Pætur Weihe Simonsen

Eg eri 35 ára gamal, pápi, maki og stilli upp, tí eg trúgvi, at politikkur skal geva fólki veruligt frælsi í gerandisdegnum. Fyri meg snýr tað seg um rættvísi, javnstøðu og sjálvsræði - um rættin at liva sítt egna lív á egnum treytum.

Eg havi verið virkin í almenna kjakinum um fosturtøku, tí eg haldi, at eingin skal fáa sjálvsavgerðarættin tiknan frá sær. Samstundis lesi eg master í samfelagsvísindum, har eg havi arbeitt nógv við spurningum um ójavna og sjálvsræði - kynsligan, búskaparligan og sosialan.

Eg stilli upp, tí sjálvsræði ikki bara snýr seg um rættindi á pappíri, men eisini um veruligar møguleikar í lívinum. Tú ert ikki veruliga frælsur, um tú ikki hevur ráð at standa á egnum beinum. Tí vil eg bæði verja tey rættindi, vit hava vunnið, og arbeiða fyri einum samfelagi, har fleiri fáa møguleikan at liva sjálvstøðugt og virðiliga.

Hetta haldi eg

No items found.