Vit skulu øll gjalda fyri Suðuroyartunnilin

20 June 2019
Skrivað hevur

Okkara framtíðar samferðslukervi skal síggjast sum ein heild, eisini tá taðum útbyggingar ræður og ikki minni fíggingina av hesum útbyggingum.

Eg fari als ikki at góðtaka, at ávísar farleiðir bara verða pilkaðar burturúr heildini at fíggja aðrar farleiðir, meðan onnur onki skulu gjalda.

Eitt nú skal ferðslan ígjøgnum Vágatunnilin og hinir undirsjóvartunlarnirikki einsæris áleggjast at rinda meira fyri ein komandi Suðuroyartunnil ennferðslan á øðrum farleiðum.

Vit skulu sum skjótast fara undir at gera Suðuroyartunnilin, men tað skalverða á einum samhaldsføstum grundarlagi – tað er, at vit øll og ikki barasummi lyfta í felag; tað kann vera við brúkaragjøldum, avgjøldum, skatti ellaeinari kombinasjón av ymiskum gjøldum.

Í miðlunum hevur Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, gjørt greitt, athann gongur inn fyri einari samhaldsfastari fígging av einum komandiSuðuroyartunli, soleiðis sum ein arbeiðsbólkur eisini mælir til í einumspillfeskum áliti um hesa Føroya so nógv størstu byggiverkætlan.

Hesum taki eg fult undir við, men eg ivist í, um eg og Heðin hava somufatan av, hvat liggur í hugtakinum samhaldsføst fígging.

Tí í Sosialinum grundgevur landsstýrismaðurin soleiðis fyri, hví hannheldur tilmælið hjá arbeiðsbólkinum um at leggja allar undirsjóvartunlarnar íeitt felag vera skilagott:

“Vit eiga at hava eina samhaldsfasta skipan, og tað er púra greitt, at skalallur kostnaðurin fyri Suðuroyartunnilin takast av fíggjarlógini, verður taðógvuliga møtimikið fyri ikki at siga ómøguligt. Tí verður neyðugt at fíggja einpart av honum við bummgjøldum, eisini úr verandi undirsjóvartunlum.”

Men skulu verandi undirsjóvartunlar einsæris pilkast úr rúgvuni at bindasttil fíggingina av Suðuroyartunlinum, so er tað ikki samhaldsfast. Tað er taðøvugta av samhaldsfesti.

Alt hetta valskeiðið hava fundir verið í smærri og størri bólkum ísamgonguni um, hvussu vit skulu skrúva okkara samferðslukervi saman fyrinútíðina og eftirtíðina. Ongin loysn er funnin, men breið semja hevur verið um,at okkara samferðslukervi skal vera samhaldsfast. Vit skulu øll lyfta í felag,soleiðis at allir føroyingar í mest møguligan mun verða javnsettir, bæði tá taðræður um at verða bundnir saman við farleiðum, og tá tað ræður um at fíggjahesar farleiðir og viðlíkahaldið av teimum.

Eg havi sjálvur tikið lut í nógvum av hesum fundum, og bæði har, írættarnevndini, á samgongufundum og í almennum greinum havi eg gjørt púragreitt, at eg ikki taki undir við, at hvørki Vágatunnilin ella Norðoyatunnilinverða drignir inn í fígging av øðrum verkætlanum, fyrr enn ein nýggj politiskavgerð verður tikin um verandi tunnilsgjøld.

Tí tað er yvirhøvur ongin ivi um, at politiska skipanin um aldarskiftiðsannførdi vágafólk – og nevnd og leiðslu í tunnilsfelagnum – um, attunnilsgjaldið fór at verða strikað, tá lánsfíggingin var afturgoldin. Lánið íVágatunlinum er langt síðanni afturgoldið. Nøkulunda somu væntanir vóru skaptareitt sindur seinni við Norðoyatunlinum.

Men lyftið um at strika tunnilsgjaldið er ikki hildið, og annaðhvørt skuluvit syrgja fyri, at tað verður hildið, ella skal ein nýggj politisk avgerðtakast um tunnilsgjøldini. Tað er tað minsta, brúkararnir av hesum tunlum havakrav upp á, áðrenn hesar farleiðir verða fløktar upp í aðrar verkætlanir.

Ingolf S. Olsen
løgtingsvalevni fyri Tjóðveldi

Meira frá sama høvundi

No items found.

Meira um sama evni

No items found.