Vit rekast ímillum sum klóta í brimi

26 June 2011
Skrivað hevur
Tórbjørn Jacobsen

Tíðarmálið í jarðiska lívinum hjá hvørjum einstøkum er 25 túsund dagar, ella gott og væl tað, so seigt sum menniskjað er vorðið á okkara leiðum. Hvør einasti dagur er tí av stórum týdningi. Menniskjað er bara ein løðarsteinur ímillum tvey ættarlið, tí hevur hvør einstakur ábyrgdina fyri sær sjálvum og fyri at ferðin hjá ókomnum ættarliðum gerst dyggari og tryggari. Hin parturin er fyrireikanin til ta himmalsku dimensiónina, um observansurin - sál og fatan - hellir tann vegin.

Dagarnir bregða tó frá hvørjum øðrum. Eisini hesin dagurin. Táið eg í túninum møtti fyrstu sólstrálunum ímorgun, kom ein kona rennandi ímóti mær í sólarrenningini. Sjálvur stóð eg har so skjøtisleysur við einum ífestum balli, og tivandi spurdi hon: ”Nær fáa vit loysingina? Nær verður loyst?” Ein hørð útpurring ein leygarmorgun má sigast, men eg fótaði mær, og tosið gekk lystiliga um óbrúktu møguleikarnar hjá føroyingum í heimssamfelagnum, um vit bara megna at tveita heimastýrisskikkjuna av okkum og fáa skil á samfelagsins lunnindum. Eftir fleiri verbalar millumrokningar kom mær til hugs sorgarleikin, sum hendi úti á Eldey í Íslandi í 1844. Tað koma vit aftur til, men eg átti kanska at sagt, at konan prátað varð við var dóttir frælsishetjuna Erlend Patursson. Hevði eg hitt eina ortodoksa sambandskonu í sólarrisinum í morgun, hevði dagurin verið linligari, - dapur og svartur. Soleiðis rekast vit ímillum sum klóta í brimi, dyrka kenda hvørkileiklutin, og kunnu sum finnur í tjóðarinnar tænastu ikki semjast um meginmálið, fundamentið. Stjórnarskipanarmálið er besta dømi um tað, har menn sum hava livað politiskt av tjóðskaparligum gabbi, uppi í retorisku skýferðini, ætlaðu at sníkja Føroyar pr. formalia undir danska heimastýrislóg og grundlóg.

Hetta verður ongin politisk missiónsrøða. Til tað eri eg ikki kallaður. Men hinvegin er politikkur ein so implementeraður partur av øllum tí sum hendir í einum samfelag, at ilt er at skilja korn frá dumbu. Eg hevði jú verið komin til gongu, at vitja tykkum, at røða fyri tykkum, um ein politisk avgerð ikki einaferð í tíðini var tykkum um, at knýta bygdirnar báðar saman í undirstøðukervi.

Í gjár hátíðarhildu vit føðingardagin hjá Jóhannesi Doypara, sum Lukas evangelistur røður um í sínum fyrsta kapitli ørindi 36, og ídag verða ”heiðnu” víkingarnir heiðraðir í Norðragøtu. Søgan sigur, at Jóhannes og Jesus vóru trímenningar. Stórar hendingar varpa ofta skuggar framman fyri sær, ið bera langt, og Jóhannes var ein fráboðanin um tað, sum koma skuldi. Hann gekk út í oyðimørkina í Júdea, har hann livdi av ongsprettum og villum hunangi, meðan hann doypti fólk og ávarpaði, at hann bert var boðberi fyri ein, ið var nógv sterkari enn hann sjálvur.

Víkingarnir, okkara forfedrar, høvdu aðra kreddu. Moralkodeksið í Ásatrúnni er øðrvísi enn tað sum prædikað verður um í nýggja sáttmálanum. Ein primitiv urfatan stendur upp ímóti hesum romantiska nýbrotinum úr Miðeystri. Sjálvsøkni og harðrend framferð andvegis solidariteti og pacifismu. Hetta líkist tí klassiska tvídráttinum ímillum kærleika og hatur, gott og ónt, svart og hvítt. Ei dáni í, at konverteringin frá tí verandi til tað nýggja gjørdist so harðlig, eitt nú tá Sigmundur dró skyldmannin Trónd út í tún her í grannalagnum, í royndini at frelsa hann frá sær sjálvum, og tí, sum hevði verið megindráttur hansara. Heilt so ringur mundi Tróndur nú ikki vera kortini, annars hevði hann ikki givið okkum framúrskarandi sálmin: Givnir eru einglar góðir, og Sigmundur eigur bara tann heiður uppibornan, sum leigusveinar hjá fremmandum maktum kunna røkka.

Hinvegin vóru víkingarnir eitt framsøkið fólkaslag. Og kundu vit brúkt tann frægara partin, og fest hann við í okkara egna habitus, hevði kanska staðið betri til. Magnus Dam Jacobsen skrivar í bókini ”Ì Grønlandi við Kongshavn”: ”Víkingar hildu í Eysturleið, gjøgnum Nørvasund til Miklagarðar. Vórðu teir undir bardaga í Miðjarðarhavinum tiknir fangar, góvu teir seg yvir til Muhamed, tí so langt suðuri mundi Hvíti Krist einki muna. Teir fínligu, mentaðu byzantinarnir skrivaðu um hesi ”stóru, reyðskeggutu villmennini, ið talaðu, sum toran og brølaðu, sum leyvur.” Teir løgdu árar í sjógv, sneiddu inn gjøgnum strætið við Bosporus, inn í Svartahavið. Trokaðu sær veg niðan gjøgnum tær stóru áirnar í Ruslandi. Rusland fekk navnið eftir fólkunum úr Ros ella Rus, ið fluttu av eysturstrondini á Svíaríki. Har teir ikki vóru førir fyri at sigla, drógu teir skipini uppum fossar og grunnvatn eftir feldum, avgreinaðum viðabulum. Eisini komu teir til Garðaríki. Soleiðis kloyvdu teir seg ígjøgnum og komu til Eystrasalt, nakrir av teimum, ið hvussu er.” Magnus heldur tó, at føroyingar hava fingið nógmikið av feskum blóði gjøgnum seklarnar umvegis bland við keltar, fransar, danir, norðmenn, svenskarar, hálendingar, týskarar, arabarar, íslendingar, onglendingar og jødar. Hvussu hendan misjavna blandingin hevur eydnast, kann hvør gera sær eina meting um, men so frægt skuldi tærið verið, at ikki skuldi tørvur verið á, at endurtikið mistakið hjá gýðingunum í Prag, táið teir ætlaðu at skapa ein nýggjan jøda úr leiri, Golem róptur, fyri at sleppa undan óvgusligu og herdu anti-semittisku happingini. Royndin miseydnaðist, hann var óstýriligur, knortluttur breyt hann alt frá sær, sum fyri var, og úrslitið varð tað sjálvsagda, at teir gjørdu enda á honum, áðrenn hann gjørdist teimum ein sannur trupulleiki. Leivdirnar sigast liggja goymdir úti undir væðingini á gomlu gýðingaghetto´ini í tjekkiska høvuðsstaðnum.

Tað er sjálvsagt, at víkingadagar vera hildnir í Gøtu. Bygdin er ímyndin av byrjanarfasuni hjá Føroyum sum samfelag. Í dag ivast vit sjálvandi í leiklutinum hjá frælsu høvdingunum, sum ráddu fyri sínum, men tíðin var ein onnur, og tað skerst ikki burtur, at Tróndur eisini gjørdist hin seinasta stóra legendan í teimum ”frælsu” Føroyum. Fremmandir menn høvdu umvegis skutilssveinar sett seg á ognir hansara og annara, og metaforarnir, í sjaldsama góðu yrkingini hjá Hans Andreasi Djurhuus, um deyðastund hansara, kennast ikki fremmandir. Síðani hava vit livað í einum stjórnarrættarligum tíðarlumma, sum bíðar eftir loysnum. Neyðugum avgerðum, ið kunna leggja fólkið í landinum aftur á felagskós í meginmálum.

Byrjanin var her og fyrbils endin var eisini her, sum vit nú standa. Ein dramatisk bráðpanna, har berserkarnir í øldir hava ligið og slota eftir betri líkindum. Sum Viderø prestur sigur tað so væl: ”Tað hevur ikki verið av tilvild, at bygdin fekk hetta einskilda navn. Gamli Tróndur sá, at her lá góður vegur bæði suður eftir og norður eftir, suður gjøgnum Skálafjørðin á skipum, sum høvdu góða høvn á Skipanesi, og norður eftir, norður gjøgnum hin fagra dal alt til Fuglafjarðar til hinnar góðu skipahavnar, fram hjá teim fagra fjallagarði til vinstru handar, og til høgru handar hitt fagrasta útsýni yvir á Norðuroyggjarnar og norður í hitt takmarkaleysa hav. Tróndur gamli tykist at hava megað sæð stórleikan í náttúruni. Fríðari fjallameingi enn tað her fyrir norðan hesa bygd finst ikki í øllum Føroyum. Tað er sum, at Gøtu-Tróndur havi sæð, at her lá leiðin, henda vegin skuldi fólkið ganga, her skuldi tað vinna sær vísdóm bæði stjórnmálsliga og átrúnaðarliga, her var vítt um og frjalsligt og falligt, og her var mikið at avla og leggja inn og skapa burtur úr alt frá fjalli til fjøru og á havinum, bæði andaliga og handaliga. Ei undur í, at Tróndur vildi ikki geva seg undir Noregs veldi, vænta alt gótt haðan; heldur væntaði hann sær alt av tí landi, har hann havdi sett búgv, og vildi, at fólkið skuldi fylgja honum.”

Farvegurin eftir hesa túsund ára gomla søgu sæst aftur í mongum brøgdum her um leiðir. Í vinnu, mentan og bóltleiki. Tróndur í Gøtu eltir makrelin á uppsjóvarfeltinum, á Fiskavirkinum ganga hendurnar kvikar fyri at nøkta kræsnum gómum í katólskum suðurlondum og nýggja gullnámið hjá føroyingum svimur handan meskar á víkini.

Tónleikaroykurin úr Losjuni er farin um allan heim og G!-festivalurin er líkasum grúgvan, ið heldur stásið við líka, og í bóltleiki fekk felagsliðið tað sjálvsagda navnið Víkingur, tá avgerðin umsíður varð tikin, um at gera enda á heroiska felagnum GÍ. Tað spældi nú betri av enn tey flestu høvdu væntað, hóast argumentini frammanundan samanleggingini vóru óvanliga kreativ. Fyri og ímóti. Agitatiónin gekk báðar vegir, og láturin mundi ongan enda tikið, tá Jónhard Hammer legði kleyvarfrúgv á borðið í ítróttarhúsinum í Sarpigerði og helt fyri, at ongin orsøk var til at leggja LÍF og GÍ saman, bara tí, at Martin Nugent einaferð hevði krússað Jákup Pálsson av í einari veikari løtu.

Skal eg taka saman um hesa drúgvu søgu, yvir eitt samfelt millennium, og allar fasettirnar í buli hennara, rennur mær í hug hetta brotið úr yrkingini, sum kilienarin Pablo Neruda yrkti við deyða Silvestre Revueltas. Revueltas var konservatoriu útbúgvin musikari og tónasmiður, og hóast hann var mexikanari, legði hann leiðina til Spania í tríatiárunum, fyri at stuðla republikanarunum ímóti falangistunum hjá fascistinum Francisco Franco:

Hví er lív títt runnið? Hví storknaði blóðið
í hvørjari æðr?
Hví hevur tú leitað sum ein blindur eingil,
rent teg móti myrkum hurðum?
Á, men frá navni tínum kemur tónleikur,
og frá tónleikinum, eins og frá einum marknaði,
koma kransar úr dýrum leyvi
og fruktir við søtum anga og reinar í skapi.

Á hesi skilnaðarhátíð ert tú hin farni,
og nú hoyrir tú einki longur,
høga panna tín er horvin, og kenst tað,
sum fall eitt stórt træ mitt í bygdini.

Men frá í dag er ljósið, vit nema, eitt annað ljós,
vegurin, vit fara, er ein nýggjur vegur,
hondin, vit hevja, frá hesum degi
hevur hon tína megi,
alt dregur mátt úr hvíld tíni,
og reinleiki tín fer at rísa úr grótinum
at kveikja fyri okkum vónarinnar glæmu.

Tað er mær ein heiður, at vera vaksin upp í hesi bygdini, og táið eg sigi bygdini, so hugsi eg um Gøturnar allar. Latið ongantíð lið koma á tann felags samleikan, tí tað er júst hann sum er styrkin hjá okkum, ið hava røtur ella partar av rótum okkara higani.

Hóast eg hevði verið um alt Latínamerika og einar 15 ferðir í amerikansku stórbýunum New York, Baltimore, Los Angeles og Philadelphia, áðrenn eg á fyrsta sinni gekk leiðina yvir til Gjáar, í nýtøttari troyggju og plussforbrókum, við ommu undir lið, fyri at fara í skúla, hjá Helgu Øregaard, við Gøtugjógv, so hevði tað ikki vikað identitetin. Teir siga á syðru hálvu, hinumegin havið, at hevur tú einaferð traðkað føtur tínar á reyðu moldina í Suðurameriku, so gloymir tú tað ongantíð aftur. Ein ævigur longsul verður kveiktur. Sandurin í Syðrugøtu gevur fólki ta somu kensluna. Hetta var heimurin hjá mær og okkum. Líkamikið um víkin lá og bræddist í silvitni ella brimið stóð niðan undir øskudungan hjá ommu míni úti í Grógv, so varð hetta jørðildið, sum ikki sleppur takinum aftur.

Ongantíð, - táið tey fyrstu árini eru tíðin, tá modeleringin, ávirkanin og snikkanin av individinum, er frægast møgulig. Tess meira aldurin fer við einum, tess sterkari gerst tann kenslan, og kann tað sjálvandi tulkast sum eitt slag av barndómi, men tað er nú ikki tí, at GÍ og nú Víkingur er mítt lið í føroysku fótbóltskappingini. Tann støðan er meira rationell. Ein helt fyri í Sarpigerði nú ein dagin, at eg mundi vera skizofrenur, við tveimum bygdaidentitetum, hugsi tað var Atli Hansen, sum róði framundir hetta. Onnur mega døma um eg eri skizofrenur, maður í slíkum tilstandi er neyvan mest óvildugi dómarin at døma seg sjálvan, men satt er tað, at vit eru so mong, sum hava tann trupulleikan ella kanska tann fyrimunin. Tosaði mangan við mín góða vinmann Martin í Grund um hetta, vit vóru átøkir í hesum universinum, og hann ivaðist ikki í fyrimuninum við at hava fleiri streingir at spæla á, - í einum kloyvdum samleika. Hálvur gøtumaður og hálvur glyvramaður, tað er grundsubstansurin, sum ein heilur eysturoyingur og ein heilur føroyingur stendur á, og tá skuldi fótafestið verið tryggjað. At bóltsálin valdi fyrra hálva samleikan, má NSÍ so svíða fyri, men teir eiga so avgjørt aðru raðfesting í míni ítróttaverð.

Hevði eg verið sambandsmaður í sólarrenningini í morgun, hevði prátið neyvan farið út eftir loysingar-gelendaranum. Tó hevur sambandshugsanin sín fulla rætt at liva og virka, hóast eg ikki skilja hana. Kortini skal ongin taka sær tykni av tí, sum sagt er í kvøld. Heldur ikki við eitt slíkt høvi ber tað til at operera sálina úr kroppinum, men tað kann nú vera, at eg gjørdist ovurkátur, táið leirvíkingurin Sølvi Vatnhamar, stutt fyri dystarlok, fyri løtu síðani, sópaði bóltin um málstrikuna hjá klaksvíkingum. Víkingur var nýtt oddalið næsta sólarringin. Tá mundu fleiri hugsa sum eg, at samanleggingin millum bygdirnar ikki var so galin kortini.

Aftur til Eldey í 1844. Tá skutu íslendingar seinasta gorfuglin, sum var eftir á norðaru hálvu. Pingvinin hesumegin miðju jarðar. Einasta brotsverk hansara var, at hann dugdi ikki at flúgva, veingirnir bóru hann ikki. Hann fekk meg í morgun at grunda yvir, hví føroyingurin ikki fer á flog, og roynir sínar egnu veingir. Gera vit ikki tað, kann endin gerast hin sami sum hjá móðir og barni í teatralsku søguni hjá Einari Már Guðmundssyni í gitnu Hvítbók hansara, sum Carli hevur flutt yvir í móðurmál okkara.

Autentiska søgan er hendan: Ein sigoynaramamma og tíggju – 10 – ára gamli sonur hennara sita í eini coupé á lunnavagni á Sørmlandsleiðini í Svítjóð. Drongurin, við krunkasvarta hárinum og stóru brúnu eygunum, er farin at ressast, tað letur áhaldandi í honum, hann júkar og júkar um eitthvørt, á einum óskiljandi máli, og bráðliga knappar hon blusuna upp, stingur aðra hondina inn um, og tekur annað bróstið fram. Hann sýgur alt hann orkar, og táið hann hevur fingið seg ótystan, skúgvar hann bróstið frá sær, og leggur seg afturá í setrinum og ropar. Eftir tað fær hann sær eina sigarett, festir í og roykir, sum var onki sjálvsagdari.

Enn liggur Tróndur á liðini, men kanska ella helst fer hann at reisa seg einaferð aftur. Ella sum Oddfríður Gregersen segði við íslendska forsetan, táið Ólavur Ragnar Grímsson vitjaði hann í Gøtu: ”Táið vit fáa Republikkina, tá………..” Hesum eru Dánjal Pauli Dalbø og Atli Hansen kortini ikki samdir við honum í, so nú fáa vit at síggja hvussu leikurin gongur í ókomnum døgum.

Máttu Víkingadagarnir verið tykkum til signingar og undirhald, og latið ikki politiska ósemju og parlamenteran um djúpar spurningar oyðileggja góða lagið, sum eigur at vera ímillum øll eina nátt sum hesa.

Tórbjørn Jacobsen