Lýsing

Útjaðarapolitikkur 2012

Júst sum man helt at sitandi samgonga ikki kundi gjørt  tað verri, ja so náddi tey aftur nyggjum hæddum í dag. Ella rættari sagt botnin.

Í morgum svaraði Johan Dahl landsstyrismaður munnligum fyrispurningi um Strandferðsluna. Svarið var at Smyril og Teistin skulu skerjast ein túr hvør. So langt eru vit komin ár 2012 !!

Meðan onnur koma við uppskotum um tunlar og betran av samferðslukervinum bæði loftvegis og á vegunum, ja so skulu vit sum enn sigla skerjast. Argumentatiónin fyri at betra samferðsluna er øktur trivnaður, øktur produktivitetur, økt búseting, betri vinnilív o.s.fr.  Ikki eitt einasta argument er ímóti góðari samferðslu. Øll tey góðu argumentini eru bara ikki galdandi fyri okkum sum hava Smyril og Teistan sum okkara farleið. 

Ikki sørt at man fær assosiatiónir til “denne lov gælder ikke for Færøerne” nú er broytt til “undantikin rætt til góða samferðslu eru suðringar og sandoyingar”

Hvussu skal útjaðarinum vera lív laga við slíkum hugsunarhátti ? Hvør kann dríva vinnu við vánaligari samferðslu ? Skulu nøkur fólk hava verri sømdir enn onnur ?  Og soleiðis kann eg halda áfram, tí spurningarnir eru nógvir. Svarið átti at verið einfalt.

Kanska er hetta ein av kostnaðunum fyri skattalættan hjá samgonguni ? og allarhelst eru fleiri ratir eftir at gjalda á tí kontuni.

Spyrji bara, er hetta tað fólk vilja hava ????

 

Sirið Stenberg Tjóðveldi
 

Sirið Stenberg

Deil hesa grein umvegis
468 ad