Takk Unga Tjóðveldið, fyri at tit hava skipað fyri hesari Vendetta sum er farin um alt landið. Tað er mær ein stórur heiður at vera saman við tykkum og tala her á endabrestinum í Sjónleikarahúsinum í kvøld.
Hvat hendir? Vendetta! Í friðarligu Føroyum? Lat okkum í øllum føri vóna, at fólkið fer at tala, so eingin longur ivast, hvat fólkið vil. Og, at tit við tykkara megnar átøkum, fáa tigandi fjøldina til verka, at steðga tí valdi, sum í løtuni umskapar okkara land til eitt kalt og egoistiskt samfelag. Tí fólkið er ikki nøgt við tað, sum hendir. Tað hoyrist og kennist allastaðni. Hetta var ikki tað, nakar bjóðaði teimum. Hetta var ikki tað, nakar bað um.
“Teir skulu sleppa at smakka, fólksins vendetta” – lova 200. Eg vóni, at skuggaløgmaðurin og búktalaradukka hansara, skjótt fara at standa spillnaknir frammanfyri fólkinum. Tá valdsbrynjan, teir í dag so erpnir fjala seg handan, er klivin frá høvdi til sporl. Og tá valdið, sum fólkið – vónandi ikki tit – hevur givið teimum, og, sum eingin annar enn fólkið – vónandi tit – hevur tikið frá teimum aftur.
Øll siga: At hetta er tað, fólkið valdið!
Eg sigi: Nei!
Fólkið hevur ikki valt størri ójavna!
Fólkið hevur ikki valt biddaragongd til eitt land, sum fyri hvønn íbúgva, skyldar nógv meira enn vit!
Fólkið valdi størri sjálvræði – tey valdu ein dyggan meiriluta av fólki og av flokkum, tey hildu vilja størri frælsi og sjálvbjargni!
Fólkið hevur ikki valt flatskatt! Bert nøkur fá valdu tað.
Fólkið valdi ikki, at 100 mio, ella nærum helvtin av skattalættanum, skuldi fara til tey fáu % av fólkinum, sum frammanundan eru ríkast, ímeðan fjøldin kundi býta restina millum sín, tó so, at helvtin av fólkinum einki fekk. Júst tey, sum tørvaðu mest!
Og føroyska fólkið hevur so ongantíð í verðini valt, at grundsúlan undir einum stættarleysum og sterkum samfelag, skuldi høggast niður. So sum gjørt varð, við at taka progressiva skattastigan - har tann, sum orkar best, lyftir mest, sum øll framkomin lond brúka - burtur!
Tá hendan fyrsta grundsúlan varð feld, vórðu lunnarnir lagdir undir eitt nýtt samfelag, har samfelagsvøksturin ikki longur skal fordeilast so hampiliga javnt niður í allar lummar, men nógv tað mesta til tey, sum frammanundan ongar trupulleikar hava. Og harvið størri misjavna. Og størri stættarmun. Og minni samhaldsfesti. Minni kærleika. Meira til mín og mítt, minni til tín og títt.
Eg spyrji, saman við Unga Tjóðveldi: Hvørjar Føroyar? Hvørjar Føroyar, vilja vit?
Og hvussu við forskattingini av pensjónum? Er nakað galið við, at taka teir pengarnar nú, sum okkara børn skuldu nýta til at gjalda fyri okkara aldurdóm? Hvørjum nýtist at bekymra seg um, at fleiri hundrað milliónir koma at mangla í roknistykkinum um 20-30 ár - halló! Ein politikari skal væl saktans bert hugsa í mesta lagið 4 ár fram?
Her reyk enn ein súla. Nevniliga tann grundsúlan, at politikararnir í dag, skulu leggja fundamentið undir einari tryggari framtíð hjá sínum børnum og ommubørnum; Teir skulu sku ikki tøma teirra sparibússur!
Ein triðja súla undir okkara samfelag er sjálvbjargni. Í meira enn 10 ár, hava allir flokkar á Løgtingi verið felags um, at vit hvørt einasta ár hava gjørt okkum eitt petti meira leys og minni heft av donskum pengum. Og tað hevur gingið strálandi. Men, nú – uttan um Løgtingið, uttanum fólkið, og aftaná at hava lovað, júst tað øvugta, fór BADH-landsstýrið við fyrsta flogfari til Kristiansborg við biddaraposanum.
Hvør hevði biðið tey? Hvør hevði lovað teimum? Fólkið, nei tað er vist. Skommina skulu tey eiga sjálvi. Men, vit kundu í dag verið 200 milliónir kr meira biddarar, og minni sjálvbjargin, um ikki danir høvdu víst nøkrum ávísum harrum hvussu pínliga falskt klaverið hjá hesum landsstýrinum spælir.
Uppá 17 svartar dagar í desember í fjør, gjørdi henda samgongan meira skaða, enn nakar hevur klárað at gjørt í hundrað ár á okkara samfelag. Tí teir rivu niður nakrar grundsúlur undan einum av heimsins javnastu og friðarligastu samfeløgnum.
Men døkka søgan byrjaði langt áðrenn valið. Vit skulu aftur til undanfarnu ABC-samgongu, við sama løgmanni og sama skuggaløgmanni. Tá funnu teir brádliga útav, at Føroyar høvdu ikki ráð til at veita menningarhjálp. Við einum pennastroki strikaðu teir ein heilan triðing - eina millión - av teirri evarsku lítli upphæddini Føroyar lat til tann part av heiminum, har børn fara svong í song hvørt kvøld og familjur liva langt undir sømiligum fátækramarki.
“Hetta er neyðugt”, søgdu teir. “Vit hava ikki ráð at hjálpa”. Men, ráð høvdu teir. Tí teir keyptu ipads og iphonir í yvirrúgvuvís fyri neyvt somu pengar, sum menningarhjálpin varð skorðin við. Iphonirnar fingu nógvar forsíður í miðlunum. Men tað, at vit sum land sviku okkara altjóða ábyrgd fyri teimum, sum tørva allar mest. Og sum var tann veruliga gølan. Tað fekk lítið uppmerksemi.
Men hetta segði alt um, hvør etiska muran er í greipuni, sum tíverri 29. oktober í fjør fekk enn meira vald.
---
Makrelsalat
Nú hevur alt verið á markrelgosi seinastu tíðina. Og um nakar ivaðist áðrenn, hvør stýrir Føroyum, so kann eingin ivast longur, aftaná at hava smakka uppskriftin úr kókibók hjá løgmans uppá Makrelgrýtu:
Tú tekur 1 stk Føroya løgmann, sum er fyri uppboðssølu av makreli, og blandar við 7 av 8 stk sambandstingfólkum, sum eisini eru fyri. Miðflokkurin, sum er avgjørdur fyri uppboðssølu, verður stroyddur omanyvir.
Krydda við formanninum í vinnunevndini, og formanninum í fíggjarnevndini, báðir fyri uppboðssølu. Tú blandar landsstýrismannin í vinnumálum, fyrrverandi fiskimálaráðharran uppí, sum tann heitasta kryddið.
Í rættinum er nú: Ein meiriluti í samgonguni, ein meiriluti í andstøðuni, og ein øðiliga greiður meiriluti í øllum Løgtinginum fyri at koyra nakrar makrelar í útboð. Og sanniliga um ikki ein pylsubiti er at seta eyka smakk – tí ein einstakur fólkafloksmaður er eisini fyri.
Løgmaður rættir errin sigursgrýtuna við sleiv til sørvingin, og biður hann røra. Hann tekur grýtuna, etur pylsuna, og allar sambandsmennirnar við, og Miðflokkin. Sjálvstýrisflokkin nýtist honum ikki, tí hann er langt síðani svølgdur.
Og við eitt, er stóri meirilutin horvin.
Á borðinum stendur nú hin kenda vina-og-kenningagrýtan, har tey sleppa framat, sum landsstýrismanninum dámar best. Ella kanska bara tey, sum duga best at troka.
Og so er tað, man í sýnum einfaldleika spyr: Hvussu ... kann hann aftur sleppa at eta ...alt? Einaferð enn? Hvussu leingi, fer løgmaður at eta restirnar og molarnar hjá Fólkaflokkinum – hann er jú líka sum løgmaður, og eigur størsta flokkin. Men sørvingurin er ikki for nothing. Hann sigur við løgmann: Tú skalt sleppa at eta so nógva kransakaku tú vilt, hvønn dag. Í Tinganesi, saman við drotningini, saman við Hu Jintao og øllum pingunum. Og, kanska tú sleppir opna eina sendistovu í Beijing, so tú kanst spæla krógva og blunda, ella opna- lata-aftur-spælið við sendistovum? Og so smílist løgmaður, við tær deiligu kransakøkur, sum jú smakka so nógv betri enn makrelur.
Men sig, hvat ger tingið?
So er tað man fer at hugsa: Valdið. Altso í einum demokratii, einum fólkaræði. Valdið - tað liggur jú í parlamentinum, í Løgtinginum! Er tað ikki so? Og brádliga rennur Gøtutróndur fram fyri ein, tá hann gandaði Geyta úr grøvini, at fara at siga sær um standin í Føroyum. Og Tróndur so altráur spyr: Men, sig, hvat ger tingið – nú, statt ei og bín! Og Geyti svarar: Jú, teir selja grýn!
Men, Løgtingið selir ikki grýn. Í løtuni selja tey sálir – sínar egnu sálir!
Tað minnir ikki sørt um mytologisku frásagnina um tær tríggjar apurnar, sum í Japan eita Kikazaru, sum er hin deyva, Mizaru, sum er blind, og Iwazaru er hin málleysa.
Í Løgtinginum sita tey, sum eru vald at umboða sínar veljarar og tala teirra søk. Men, í staðin fyri at argumentera fyri hví tey halda tað, sum gjørt verður, er í lagi – ella ikki í – so tiga tey flestu teirra. Tey halda fyri oyru, halda fyri eygu, og tiga. Tí, um ein einki sær, einki hoyrir og einki sigur, so hendir onki ringt. Í øllum føri ikki nakað, sum tey hava ábyrgdina av!
Soleiðis er tað. Kjakið í Løgtinginum er í løtuni steindeytt. Ikki tí at einki verður sagt, men tí at samgongan, helst eftir boðum, tegir, og soleiðis roynir at tippa kjakið. Og soleiðis verður hin fjórða súlan – sjálvt demokratiið – spakuliga, men vissuliga brotið niður. Tí tá demokratiska styrkin ikki longur liggur í tí, at argumentera fyri síni søk, men stýrt verður eftir harraboðum frá einstøkum, tá er minni munur á einaveldinum.
Men, víst hava tey ábyrgd. Og tað eru tey, sum skulu forklára okkum øllum, hví tey halda tað vera eitt so øðiliga gott hugskot at Føroyar skulu umskapast til eitt ósosialt, kalt og sjálvsøkið samfelag, har hvør er sær sjálvum næstur. Nakað, sum á ongan hátt er í samljóði við fólkasálina.
Um dagarnar skrivaði ein ungur maður eina grein, har hann sigur at: “Eingin eigur at gjalda fyri meira, enn man brúkar”. Hann hevur fatað essensin av førda politikkinum.
Hevði hatta verið grundhugsjónin seinastu mongu ættarliðini, so varð landið ongantíð samanbundið við vegum, brúm og tunlum. Vit høvdu ikki kunnað farið ókeypis til lækna, ella á sjúkrahús við okkara børnum. Tað høvdu einans verið væl bjargað, sum høvdu ráð at nema sær universitetsútbúgving. Og hvør skuldi goldið skúlarnar, ellisheimini, ítróttarhallirnar og alt hitt, sum ger okkara land gott at liva í?
Hvussu kann nakar hava ein grundhugsjón, at eg skal bara arbeiða fyri meg og míni – og minst møguligt fyri felagsskapin? Felagsskapin, sum jú eru vit øll. Sum er okkara alra samfelag!
Men, tað er júst tann hugsjónin, sum er við at fáa fastatøkur í landi okkara. Um ikki tit, vit, steðga tí. Nú!
Við íblástri frá Dreyfusmálinum og brævinum J’accuse - eg ákæri - sum høvundurin Emilé Zola lat prenta á forsíðuni í franska l’Aurore - Morgunroðanum - í 1898, sigur 200:
“Eg skuldseti landsins leiðarar fyri sálvsøkni og gramni
Fyri at halda seg stýra einum russiskum rossahandli
Fyri nepotismu og bíligan løtuvinning
Eg skuldseti tykkum fyri, at skapa misálit á okkara ting.
Tit verða drignir til svars fyri tykkara svans.”
Ja, lat okkum vóna tað. Men, tað krevur, at nakað av okkum øllum. Tað, ikki at gera nakað - einki at siga, at tiga, og blanda seg uttanum. Tað er og verður altíð ein stuðul til valdið. Tí tað gevur valdinum rásarúm. Tann sum tigur, hann samtykkir.
Latið okkum øll spyrja, saman við Unga Tjóðveldið: Hvørjar Føroyar?
Komið og rópið um geilar og tún: Við Love, við love, við love – ja við ektaðum rótføroyskum kærleika, skulu vit aftur byggja land!
Bjørt Samuelsen