Yvirtøka av sakføraravirksemi

13 April 2011
Skrivað hevur
Annita á Fríðriksmørk

Øll í tjóðveldi atkvøddu FYRI at yvirtaka sakføraravirksemi, hóast tað mótsatta kom fram í tíðindunum í áðni.

At heitt varð á løgmann um at taka málið aftur var tí, at yvirtøkan er ein 100% danifiserað yvirtøka, við donskum treytum frá privata Dansk Advokatsamfund, um at føroyska rættargangslóggávan skal broytast, so hon er eitt avrit av tí donsku rættargangslógini.

Eisini liggur í "yvirtøkuni" at PRIVATA Dansk Advokatsamfund skal hava eftirlit við "okkara" lóggávu. Hetta kom heldur ikki fram í tíðindunum, hóast hetta kom tíðiliga fram í tí orðaskifti, sum útvarpið hevði klipt dúgliga burturúr.

Veit ikki, um tíðindastubbin varð lagdur til rættis av fakfólki, men hatta var ein í so einsíðug lýsing av málinum.

Men, hinvegin, tað er jú valstríð.

Annita á Fríðriksmørk