Tað hevur í nógv ár verið gott latín innan eldrapolitikkin í okkara parti av heiminum, í øllum førum í norðanlondunum, at tey eldru skulu hava møguleika fyri at verða sum longst í egnum heimi. Kortini síggja vit, at lutfalsliga nógv fleiri føroyingar yvir 67 ár búgva á ellis- og røktarheimi samanborið við hini norðanlondini.
Og føroyingar búgva harafturat tvífalt so leingi á røktarheimi, sum í hinum norðanlondunum.
Hví er hetta so? Eg veit tað ikki, men eg kann gita mær til, at tað er tí, at møguleikarnir at verða longri verandi heima hjá sær sjálvum eru verri í Føroyum enn í hinum norðanlondunum.
Í dag er tað soleiðis, at kommunurnar nærum ikki verða eggjaðar til at gera annað enn at byggja røktarheimspláss. Landið rindar nevniliga 700.000 krónur av íløguni í hvørt búplássið av tí slagnum. Afturat kemur so raksturin, ein hálv millión krónur um árið fyri hvørt búplássið, sum landskassin eisini rindar.
So kommunurnar seta gongd í bygging av røktarheimsplássum, og so kunnu tær siga, at tær hava gjørt sítt.
Men vit eiga at brúka ein væl størri part av pengunum til eldraøkið upp á eina væl virkandi “heimatænastu” og lutfalsliga minni upp á ellis- og røktarheimspláss. Heimatænastan skal umfata heimahjálp, endurvenjing, rørsluvenjing, sjúkrarøkt og tænastur annars, ið eldri heimabúgvandi kunnu hava tørv á.
Tá verður møguligt hjá eldri og gomlum at verða verandi heima hjá sær sjálvum nógv longri enn annars. Tørvurin á íløgum í ellis- og røktsrheimspláss minkar, eins og minni skal brúkast til rakstur.
Hetta skal ikki misskiljast. Vit skulu sjálvsagt syrgja fyri at hava nóg mikið av røktarplássum. Ja, vit skulu hava so góðan kapasitet, at tað ongantíð verður nøkur bíðitíð.
At gera hetta er sjálvsagt umráðandi av peningaligum orsøkum. Men tað er minst líka umráðandi av reint menniskjansligum orsøkum. Vit skulu hava fleiri tilboð og møguleikar at gera lívskvøldið so trygt og fjálgt sum til ber hjá okkum øllum. Tørvurin er ymiskur, og tí skulu tilboðini eisini vera ymisk.
Ingolf S. Olsen, valevni fyri Tjóðveldi