Tað var sum at lesa ein syrgiligan gysara. Eg græt. At lesa um hesar av okkara borgarum, ið vórðu viðfarnir á so mannminkandi hátt - ikki sum annan-, men sum triðja- ella fjórðarangsborgarar, var harður kostur. Eisini hóast eg frá barnsbeini av havi hoyrt greitt frá, hvussu okkara menningartarnaðu og sálarsjúku vórðu send av landinum. Hetta tí at mamma mín í fleiri enn 35 ár hevur arbeitt við sálarsjúkum. Hon var við, tá Árni Olsen, sáli, av álvara fór undir at byggja psykiatriina upp í Føroyum.
At taka ábyrgd
Men søgan um Janu er eisini søgan um, hvussu langt ein røkkur, tá ein tekur ábyrgd. Tað gjørdu foreldrini hjá Janu og mong við teimum. Og so líðandi tók eisini politiski myndugleikin ábyrgd.
Nógv liggur enn á láni. Men nógv er eisini framt. Eingin ynskir at minnast aftur á tíðina, tá vit útfluttu tey, ið ikki vóru sum hini. Tey eru í dag partur av okkara samfelag. Tey búgva nærindis síni kæru. Og eingin ivi kann vera um, at okkara menningartarnaðu og sálarsjúku borgarar liva eitt munandi virðiligari lív í dag, enn tá tey vórðu útflutt.
Vit útflyta ikki longur tey menningartarnaðu og tey, sum bera ymisk brek, men teirra umstøður eru ikki nóg góðar – og fysisku karmarnir og atkomumøguleikarnir eru í fleiri førum út av lagi vánaligir. Ikki fyrr enn vit prógva, at okkara veikastu borgarar hava góðar umstøður, kunnu vit siga, at vit hava tikið fulla ábyrgd.
Ein fyrimynd
Javnan hitti eg ein mann, ið ber eitt álvarsamt brek. Hvørja ferð hugsi eg um, hvussu væl hann hevur megnað at skapa sær eina góða tilveru – við egnari megi, og eitt sindur av hjálp. Mangan hevur hann rent seg í forðingar, men hann hevur ikki latið tað forða sær. Hann er ein av mínum fyrimyndum. Tí víst skulu vit útbyggja tænastur til allar borgarar, ið á ein ella annan hátt ikki eru sum hini. Men eins stóran týdning hevur tað at geva teimum møguleikan veruliga at taka lut í samfelagnum - vit ynskja jú øll at geva okkara íkast.
Vit, fólkið í Føroyum – tað eru vit øll!