Anfinn í Toft

Stutt um meg:
Familja: Giftur við Duritu, eiga synirnar Rana og Alva.
Yrki: Tekniskur leiðari í Nes kommunu, útbúgvin húsasmiður og byggifrøðingur.
Royndir: Býráðslimur í Klaksvíkar kommunu, byggifrøðingur,vhúsasmiður, fyrrverandi sjó- og útróðrarmaður.
Eg eri føddur og uppvaksin í Klaksvík, har eg eisini búgvi saman konu míni Duritu og okkara synum, Rana og Alva. Frá barnsbeini var eg at finna í egningarskúrinum, og síðan gekk leiðin umborð á útróðrarbátar (havi eisini livað av útróðri seinni) og trolara í Barentshavinum. Sum 19 ára gamal fór eg í læru sum húsasmiður, og fór seinni undir útbúgving sum byggifrøðingur. Í dag starvist eg sum tekniskur leiðari í Nes kommunu.
Míni mál eru:
Ábyrgd og dirvi: Eitt sjálvstøðugt land, har vit standa á egnum beinum og taka fulla ábyrgd av okkara egnu málum.
Skynsemi í verki: Politikkur skal vera ítøkiligur. Vit skulu byggja karmar, har fólk og vinna kunnu trívast.
Eitt sterk samfelag: Tað góða lívið skal vera møguligt í øllum landinum við góðum tænastum og rættvísari raðfesting, við einum vælvirkandi gerandisdegi hjá okkum øllum. Politikkur nær fólkinum.
Í mínum arbeiði sum býráðslimur í Klaksvík og sum tekniskur leiðari síggi eg týdningin av, at skipanir rigga. Politikkur snýr seg fyri meg, um at loysa veruligar avbjóðingar í gerandisdegnum hjá fólki – ikki bara um orðaskifti í tingsalinum. Tá ið vit taka góðar avgerðir, skulu tær merkjast: í betri umstøðum, nýggjum møguleikum og einum sterkum samfelag fyri alt landið.
Sjálvstøðugt land – okkara ábyrgd
Eg eri tjóðveldismaður. Eg trúgvi upp á, at vit føroyingar eiga at taka fulla ábyrgd av okkara landi. Vit eru eitt dugnaligt fólk við hópin av møguleikum, og tað er natúrligt, at vit sjálvi seta kósina.
Føroyar skulu vera eitt frælst, skapandi og samhaldsfast samfelag, har vit verja okkara tilfeingi og tryggja komandi ættarliðum tey bestu korini.