Tað ætlar ABC-stjórnin, hóast Føroyar einans lata ein evarska lítlan brotpart av tí, ST mælir framkomnum londum at lata í menningarhjálp.
Ríkis- og stjórnarleiðarar hittust í vikuni til ST-toppfund um fátækradømi. Avbjóðingin er risastór. ST-londini hava bundið seg til at stríðast fyri at basa hungri og fátækradømi kring allan heim. Ávegismálið er, at í 2015 skal talið av teimum, sum svølta og liva undir fátækramarkinum vera komið niður í eina helvt.
Hesaferð eydnaðist at oyramerkja á leið 230 milliardir krónur til serstakt átak at bøta um heilsuna hjá kvinnum og børnum. Lond sum USA, Kina, Frakland, India og Týskland lata sín sjálvsagda lut, men eisini lond Afganistan og Sambia grava djúpt til tess at finna pengar til felags átøkini, sum væntast at bjarga lívinum hjá fleiri enn 15 milliónum børnum komandi fýra árini.
Hava vit nakra ábyrgd?
ABC-landsstýrið ger beint hitt øvugta og fer at skerja menningarhjálpina við einum heilum triðingi. Úr smáum trimum niður í ósjónligar tvær milliónir krónur árliga. Av eini fíggjarlóg uppá 4,6 milliardir. Hetta hóast vit áttu at meira enn tíggjufaldað okkara menningarhjálp, fyri at verið á hædd við tey 0,7% av BTI, sum ST mælir heimsins londum at lata í menningarhjálp.
Hóast glottar eru at hóma, so liva framvegis ein milliard menniskju undir hungursmarkinum. Fleiri hundrað milliónir børn fara svong til songar. Og árliga doyggja børn í túsundatali av banalum sjúkum orsaka av mat- og vatntroti. Men limalondini í ST trúgva framvegis uppá, at tað ber til at koma hungri og fátækradømi til lívs. Fremsta treytin er tó, at stjórnirnar í hvørjum einasta av heimsins londum taka ábyrgd á seg.
Høvdu aðrir stjórnarleiðarar og ráðharrar við ábyrgd fyri menningarhjálp havt sama hugburð, sum Kaj Leo Johannesen og Jørgen Niclasen, so kundi ST pakka burtur alla stremban at basa svongd og armóð. Men hesir stjórnarleiðarar – frá Obama og Stoltenberg til Mercel og Karzai – vita, at heimsins lond røkka ongum framburði við at fráskriva sær altjóða ábyrgd. Tað gera Føroyar heldur ikki. Fíggjarkreppa og hall á fíggjarlógini kunnu als ikki nýtast sum undanførsla her. Vit eru ikki harðari rakt, enn onnur lond, heldur tvørtur ímóti. Og heldur ikki vit hava ráð at sleppa medábyrgdini fyri teimum, sum eru allar ringast fyri í heiminum.
Hvør tekur ábyrgdina?
Tað kom sera dátt við, tá løgmaður til munnligan fyrispurning frá undirritaðu 1. september svaraði, at hann sjálvandi stuðlaði landsstýrismanninum í avgerð hansara, at skerja í kontuni til menningarsamstarv og niðurraðfesta arbeiðið við menningarhjálp í Uttanríkisráðnum. Hetta vísir tíverri ógvuliga greitt, hvat virðisgrundarlag hendan stjórnin byggir á.
Bjørt Samuelsen
løgtingskvinna