Lýsing

20. mars 2015 verður ikki almennur frídagur

Gunvør Balle og Sirið Stenberg hava fingið svar uppá sínar fyrispurningar um at lýsa 20. mars 2015 sum almennan frídag. Spurningarnir vóru settir Bjørn Kalsø og løgmanni at svara skrivliga

Svar upp á fyrispurning nr. 66/2014 eftir Tingskipanini § 52a frá Sirið Stenberg og Gunvør Balle, løgtingskvinnum. Fyrispurningur um at lýsa 20. mars 2015 sum almennan frídag hjá fólka- og miðnámsskúlum landsins, settur Bjørn kalsø, landsstýrismanni

Fyrispurningurin er soljóðandi:

1. Heldur landsstýrismaðurin ikki, tað vera rætt at broyta avgerðina um, at fólkaskúlarnir skulu hava undirvísingarskyldu fríggjadagin 20.mars 2015?

Svar

Til 1: Tá 20. mars 2015  ikki er lýsur sum almennur frídagur, hevur Mentamálaráðið tikið avgerð um, at dagurin heldur ikki verður frídagur hjá skúlunum. Henda støða er tikin við atliti at næmingunum, soleiðis at teir næmingar, sum ikki hava møguleika at vera saman við avvarðandi  henda fyrrapart, kunna uppliva sólarmyrkingina saman við øðrum. Talan er um óvanliga hending, og í hesum sambandi stinga nógvir spurningar seg upp. Tí er  týdningarmikið, at næmingurin fær svar og er í einum tryggum umhvørvi.

Hinvegin kunnu foreldur og verjar, sum ynskja og hava umstøður at verða saman við børnum sínum 20. mars, boða skúlanum frá, at teirra barn ikki kemur í skúla. Mentamálaráðið er kunnað um, at tað eru nógv foreldur, sum hava biðið barninum frí í sambandi við sólarmyrkingina.

Mentamálaráðið hevur mælt skúlunum til at taka sólarmyrkingina við í undirvísingina, og hava skúlarnir tikið hesa uppgávu í stórum álvara. Í flestu skúlum verður í vikuni skipað fyri evnisdøgum um rúmdina, m.a. við atliti at fyribrigdinum sólarmyrking. Tiltøk verða fyriskipað í skúlanum,  tá sólarmyrkingin verður og í summum førum saman við kommununi á staðnum. Í fleiri førum eru foreldur og avvarðandi boðin at verða saman við næmingunum í skúlanum, tá ið sólarmyrkingin verður. Nakrar kommunur hava eisini saman við skúlunum fyriskipað størri tiltøk fyri allar borgarar í kommununi.

Leggjast kann afturat, at skúlaleiðslur saman við lokalu myndugleikunum hava møguleika at leggja einstakar frídagar. Mentamálaráðið leggur seg ikki út í, nær hesir dagar verða lagdir.
Mentamálaráðið er ikki vitandi um,  at skúlar hava valt 20. mars sum frídag.
Vinarliga

Bjørn Kalsø
landsstýrismaður

Svar uppá skrivligan fyrispurning nr. 67/2014 eftir § 52a í tingskipanini til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann, frá Gunvør Balle og Sirið Stenberg, løgtingsmonnum, um at lýsa 20. mars 2015 sum almennan frídag

Fyrispurningurin var soljóðandi:

1. Ætlar løgmaður ikki at lýsa 20. mars 2015, tá ið sólarmyrking verður, sum almennan frídag?

2. Um nei, hvørjar eru grundgevingarnar fyri tí?

Svar:

Til sp. 1: Løgmaður fer ikki at lýsa 20. mars sum frídag.

Til sp. 2: Løgmaður hevur ikki heimild at lýsa ella áseta ein frídag. Spurningurin um frídagar er eitt mál millum partarnar á arbeiðsmarknaðinum. Løgmaður fer ikki at leggja seg út í hesi viðurskifti.

Viðmerkjast skal, at tað er ikki so einfalt hjá tí almenna at skipa dagin sum frídag. Tað er so, at nøkur arbeiðspláss eru av slíkum slagi, at ávíst tal av starvsfólki altíð má vera til staðar til dømis á sjúkrahúsum og á ymiskum døgnstovnum. Eisini hevði talan verið um eyka lønarútreiðlsur fyri landið, um 20. mars verður almennur frídagur.

20. mars er ein heilt serstakur dagur. Og eg skilji tí væl, at nógv ynskja at halda frí henda dagin. Eg ivist heldur ikki í, at flestu arbeiðsgevarar lata síni starvsfólk brúka ein av sínum frídøgum tann 20. mars, um tað á nakran hátt ber til.

Tað vera sjálvandi starvsfólk, sum ikki hava frí henda dagin, men eg vænti, at tey kortini fara at uppliva hetta serstaka fyribrigdið, hóast tey eru til arbeiðis.

Løgmansskrivstovan, 13. mars 2015

Kaj Leo Holm Johannesen
løgmaður

Gunvør Balle

Gunvør Balle er løgtingskvinna fyri Tjóðveldi

Deil hesa grein umvegis
468 ad