna. Hesin veruleiki stendur í stórari andsøgn til, at vit í dag longu hava serlækna í føstum starvi á økinum, og sum kundi røkt uppgávuna.

Okkum kunnugt er eitt pakkaforløb samansett soleiðis, at frá tí, at sjúklingurin vendir sær til lækna, til diagnosa er staðfest, skulu max. ganga 10 dagar. Aftaná hetta skulu max. ganga 24 arbeiðsdagar, til viðgerðarætlan er løgd.

Sum skilst so er nýggja royndarskipanin longu sett í verk fyri eitt tvey ára tíðarskeið. Spurningurin er tí eisini, hvør fakkunnleiki er hoyrdur í málinum, og hvørji faklig tilmæli liggja til grund fyri nýggju royndarskipanini. Somuleiðis er áhugavert at fáa lýst, um semja hevur verið um nýggju royndarskipanina.

Tað verður helst altíð soleiðis, at vit í Føroyum mugu keypa okkum sjúkraviðgerðir uttanlands. Viðgerðir gerast alsamt meira spesialiseraðar, eins og útboðið av viðgerðum legst til. Tí sóknast spyrjararnir eftir at vita, hvørjum leisti viðgerðarstøð uttanlands verða vald. Um tað eru atlit til bíðitíðir, atlit til úrslit fyri yvirlivilsi og leking, ella hvørji sjúklingaatlit verða tikin.

Spyrjararnir hava skilt royndarverkætlanina soleiðis, at tað einans verður ábyrgdarhavandi serlækni í urologi, sum kann senda fólk til sjúkraviðgerð uttanlands. Havandi í huga, at vit størsta partin av árinum ikki hava serlæknan í Føroyum, kann bíðitíðin fyri sjúklingin væntandi gerast long. Greiða má tí eisini fáast á hesum spurningi, soleiðis at tað stendur øllum púra greitt, hvar myndugleikin at ávísa av landinum liggur, tá hugsast kann, at henda royndarverkætlan frameftir kann verða nýtt sum leistur fyri aðrar sergreinar.

Á tingfundi 25. februar 2015 varð uttan atkvøðugreiðslu samtykt, at fyrispurningurin skal svarast.

Svar:
Á tingfundi 26. mars 2015 svaraði Karsten Hansen, landsstýrismaður, fyrispurninginum soleiðis:
Svar:

1. 1. Hvørjar grundgevingar eru fyri at seta konsulent, sum starvast uttanlands, sum ábyrgdarhavara av urologi í Føroyum, samstundis sum serlækni í urologi frammanundan longu er settur í føroyska heilsuverkinum?

Talan er um ein føroyskan serlækna sum hevur drúgvar royndir innan urologiska onkologi (krabbamein) – bæði í Føroyum og uttanlands. Orsøkin til at hann er valdur til at røkja starvið í royndartíðini – hóast læknin, sum røkir starvið sum almen kirurgur á Suðuroyar sjúkrahúsi, eisini er serlækni í urologi – er, at hann hevur drúgvar royndir innan onkologiska urologi í Danmark, Onglandi og Føroyum. Harumframt hevur hann frammanundan drúgvar royndir
sum ábyrgdarhavandi visiterandi yvirlækni í Danmark og er tí serstakliga vælegnaður at hava ábyrgdina sum visiterandi yvirlækni fyri hesi royndarverkætlan. Valið samsvarar eisini við tilmælið, sum landsstýrismaðurin hevur fingið frá Stýrisbólkinum fyri krabbameinsøkið, umframt einum felags tilmæli frá Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi.

2. Hvussu nógvar vikur kann væntast, at serlæknin, sum arbeiðir sum konsulentur, verður árliga í Føroyum?

Ætlanin er at serlæknin saman við øðrum konsulentum verða umleið 20 vikur tilsamans í Føroyum. Seinni í mars mánaða verður gjørd formlig avtala við serlæknan. Í tann mun hann ikki er í Føroyum, kemur hann at hava regluligt talgilt samband við føroyska heilsuverkið. Talan verður sostatt um eina konsulentskipan, sum er øðrvísi og hevur eitt tættari samband við føroyska heilsuverkið enn tað sum vit eru von við.

Hvussu metir landsstýrismaðurin, at vit kunnu liva upp til tilmælini um tíðarásetingar fyri diagnostisering og viðgerðarætlan í krabbameinsætlanini, tá ið serlæknatænastan í urologi ikki stendur borgarum í boði stóran part av árinum?

Virksemið innan sergreinina urologi er í høvuðsheitum elektivt (planlagt). Ætlanin er, at skipa virksemið soleiðis at tað í átta mánaðir av árinum er dekningur í tvær vikur, og í fýra mánaðir ein vika. Ætlanin er sjálvandi ikki, at sjúklingurin skal bíða eftir lækna fyri at verða kannaður. Eftir ávísing frá kommunulækna verður sjúklingurin beinanvegin sendur til undankanningar, og úrslitið av hesum kanningum verður sent til ábygdarhavandi læknan sum visiterar víðari. Hetta verður gjørt óansæð um ábyrgdarhavandi læknin er tøkur í Føroyum ella ikki.

Eisini er ætlanin at yvirlæknin á Suðuroyar sjúkrahúsi, sum røkir starvið sum almen kirurgur og sum eisini er serlækni í urologi, verður partur av skipanini soleiðis at tað verður meira virksemi innan urologi á sjúkrahúsinum enn tað er í dag.

Landsstýrismaðurin metir, at vit við tí skipan sum verður sett í verk kunnu liva upp til tilmælini um tíðarásetingar fyri diagnostisering og viðgerðarætlan í krabbameinsætlanini. Vit skulu ikki gloyma at skipanin, sum verður sett í verk er í samsvar við tilmælið frá stýrisbólkinum sum er settur í samsvari við krabbameinsætlanina, og sum hevur til uppgávu at gera tey tilmælir sum eru neyðug fyri at vit liva upp til krabbameinsætlanina. Við øðrum orðum hevur landsstýrismaðurin fylgt tí fakliga tilmæli, sum bólkurin er komin við.

Hvørja ávirkan kann tað hava á sjúklingatrygdina, tá ið urologi í Føroyum skal skipast við konsulenti sum ábyrgdarhavara?

Sum áður nevnt, verður talan um eina konsulentskipan, sum er øðrvísi og hevur eitt tættari samband við føroyska heilsuverkið enn tað sum vit eru von við. Í tilmælinum sum er komið frá einum samdum fakligum stýrisbólki, er nevniliga hædd tikin fyri sjúklingartrygd og dygd.

Kann væntast, at fleiri sjúklingar fara at verða sendir av landinum til urologiska viðgerð?

Nei, tað kann ikki væntast at fleiri sjúklingar verða sendir av landinum til urologiska viðgerð eftir at skipanin er sett í verk. Eitt av endamálunum við royndaskipanini er, at so nógv av læknaligum arbeiði, bæði av útgreinan, viðgerð, eftirviðgerð og eftirkannan, fer fram í Føroyum sum gjørligt, og at so lítið sum yvirhøvur møguligt verður sent uttanlands.

Hvørji atlit verða tikin, tá ið heilsuverkið skal velja viðgerðarstað uttanlands til okkara sjúklingar. Eru tað atlit til bíðitíð, góð úrslit/hagtøl fyri heilsubót ella onnur atlit?

Atlitini eru sjálvsagt ein samanseting av ymiskum viðurskiftum, har t.d. dygd, trygd, úrslit og bíðitíð viga tungt, men har prísurin eisini hevur eina ávirkan á val av viðgerðarstaði.

Hvør fakkunnleiki hevur verið við í arbeiðinum og verið hoyrdur í sambandi við nyggju royndarskipanina av urologi, og hevur semja verið um nýggju royndarskipanina?

Í hesum máli hevur landsstýrismaðurin fylgt einum fakligum tilmæli frá stýrisbólkinum fyri krabbameinsøkið. Talan er um ein bólk sum fakliga er breitt samansettur. Bólkurin er mannaður við m.a. einum urologi, sum hevur drúgvar royndir við onkologi uttanlands, Landslæknanum, sum samstundis umboðar Sundhedsstyrelsen, umboð fyri Kommunulæknafelagnum og leiðandi yvirlæknanum á Medisinska Depli á Landssjúkrahúsinum. Eisini hevur formaðurin fyri Krabbameinsfelagið luttikið í stýrisbólkinum, sum einmælt hevur tilmælt at seta royndarskipanina í verk.

Áðrenn tilmælið varð latið landsstýrismanninum hevur tað verið til ummælis á sjúkrahúsunum, har m.a. kirurgiski yvirlæknin á Suðuroyar sjúkrahúsi er hoyrdur og hevur havt viðmerkingar til tilmælið. Hesar viðmerkingar eru síðani viðgjørdar av stýrisbólkinum, áðrenn endaliga tilmælið er latið landsstýrismanninum.

Hvussu nógv er nýggja royndarskipanin mett at kosta, og hvussu nógv verður goldið í konsulenttænastu í dag innan urologiska økið?

Ætlanin er at nýggja royndarskipanin ikki skal kosta meira enn tað sum økið kostar í dag. Í dag verður goldið umleið 1,5 mió. kr. um árið fyri konsulenttænastu í urologi á Landssjúkrahúsinum og Klaksvíkar sjúkrahúsi tilsamans.

Verður tað eingin annar enn ábyrgdarhavandi serlækni av royndarverkætlanini, sum kann ávísa sjúklingar til viðgerð uttanlands?

Tað er ein sera lítil partur av urologisku sjúklingunum sum hava tørv á viðgerð uttanlands. Talan verður um eina tvørgangandi skipan, sum verður samskipað millum sjúkrahúsini har allir sjúklingar við urologiskari sjúku, herundir urologiskari onkologi (krabbamein), verða ávístir til viðgerð umvegis ábyrgdarhavandi serlæknan.

Hetta verður eisini galdandi fyri teir sjúklingar, sum skulu ávísast uttanlands.

Málið avgreitt.

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad