Bjørk Berg Wiggins

Meira tíð til børn. Minni strongd í familjulívinum. Tí stilli eg upp.
Eg eiti Bjørk Berg Wiggins, eri 34 ár og búsitandi á Toftum.
Eg eri uppvaksin í Havn við røtum av Skála og eri gift við Cory, ið er úr Barbados. Vit eiga eina dóttur og vænta okkara næsta barn um ein mánaða.
Eg stilli upp fyri Tjóðveldi, tí Føroyar skulu hava sjávsavgerðarrætt, egna rødd og beinleiðis atgongd til altjóða samfelagið – soleiðis kunnu vit skapa Føroyar fyri teg og meg.
Eg havi lisið burðardygd í Onglandi og havi arbeitt við sosialum og integratiónsarbeiði seinastu fimm árini.
Harumframt havi eg royndir frá hotellvinnuni og arbeiði við umhvørvi og náttúru.
Eg brenni fyri javnrættindum – millum kynini, men sanniliga eisini millum ættarlið og fyri tilflytarar.
Míni hjartamál eru:
• Meira tíð til børn og foreldur við longri og fleksiblari barsli, betri rættindum, tá børn eru sjúk, og styttri arbeiðsviku
• Fleiri fyribyrgjandi og styrkjandi átøk til børn, ung og foreldur – og sterkari verju av børnum
• At betra um karmarnar rundan um børn og ung, so tey fáa eitt róligari lív við minni strongd og meir rúm til at mennast og skapa
• Haldføra integratión, har tilflytarar og teirra børn fáa veruligar møguleikar, og fakfólk fáa neyðugar førleikar
• Eitt javnari samfelag við betri liviumstøðum og tryggari bústaðum til øll, náttúruvernd og samhaldsfastari samferðslu
Eg vil arbeiða fyri einum samfelag við lægri ferð, minni strongd og størri umsorgan – har karmarnir stuðla menniskjum heldur enn at trýsta tey.
Fyri teg, meg og Føroyar – vel meg á løgting.